Tá lærupláss ella lærlingur siga upp sáttmálan eftir at royndartíðin er farin



Partarnir kunnu ikki einsíðis siga upp lærusáttmálan. Tó kann lærusáttmáli sigast upp, um báðir partar skrivliga vátta hetta.

Meginreglan er sostatt, at báðir partar skulu skriva undir tá slík broyting verður gjørd í lærusáttmálanum.

Tað kemur fyri, at annar parturin ikki vil skriva undir. Talan er tá um ósemju millum lærling og lærupláss, sum tá verður málið fyrisiti eftir ásetingunum í § 40 í lógini, sum ásetir, at ósemja millum lærling og lærupláss kann einans verða løgd fyri viðkomandi yrkisnevnd, sum skal royna semju Um so er, at semja ikki fæst í lag eftir 1. stk., kann málið verða lagt fyri eina sáttmálanevnd.

Eisini kemur fyri, at annar parturin ikki skrivar undir, orsaka av, at hesin partur ikki finst. Er farin til skips, farin uttanlands ella okkurt tílíkt. Ongar reglur eru ásettar, hvussu tá skal farast fram. Yrkisdepilin hevur tí gjørt hesar fyrisitingarreglur:

1. Yrkisdepilin skal skrivliga boða partinum frá, at neyðugt er at fáa hansara/hennara undirskrift sambært § 38, stk. 1 í lógini, ella at hann/hon sambært § 40 í lógini hevur møguleika at fáa málið lagt fyri avvarðandi yrkisnevnd. Hann/hon verður samstundis biðin um at boða Yrkisdeplinum frá hvat hann vil.

2. Um sáttmálaparturin ikki letur frætta frá sær innan 14 dagar, verður nýtt skriv sent honum/henni, har fráboðanin í fyrra skrivinum verður endurtikin.

3. Um sáttmálaparturin ikki letur frætta frá sær innan 14 dagar eftir seinna skrivið, verður nýtt skriv sent honum/henni, har boðað verður frá, at um Yrkisdepilin ikki hevur frætt aftur innan 14 dagar, verður lærusáttmálin settur úr gildi.

4. Tá 14 dagar eru farnir eftir at seinasta skrivið (ad. 3) er sent sáttmálapartinum, og Yrkisdepilin einki hevur frætt aftur, verður lærusáttmálin strikaður úr skipanini og avrit av ógildaða lærusáttmálanum sent báðum sáttmálapørtunum. 

 

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur