Stytting í lærutíðini orsakað av aldri


Spurningur: Hvørjar treytir skal ein uppfylla fyri at fáa stytt lærutíðina?

Fái eg stytt lærutíðina orsakað av aldri?

Nei, aldur er ikki grundarlag fyri at fáa stytt lærutíðina. Í lógini er tó ásett, at fyri lærling, sum av aðrari útbúgving ella viðkomandi arbeiðsroyndum hevur serligar fortreytir at fara undir ta útbúgving, lærusáttmálin fevnir um, kann viðkomandi yrkisnevnd samtykkja at stytta lærutíðina.

Søkjast kann um stytta ella longda lærutíð, og skal tá oyðublaðið Umsókn um broyting í lærusáttmála útfyllast og sendast Yrkisdeplinum. Umsóknin skal verða undirskrivað av bæði læruplássinum og lærlinginum.

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur