Innanhýsis mannagongdir


Yrkisdepilin hevur valt at leggja ávísar innanhýsis mannagongdir á heimasíðunu, soleiðis at viðskiftafólk m.a. kunnu fáa innlit í, hvussu manngongdirnar eru, tá ið mál, sum hava almennan týdning verða viðgjørd og avgreidd. Ætlanin er at hava fleiri slíkar mannagongdir afturat. Hesar koma so við og við.

 

Mannagongd við góðkenning av lærusáttmála


Tá Yrkisdepilin móttekur lærusáttmála, skal depilin:
1) kanna, um læruplássið hevur læruplássgóðkenning. Læruplássgóðkenning í tí yrkinum, sum lærlingurin fer í læru í, skal fyriliggja, samanber § 27, stk. 1 í lógini.
2) kanna, um umsitingargjaldið er goldið. Umsitingargjaldið skal verða Yrkisdeplinum í hendi áðrenn lærusáttmáli verður sendur aftur til sáttmálapartarnar, samanber § 2 í kunngerðini um umsitingargjald vinnunar.
3) kanna, um sáttmálin er rætt og nøktandi útfyltur, t.d. um undirskriftirnar eru frá báðum pørtunum, um lærlingurin hevur verkligar ella ástøðiligar royndir/útbúgving, sum gevur rætt til stytting í lærutíðini v.m. og kanna, um treytirnar um talið á sveinum í mun til lærlingar og treytirnar annars fyri upplæringin av lærlinginum eru í lagi.
4) Senda avrit av lærusáttmálanum og avrit av galdandi útbúgvingarkunngerð til bæði læruplássið og lærlingin. Læruplássið fær eitt eyka avrit av lærusáttmálanum at senda til tann skúla, sum lærlingurin skal á, umframt upplýsingarheftið um tilmelding til skúla.
5) Síðani verður fysiski lærusáttmálin journaliseraður í skrásetingarskipanini og goymdur í málsmappuni.

 

Mannagongd við læruplássgóðkenning


Tá Yrkisdepilin móttekur umsókn um læruplássgóðkenning, skal depilin:
1) kanna, um umsøkjarin á oyðublaðnum ”umsókn um læruplássgóðkenning” hevur givið allar teir neyðugu upplýsingarnar.
2) Mangla upplýsingar, skal depilin ringja/skriva til umsøkjarin og fáa til vega teir manglandi upp¬lýsingarnar.
3) Yrkisdepilin boðar umsøkjaranum frá, at umsóknin er móttikin og boðar frá, nær fundurin um málið verður hildin.
4) Yrkisnevndaskrivarin fyrireikar umsóknina til fyrskomandi fundin í avvarðandi yrkisnevnd. Fundur í tí ávísu yrkisnevndini verður vanliga hildin annanhvønn mánaða. 5) Tá ið øll viðurskifti eru í lagi, skal umsóknin skrásetast í skrásetingarskipanini.

 

Mannagongd við ráðsfundum


Fundir og mál annars í Yrkisútbúgvingarráðnum verða skipað eftir viðtøkum, sum eru samtyktar av ráðnum og góðkendar av landsstýrismanninum. Ráðsviðtøkurnar liggja á heimasíðuni hjá Yrkisdeplinum undir ”Yrkisútbúgvingarráðið”/”Viðtøkur”.

 

Mannagongd við avgreiðslu av yrkisskeiðum:


1) Umsøkjari søkir Yrkisútbúgvingarráðið um góðkenning av skeiði/skeiðsrøð, samanber § 1, stk. 1 í kunngerðini.
2) Yrkisdepilin letur Yrkisútbúgvingarráðnum yvirskipaða uppskotið sum støði undir fram¬haldandi viðgerð.
3) Yrkisdepilin boðar umsøkjaranum frá avgerð ráðsins og heitir á útbúgvingarstaðið um at gera kravdu skeiðsreglurnar um so er, at ráðið hevur góðkent yvir¬skipaða uppskotið, samanber § 5 í kunngerðini.
4) Tá ið útbúgvingarstaðið hevur latið Yrkisdeplinum skeiðsreglurnar, verða tær lagdar fyri avvarðandi yrkisnevnd til viðgerðar og góðkenningar, samanber § 1, stk. 3 og § 5, stk. 1 í kunngerðini.
5) Samstundis sum søkt verður um góðkenning av skeiðsreglunum, skal umsøkjarin rinda umsitingargjaldið (kr. 3000) til Yrkisdepilin, samanber § 9 í kunngerðini.
6) Er talan um góðkenning av útbúgvingarstaði, fer umsóknin beinleiðis (og bert) til avvarðandi yrkis¬nevnd (ikki til ráðið), samanber § 3 í kunngerðini. Umsitingargjald skal ikki rindast fyri góðkenning av útbúgvingarstaðið.
7) Yrkisdepilin útskrivar øll góðkenningarskjøl, samanber § 2, stk. 2 í kunngerðini. Góð¬kenningar¬skjøl mugu ikki útskrivast fyrr enn øll viðurskifti, herundir skeiðsreglur og góðkenning av útbúgvingarstaði, eru upp á pláss.

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur