Lønarendurgjald og ferðagjald til lærupláss



Viðv. lønarendurgjaldinum:
Í §33, stk. 4 í yrkisútbúgvingarlógini er ásett, at "Landskassin endurrindar læruplássunum lærlingalønina, sum tó ikki kann verða hægri enn ásetta minstalønin sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfeløg, meðan lærlingurin fær ta til læruna hoyrandi skúlagongd". Í kunngerðini, kunngerð nr. 116 frá 14. desember 2000 um lønarendurgjald og ferðagjald til lærupláss, er ásett, at frítíðarløn skal íroknast endurgjaldið.

 

 

 

 

Viðv. ferðagjaldinum:
Í §33, stk. 5 í lógini er ásett, at "Landskassin veitir læruplássum eitt fast gjald til ferðaútreiðslur, sum standast av, at lærlingur er noyddur at fara til Danmarkar fyri at fáa ta til læruna hoyrandi skúlagongd, av tí at henda skúlaundirvísing ikki fæst í Føroyum." Ferðaendurgjaldið er tilsamans kr. 3.500 fyri hvørt skúlaskeið.
Sí annars undir "viðmerkingar", nr. 2-4.

 

 

Hvussu geri eg?
Hevur lærupláss lærling, sum tekur ella hevur tikið ávíst skúlaskeið, skal læruplássið og skúlin útfylla oyðublaðið "Lønarendurgjald til lærupláss" ella oyðublaðið "Lønarendurgjald og ferðagjald til lærupláss" Oyðubløðini fáast frá Yrkisdeplinum ella skúlunum. Talan er sum nevnt um 2 oyðubløð. Annað oyðublaðið ("Lønarendurgjald til lærupláss") skal nýtast, tá lærlingur hevur gingið í føroyskum skúla, og hitt ("Lønarendurgjald og ferðagjald til lærupláss"), tá lærlingur hevur gingið í donskum skúla. Tað seinna skal sostatt nýtast til bæði lønarendurgjald og til ferðagjald.
Oyðubløðini fáast frá Yrkisdeplinum ella heintast á heimasíðuni: www.yrkisdepilin.fo. undir Oyðubløð.

 

 

 

Viðmerkingar:
 

  1. Høvuðstreytirnar fyri at fáa nevndu gjøld útgoldin eru, at ein lærusáttmáli er gjørdur millum læruplássið og lærlingin, og at lærusáttmálin er góðkendur og skrásettur hjá myndugleikunum (Yrkisdeplinum).
  2. Ferðagjaldið verður bert útgoldið, um so er, at eingir skúlamøguleikar eru í Føroyum til at taka ta til læruna hoyrandi skúlagongd. Hetta merkir, at um lærlingur tekur eitt ella fleiri skúlaskeið í Danmark, men at hesi skeið kundu verið tikin í Føroyum, hevur lærupláss ikki rætt til at fáa útgoldið ferðagjald.
  3. Tekur lærlingur 2 ella fleiri skeið ísenn, verður bert 1 ferðagjald útgoldið, um so er, at lærlingurin ikki ferðast millum heimstaðin/læruplássið og skúlan meira enn ta eina ferðina.
  4. Í mesta lagi 1 ferðagjald verður útgoldið fyri hvørt skúlaskeið, hóast lærlingur t.d. ferðast millum heimstaðin/læruplássið og skúlan í heyst- ella jólaferiuni e.l.
  5. Oyðublaðið "lønarendurgjald til lærupláss" (tá lærlingur hevur gingið í føroyskum skúla) ella oyðublaðið "Lønarendurgjald og ferðagjald til lærupláss" (tá lærlingur hevur gingið í donskum skúla) skal sendast Yrkisdeplinum í seinasta lagi 8 vikur eftir hvørt skúlaskeið.
     

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur