Kann eg útbúgva meg víðari aftaná at eg havi fingið læru- ella sveinabræv?



Møguleikarnir eru nógvir, tá tað snýr seg um at útbúgva seg víðari eftir at hava lokið eina handverks-, handils- ella skrivstovuútbúgving. Tó eru eingir víðari útbúgvingarmøguleikar innan onkrar av yrkisútbúgvingunum. Her eru nøkur fá dømi um, hvørjir møguleikar eru fyri at útbúgva seg víðari eftir loknað yrkisútbúgving:


Læru- ella sveinabræv sum: Framhaldandi útbúgving til: Víðariútbúgving:
bakari, kondittari prosess-teknologur  
bilmekanikari maskinmeistari verkfrøðingur
bygningsmálari bygningskontruktørur  
elektrikari installatørur, elektronik-teknologur, verkfrøðingur
handilsútbúgving handils-akademiútbúgving  
kokkur akademi-gastronomur o.a.  
landbúnaðartøkningur landbúnaðarteknologur  
maskinsmiður maskinteknikari, maskinmeistari verkfrøðingur
miðlagrafikari m.a. grafiskur designari o.a.  
rørsmiður byggiteknikari verkfrøðingur
skrivstovuútbúgving marknaðarførings- ella finansøkonomur o.a. skrásettur grannskoðari
smiður maskinmeistari verkfrøðingur
snikkari bygningskonstruktørur verkfrøðingur
timburmaður byggiteknikari, bygningskonstruktørur verkfrøðingur


Viðmerkjast skal, at fyri at verða tikin upp til eina verkfrøðingaútbúgving krevst, at ein tekur ”adgangskursus til ingeniøruddannelserne”, um so er, at ein ikki hevur eina gymnasiala miðnámsútbúgving ella ikki hevur ávísar lærugreinir á einum nóg høgum stigi. Til ber at fáa fleiri upplýsingar um møguleikarnar fyri at útbúgva seg víðari í t.d. Danmark við m.a. at fara inn á heimasíðuna ug.dk. Far fram til hesa síðuna: Erhvervsuddannelser

 

 

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur