Skúlagongdin hjá lærlingum



Í sambandi við læruna, skulu lærlingar í skúla við ávísum millumbilum. Er talan um handverkslærlingar, fer skúlagongdin fram í einum føroyskum ella donskum tekniskum skúla, og er talan um lærlingar í handils- ella skrivstovuyrkinum, fer skúlagongdin fram á Føroya Handilsskúla ella á einum donskum handilsskúla.

 

Sambært § 4, stk. 3 í galdandi kunngerð um lærusáttmálar, kunngerð nr. 101 frá 18. juni 2001, er ásett, at "Tá ið lærupláss frá skrivstovuni hjá avvarðandi yrkisnevnd hevur móttikið góðkenda sáttmálan, skal læruplássið innskriva lærlingin til góðkendan yrkisskúla.". Hetta vil siga, at tá ið eitt lærupláss frá Yrkisdeplinum hevur móttikið góðkendan lærusáttmála, er eisini hjálagt eitt yvirlit yvir tann skúla ella teir skúlar, sum lærlingurin kann innskrivast á og eitt innskrivingaroyðublað.

 

Mannagongdin í sambandi við innskrivingina av lærlingi til skúlagongdina er sostatt:
 

• Yrkisdepilin sendir læruplássinum góðkendan lærusáttmála umframt eitt skúlayvirlit og eitt innskrivingaroyðublað
 

• Læruplássið útfyllir innskrivingaroyðublaðið og sendur tað til tann valda skúlan saman við avriti av lærusáttmálanum
 

• Er talan um handverkslærling og skúlagongdin er á donskum skúla, skal læruplássið eisini útfylla og senda annað innskrivingarblað til donsku yrkisnevndina saman við avriti av lærusáttmálanum.

 

Í nevndu § 4, stk. 4 er ásett, at "skúlin, sum lærlingurin skal verða tikin inn á, skal í seinasta lagi 4 vikur áðrenn nýtt skúlaskeið byrjar, senda lærlinginum og læruplássinum boð um, nær skeiðið byrjar og hvussu leingi skeiðið varir."

 

Tað er bert neyðugt hjá læruplássum at innskriva lærling til tað fyrsta skúlaskeiðið.

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur