Umsókn um broyting í lærusáttmála



Umsókn um broyting í lærusáttmála er at finna á heimasíðuni hjá Yrkisdeplinum undir oyðubløð.

 

Tað eru ymiskar orsøkir til, at lærlingar og lærupláss søkja um broyting í lærusáttmálanum. Søkjast kann um at leingja, stytta ella at seta sáttmálan úr gildi.

 

Fyri at góðkenna umsóknina, skulu bæði lærlingur og lærupláss skriva undir, og møguligar grundgevingar og viðmerkingar skulu framganga av umsóknini.

 

Um ósemja er partanna millum og bert annar sáttmálapartur skrivar undir, skal málið leggjast fyri viðkomandi yrkisnevnd, ið skal royna semju partanna millum. Um yrkisnevndin ikki megnar at fáa semju í lag, ella um partarnir ynskja at kæra avgerðina hjá yrkisnevndini, kann avgerðin kærast til sáttmálanevndina, ið er sett av landsstýrismanninum at viðgera ósemjur millum lærling og lærupláss.

 

Í § 35 í yrkisútbúgvingarlógini framgongur hvørjar treytir eru fyri, at lærlingur kann søkja um stytta lærutíð, og at umsóknin kann verða gingin á møti.
Her er ásett:

 

"Hevur lærlingur frammanundan lokið ein part av tí útbúgving, sum nevnd er í lærusáttmálanum, kann sáttmálin vanliga bert fata um vantandi partarnar av verkligu læruna og skúlagongdini, smb. § 8, stk. 2 og § 9, stk. 1. (stk. 1)

 

 

 

 

Fyri lærling, sum av aðrari útbúgving ella viðkomandi arbeiðsroyndum hevur serligar fortreytir at fara undir ta útbúgving, sáttmálin fatar um, kann viðkomandi yrkisnevnd samtykkja, at útbúgvingin kann verða stytt eftir teimum í § 8 ásettu reglum um útbúgvingartíð." (stk. 2)

 

Um lærlingur søkir um at fáa lærutíðina stytta grundað á áður loknað skúlagongd, skulu prógv fyriliggja saman við umsóknini um broyting í lærusáttmálanum.

 

Um lærlingur søkir um at fáa lærutíðina stytta grundað á viðkomandi arbeiðsroyndir, skal váttan um arbeiðsroyndirnar fyriliggja saman við umsóknini um broyting í lærusáttmálanum.

 

Um søkt verður um at leingja lærusáttmálan, framgongur í §36 hvørjar treytirnar eru fyri tí.
Har er ásett:

 

Stk. 1. Lærlingur og lærupláss kunnu gera avtalu um at leingja útbúgvingartíðina, um lærlingurin,

 

 

 

  1. vegna sjúku hevur verið burtur frá virkinum meir enn 10% av ásettu lærutíðini
  2. er burtur frá virkinum vegna eykaundirvísing í skúla, smb. § 9, stk. 4.
  3. hevur farloyvi í sambandi við barnsburð ella ættleiðing
  4. hevur niðursetta arbeiðstíð ella farlovvi orsakað av serligum viðurskiftum

 

Stk. 2. Um avleiðingarnar av eini avtalu eftir stk. 1 verða tær, at útbúgvingartíðin verður longd meira enn ta tíð, sum lærlingurin hevur verið burtur, so er avtalan bert galdandi, um viðkomandi yrkisnevnd góðkennir avtaluna.

Stk. 3. Eru lærlingur og lærupláss ikki samd um longda útbúgvingartíð vegna fráveru sum nevnt í stk. 1, kann viðkomandi yrkisnevnd, eftir áheitan frá pørtunum, áseta longda tíðarskeiðið.

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur