Leinging av lærutíð



Sambært § 36 í yrkisútbúgvingarlógini er ásett soleiðis: Lærlingur og lærupláss kunnu gera avtalu um at leingja útbúgvingartíðina, um lærlingurin,
  1. vegna sjúku hevur verið burtur frá virkinum meir enn 10% av ásettu lærutíðini
     
  2. er burtur frá virkinum vegna eykaundirvísing í skúla, smb. § 9, stk. 4.
     
  3. hevur farloyvi í sambandi við barnsburð ella ættleiðing
     
  4. hevur niðursetta arbeiðstíð ella farlovvi orsakað av serligum viðurskiftum
Um avleiðingarnar av eini avtalu eftir stk. 1 verða tær, at útbúgvingartíðin verður longd meira enn ta tíð, sum lærlingurin hevur verið burtur, so er avtalan bert galdandi, um viðkomandi yrkisnevnd góðkennir avtaluna.
Eru lærlingur og lærupláss ikki samd um longda útbúgvingartíð vegna fráveru sum nevnt í stk. 1, kann viðkomandi yrkisnevnd, eftir áheitan frá pørtunum, áseta longda tíðarskeiðið.

Um lærlingur og lærupláss koma ásamt um at leingja lærutíðina, so skal hetta fráboðast Yrkisdeplinum á oyðublaðnum Umsókn um broyting í lærusáttmála

Hetta hevur týdning fyri at fyrisitingin og skúli kunnu fáa fráboðan um, at lærutíðin hjá viðkomandi lærlingi er longd, og at lærlingur t.d. tessvegna ikki fær møtt upp til skúlagongd, ella at lærlingur, sum møguliga skal hava almannastuðul, kann fáa váttan um, at lærutíðin er longd t.d. vegna sjúku ella farloyvi orsaka barnsburð.

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur