Stytting í lærutíðini



Spurningur: Hvørjar treytir skal ein uppfylla fyri at fáa stytt lærutíðina?

Um lærlingur frammanundan hevur lokið ein part av tí útbúgving, sum nevnd er í lærusáttmálanum, kann sáttmálin vanliga bara fevna um vantandi partarnar av verkligu læruni og skúlagongdini.

Um lærlingur, sum av aðrari útbúgving ella viðkomandi starvsroyndum, hevur serligar fortreytir at fara undir ta útbúgving, sáttmálin fevnir um, kann viðkomandi yrkisnevnd samtykkja, at útbúgvingin kann verða stytt.

Um lærlingur og lærupláss meta, at lærlingur lýkur onkra av hesum treytum, t.d. um lærlingur hevur lokið part av skúlagongdini, sum hoyrir til yrkisútbúgvingina lærlingurin er undir, ber til at søkja um stytta lærutíð. Ella um lærlingur hevur viðkomandi starvsroyndir, t.d. hevur starvast við tað sama, sum sáttmálin fevnir um, áðrenn viðkomandi er byrjaður at læra. Umsóknin um styttað lærutíð verður fest á oyðublaðið "umsókn um broyting í lærusáttmála". Oyðublaðið er at finna her á heimasíðuni. Umsóknin verður send til Yrkisdepilin. Viðkomandi yrkisnevnd viðgerð síðani málið á komandi fundinum (upplýsast kann, at hvør yrkisnevnd hevur 4 ella 5 fundir um árið).

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur