Tá lærlingur arbeiðir niðursetta tíð ella talan er um endurútbúgving



Yrkisútbúgvingarlógin hevur onga áseting um endurútbúgving. Sostatt koma fólk, sum tørva endurútbúgving undir somu reglur sum onnur.

Yrkisútbúgvingarlógin ásetir tó í § 36, stk. 1, nr. 4, at lærlingur og lærupláss kunnu gera avtalu um at leingja útbúgvingartíðina, um lærlingurin, hevur niðursetta arbeiðstíð ella farlovvi orsakað av serligum viðurskiftum.

Hetta merkir, at arbeiðir lærlingur niðursetta arbeiðstíð (eisini orsaka t.d. endurútbúgving), skal útbúgvingartíðin leingjast samsvarandi eftir avtalu millum lærupláss og lærling.

Lærlingur kann sostatt arbeiða (læra) við niðursettari tíð. Mælt verður tó til, at arbeiðstíðin (lærutíðin) ikki skal verða undir hálva tíð. Lærutíðin verður longd samsvarandi. Fer lærlingur í niðursetta tíð eftir at hann er byrjaður í læru, skal hetta fráboðast Yrkisdeplinum.

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur