Lærutíðin hjá lærlingum, sum fara í læru innan skrivstovu- ella handilsyrkið


1) Hjá lærlingum við 9. floks prógvi er lærutíðin 4 ár.
2) Hjá lærlingum við FHS-prógvi er lærutíðin 3 ár.
3) Hjá lærlingum við students-, HF-, HT- ella HIF-prógvi er lærutíðin 2 1/2 ár.
4) Hjá lærlingum við students-, HF-, HT- ella HIF-prógvi og sum harumframt hava FHS-prógv er lærutíðin 2 ár.
5) Hjá lærlingum við HH-prógvi er lærutíðin 2 ár.
Omanfyri nevndu reglur eru galdandi fyri lærlingar, sum fara í læru eftir 1. juli 2006. 

Viðv. ad. 1): Lærlingar, sum ikki hava FHS-prógv, skulu taka hesa støðisútbúgvingina í 4 ára lærutíðini. Hetta kann gerast við at fylgja einum FHS flokki ella við at fylgja kvøldundirvísingini á skúlanum. Støðisútbúgvingin skal verða lokin áðrenn farið verður upp til endaligu royndina í yrkisútbúgvingini.

Viðv. ad 3): Lærlingar við students-, HF- ella HT-prógvi skulu í lærutíðini hava tikið hesar lærugreinir við í minsta lagi próvtalinum 6 í miðal: Virkisbúskapur C, Marknaðarførðsla C, Kunningartøkni C, og eina vallærugrein: Vinnulívsrættur C, Altjóðabúskap B, Marknaðarførslu B, Kunningartøkni B ella eina økislærugrein, sum í minsta lagi er 105 tímar. Lærlingar við HIF-prógvi hava í HIF-útbúgvingini tikið nevndu lærugreinir, men skulu taka málsviðgerðapartin í lærugreinini Kunningartøkni C, tó ikki, um lærlingur við HIF-prógvi hevur luttikið í einari EBG-kapping.

Nevndu lærugreinir kunnu takast við at fylgja einum FHS flokki ella við at fylgja kvøldundirvísingini á skúlanum. Lærugeinirnar skulu verða loknar áðrenn farið verður upp til endaligu royndina í yrkisútbúgvingini. Avrit av próvskjølunum skulu latast Yrkisdeplinum, tá ið allar lærugreinirnar eru loknar. Aftaná 1. juli 2006 geva hesar lærugreinir ikki stytting í lærutíðini.

Øll kravd skúlagongd í sáttmálatíðini, bæði tá talan er um støðisútbúgvingina (samanber ad. 1) ella tá talan er um stakar lærugreinir (samanber ad. 3) er partur av lærutíðini. Hetta merkir, at um lærlingur gongur á skúla um dagin, verður hann ikki frádrigin í løn. Fer skúlagongdin fram í frítíðini, hevur lærlingurin rætt til kompensatión í samráð við sín arbeiðsgevara. Reglurnar um kompensatión hava gildi frá 1. oktober 2006 og eru galdandi fyri lærlingar, sum fara í læru eftir 1. oktober 2006.

Lærlingar, sum skulu taka omanfyri nevndu FHS-støðisútbúgving ella lærugreinir, eiga at venda sær til handilsskúlan, sum leggur eitt tímaskema fyri undirvísingina í støðisútbúgvingini ella lærugreinunum í samráð við tann einstaka lærlingin.
 

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur