Leinging av lærutíðini vegna sveinaroynd



Í § 27, stk. 2 í yrkisútbúgvingarlógini er ásett, at sveina- ella yrkisroynd skal verða hildin, áðrenn sáttmálatíðin er lokin. Verður sveina- ella yrkisroynd hildin eftir, at ásetta sáttmálatíðin er lokin, skal sáttmálin leingjast samsvarandi.

Um sveina- ella yrkisroynd verður hildin eftir, at ásetta sáttmálatíðin er lokin, hvør skal so taka stig til sáttmálabroytingina?

Høvuðsreglan er, sum tað framgongur av ásetingini, at sveinaroynd skal verða hildin, áðrenn sáttmálatíðin er lokin. Hinvegin kemur fyri, at sáttmálatíðin av onkrari orsøk er úti áðrenn sveinaroynd hevur verið hildin, og tá skal sambært ásetingina lærusáttmálin broytast og leingjast samsvarandi.

Av tí at hetta er eitt lógarkrav, tekur Yrkisdepilin stig til sáttmálabroytingina. Tað verður gjørt á tann hátt, at Yrkisdepilin broytir lærusáttmálatíðina til at enda seinasta dagin, sum sveinaroyndin hjá viðkomandi lærlingi er sett at verða. Samstundis boðar Yrkisdepilin bæði lærlinginum og læruplássinum frá sáttmálabroytingini.

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur