Hvør rindar undirvísingartilfarið ella tilfarið, sum verður nýtt til yrkis- ella sveinanroyndir?


Í § 10 í yrkisútbúgvingarlógini eru trinnanda ásetanir viðvíkjandi útreiðslum í sambandi við skúlagongdina hjá lærlingum.

Í stk. 1 er ásett, at landskassin veitir stuðul til tær beinleiðis undirvísingarútreiðslurnar. Høvuðsreglan her er, at talan er um útreiðslur, sum einki beinleiðis hava við tað einstaka læruplássið ella tann einstaka lærlingin at gera. Sum dømi kann nevnast løn til lærarar, hølisútreiðslur og útreiðslur til útbúnað.

Í stk. 2 er ásett, at læruplássini rinda útreiðslurnar til undirvísingartilfar undir skúlagongd. Her er talan um tilfar, sum lærlingarnir skulu brúka undir skúlagongdini. Í høvuðsheitum er talan um bókatilfar o.l., sum lærlingarnir sambært lesiætlanini skulu hava.

Stk. 2 ásetir eisini, at læruplássini rinda tilfarsnýtsluna í sambandi við yrkis- og sveinaroyndir. Tað er ikki í øllum útbúgvingum, at serligt tilfar verður nýtt til royndirnar. Í t.d. træyrkjunum verður ein lutur tilevnaður, so sum partur av einari trappu, modell av einum húsið o.l. Undir viðgerðini av lógarbroytingini av hesi lógargrein varð umrøtt, at tann sum rindar eisini hevur ræðisrættin. Við øðrum orðum eiga læruplássini tað undirvísingartilfarið og tilfarið, sum verður nýtt til royndirnar og sum tey hava rindað fyri. Viðvíkjandi uppgávum, rapportum v.m., ið vera gjørdar undir skúlagongd, um ikki annað er avtlað partanna millum, verður víst til Løgtingslóg nr. 30 frá 30. apríl 2015 um upphavsrætt § 1 stk. 2.

 

Í stk. 4 er ein sera eintýðug áseting, nevnliga, at skúlagongdin er ókeypis fyri lærlingarnar. Hetta vil siga, at lærlingar als ikki rinda fyri sjálva skúlagongdina. Leggur lærlingurin pening út fyri neyðugt keyp av bók/bókum e.l., eigur hann at fáa útreiðslurnar endurgoldnar av læruplássinum.

 

 

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur