Reglur um góðkenning av læruplássum



Sambært galdandi reglugerð við gildi frá 1. september 2000 (sum eisini liggur á heimasíðuni - sí her) verður eitt virki góðkent sum lærupláss út frá meting, um virkið er ført fyri at lúka tær treytir fyri verkligu læruna, sum eru ásettar í reglunum fyri tær einstøku útbúgvingarnar.

 

Tað eru viðkomandi yrkisnevnd, sum samtykkir, um eitt virki lýkur treytirnar fyri at verða góðkent. Tær vanligu treytirnar eru:

  • at yrkislært fólk við samsvarandi útbúgving og minst 3 ára arbeiðsroyndum, sum kann standa fyri upplæringini, er á staðnum
  • at virkið javnan fremur allar ella tær týdningmestu arbeiðsuppgávurnar, sum hoyra til viðkomandi yrkisgrein
  • at virkið hevur ta útgerð, sum er neyðug fyri at kunna útinna arbeiðsuppgávurnar
  • at virkið lýkur treytirnar um arbeiðsumhvørvi, sum eru ásettar í lógum og reglum um gott og trygt arbeiðsumhvørvi

 

Um eitt virki ikki í fullan mun lýkur omanfyri nevndu treytir, kann góðkenningin verða treytað av, at partur av læruni kann fara fram á øðrum góðkendum læruplássi - tað, sum nevnt verður útisetavirki. Eisini kann virki, sum á onkran hátt lýkur treytirnar ella partar av treytunum fyri læruplássgóðkenning, fáa fyribils góðkenning at taka lærling í læru.

 

Ein góðkenning er bert galdandi í 5 ár. Um einhvør broyting hendir, sum kunnu ávirka upplæringarumstøðurnar, hevur virkið skyldu til at boða viðkomandi yrkisnevnd frá hesum.

 

Avgerðir, sum yrkisnevndirnar taka sambært hesi reglugerð, kunnu leggjast fyri eina kærunevnd.

 

Umsókn um læruplássgóðkenning skal skrivast á oyðublað, sum fæst frá Yrkisdeplinum ella heintast á heimasíðuni: www.yrkisdepilin.fo. undir Oyðubløð.

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur