Lønarviðurskiftini hjá teimum, sum fara undir eina yrkisútbugving



Ofta eru spurningar settir Yrkisdeplinum um lønarviðurskifti, yvirtíð, løn tá lærlingur er sjúkrameldaður, tá ið lærlingur skal í farloyvi í sambandi við barnsburð o.s.fr.

Tá lærusáttmáli verður undirskrivaður, skal teigur 5 (lønar- og arbeiðsviðurskifti) í lærusáttmálanum útfyllast. Har er viðmerkt hvør lønarsáttmáli er galdandi (millum hvørji yrkisfeløg), hvussu nógvar tímar vanliga arbeiðstíðin er um vikuna og lønarútgjaldsdagur.

Ofta er eisini ivi um lønina, tá ið lærlingur er sjúkur/sjúkrameldaður. Tá ið spurningar verða settir Yrkisdeplinum um lønarviðuskifti, vísa vit altíð til viðkomandi yrkisfelag.

Viðv. fyrispurningum um løn í sambandi við barnsburðarfarloyvi, verður víst til nýggju barsilsskipanina (Barsilsskipanin - tlf 352600).

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur