Frítíð


Frítíðin er 30 dagar fyri fulla starvstíð í tíðarskeiðnum 1. apríl til 31. mars (innvinningarárið). Innvinningarárið kann í staðin vera álmanakkaárið, um hetta er ásett í sáttmála millum avvarðandi partar. Er starvstíðin styttri enn fult innvinningarár, verður frítíðin við løn sett í mun til starvstíðina.

Løntakari, ið ikki hevur vunnið rætt til frítíð við løn ella frítíðarløn í 30 dagar, hevur tó rætt til at taka frí uttan løn ella frítíðarløn í upp til 30 dagar í einum frítíðarári. Frítíðin skal verða tikin í tíðarskeiðinum 2. mai til 1. mai (frítíðarárið).

Tá ið spurningar eru settir Yrkisdeplinum um løn, frítíð og líknandi verður víst til frítíðarlógina og lønarsáttmálan hjá viðkomandi yrkisfeløgum.

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur