Uppsagnarviðurskifti eftir at lærutíðin er staðin?



Hvussu er, tá ið lærutíðin hjá lærlingi er lokin. Hevur arbeiðsgevari (lærupláss) ella lærlingur uppsagnarskyldu?

 

Yrkisútbúgvingarlógin hevur ongar ásetingar um uppsagnarskyldu, tá ið lærlingur hevur lokið lærutíðina. Einasti lønarsáttmáli, sum hevur áseting hesum viðvíkjandi er sáttmálin millum S&K-felagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag, har tað í § 9, stk. 4 er ásett soleiðis: Ynskir lærumeistari at siga upp lærling í samband við, at hann hevur útstaðið lærutíð sína, so verður hetta at gera við 1 mánaða freist til tann 1.sta í einum mánaði.

 

Henda ásetingin í lønarsáttmálanum millum S&K-felagið og Føroya Arbeiðsgevarafelagið skal skiljast soleiðis, at hevur lærumeistari (lærupláss) ikki sagt upp lærling, tá hann hevur útstaðið lærutíð sína, er lærlingur at rokna sum framvegis í starvi til arbeiðsgevarin sigur hann upp við 1 mánaða freist til tann 1.sta í einum mánaði. Sáttmálin sigur einki um, um lærlingur hevur nakra uppsagnarfreist.

 

Niðurstøðan er sostatt,
- at partarnir eru bundir at lærusáttmálanum til lærutíðin sambært lærusáttmálanum er úti
- at lærlingur er leysur av læruplássinum, tá ið hann/hon hevur lokið lærutíðina sambært lærusáttmálanum
- at lærupláss ikki hevur skyldu at hava lærling í starvi eftir at lærutíðin sambært lærusáttmálanum er úti, samanber tó omanfyri nevndu áseting í sáttmálanum millum S&K-felagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur