Samsýningar


Samsýningar og ferðaendurgjald á yrkisútbúgvingarøkinum

  

Fundarsamsýning til ráðslimir:
YD rindar samsýning (satsur 1*) aftaná hvønn fundin sam¬bært tímatalinum í fundarfrágreiðingunum (undantikin er formaðurin umframt limir, sum ikki ynskja samsýning). Ferðaendurgjald verður ikki goldið.

 

Fundarsamsýning til arbeiðsbólkar undir ráðnum:
YD rindar samsýning (satsur 1*) og møg. ferðaendurgjald til hvønn persónin aftaná hvønn fundin sam¬bært tímatalinum í fundarfrágreiðingunum.

 

Fundarsamsýning til yrkisnevndalimir og serkøn til vanligar yrkisnevndafundir:
YD rindar samsýning (satsur 1*) og møg. ferðaendurgjald til hvønn persónin aftaná hvønn fundin sam¬bært tímatalinum í fundarfrágreiðingunum.

 

Fundarsamsýning til arbeiðsbólkar undir yrkisnevndunum til gerð av útbúgvingarkunngerðum:
YD rindar samsýning (satsur 1*) og møg. ferðaendurgjald aftaná hvønn fund sam¬bært tímatalinum í fundarfrágreiðingunum.

 

Fundarsamsýning fyri gerð av lesiætlan:
YD rindar fasta samsýning (satsur 2*) fyri hvørja lesiætlan (vanliga 10-20 tímar - tó max 30 tímar) til hvønn persónin eftir framman¬undan gjørda avtalu við YD. Er talan um dagføring av lesiætlan, rindar YD eina minni fasta samsýning (max 20 tímar) til hvønn persónin eftir frammanundan gjørda avtalu við YD.

 

Samsýning fyri uppgávugerð til sveina- og yrkisroyndir, herundir tilsvarandi sjúkraroyndir:
YD rindar samsýning (satsur 2*) pr. uppgávusett (vanliga 10-20 tímar - tó max 30 tímar) til hvønn persónin eftir framman¬undan gjørda avtalu við YD fyri gerð av yrkis- og sveinaroyndaruppgávum, herundir tilsvarandi sjúkraroyndaruppgávur. Sambært § 9 í Kunngerð um felags útbúgvingar¬reglur og felags útbúgvingarbygnað fyri yrkis¬útbúgvingar er ásett: at skúlarnir gera uppgávurnar til ávegis- og miðskeiðis¬royndirnar, og at Yrkisdepilin ger uppgávurnar til sveinaroyndirnar og tilnevnir metingar¬dómarar til miðskeiðis- og sveinaroyndirnar). Innan skrivstovuyrkið gera lærlingarnir royndar¬uppgávuna (uttan samsýning).

 

Er talan um dagføring av yrkis- og sveinaroyndaruppgávum, rindar YD eina minni fasta samsýning pr. uppgávu¬sett (max 20 tímar) til hvønn persónin eftir frammanundan gjørda avtalu við YD.

 

Samsýning til metingardómarar:
YD rindar fyri døming (satsur 3*) og møg. ferðaendurgjald (ferðauppgerð er neyðug), til hvønn persónin aftaná hvørja roynd (t.e. allar sveinaroyndir, herundir tilsvarandi sjúkraroyndir, og allar miðskeiðs¬royndir) eftir uppgerð frá metingar¬dómara/-dómarum (samanber tekstin omanfyri í kunngerðini um felags útbúgvingarreglur). YD rindar harumfarmt samsýning til metingar¬dómarar, tá SIT-næmingar fara upp til endaliga verkliga roynd. Innan skrivstovuyrkið fáa metingardómarar samsýning (satsur 3*) fyri 4 tímar pr. lærling íroknað fyrireiking.

 

Samsýning fyri rættlestur:
Kr. 100 pr. bls. fyri rættlestur
Kr. 150 pr. bls. fyri málsliga viðgerð + rættlestur
Kr. 200 pr. bls. fyri týðing – lættur tekstur
Kr. 250 pr. bls. fyri týðing – tungur tekstur

 

Satsir:
1*) Fundarsamsýning (1-3 tímar, 3-5 tímar og yvir 5 tímar)
2*) Samsýningin er handverkaratímaløn + 35%
3*) Samsýningin er handverkaratímaløn + 60%

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur