Um dagpening vegna sjúku


Sambært § 7 í lærlingasáttmálanum millum Føroya Handverkarafelag & Landsfelag Handverkaranna og Føroya Arbeiðsgevarafelag & Føroya Handverksmeistarafelag um sjúku er ásett soleiðis: Viðvíkjandi sjúku verður víst til løgtingslóg um dagpening vegna sjúku. Læknaváttan skal leggjast fram, um so er at meistarin ella virkið krevir tað (hóast dagpeningaskipanina).

 

Lógin, ið talan er um, er Løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m. Lógin liggur á heimasíðuni logir.fo.

 

Lógin ásetir m.a. soleiðis,
 

- Rætt til dagpening hava persónar frá tí degi, teir eru vorðnir 16 ára gamlir.
 

- Tann, ið seinastu 5 vikurnar undan sjúkrafráveruni hevur verið í løntum arbeiði í minst 20 tímar tilsamans, hevur rætt til dagpening frá 1. fráverudegi.
 

- Verður fráboðan um sjúkrafráveru móttikin á Almannastovuni í seinasta lagi 30. dagin aftaná 1. fráverudag, kann dagpeningur játtast frá og við 1. fráverudegi.
 

- Verður fráboðanin móttikin á Almannastovuni seinni enn ásett í stk. 1, kann dagpeningur bert játtast frá móttøkudegnum.
 

- Dagpengamóttakarin hevur sjálvur ábyrgdina av, at fráboðanin verður latin Almannastovuni rættstundis.
 

- Dagpeningaveitingin verður goldin afturút fyri eina viku í senn.

 

Lógin fevnir eisini um lærlingar. Gev gætur:
 

• at hevur tú seinastu 5 vikurnar undan sjúkrafráveruni verið í løntum arbeiði í minst 20 tímar tilsamans, hevur tú rætt til dagpening frá 1. fráverudegi,
 

• at tú skalt fráboða sjúkrafráveruna til Almannastovuni í seinasta lagi 30. dagin aftaná 1. fráverudag, og
 

• at umsóknaroyðublað til dagpening fæst frá Almannastovuni.

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur