Kæra um uppsøgn av lærusáttmála - kærumál (2004)

 

Kæra um uppsøgn av lærusáttmála

 

Kæra um uppsøgn av lærusáttmála (2)

 

Kæra um uppsøgn av lærusáttmála (3)

 

Kæra um læruplássgóðkenning

 

Kæra um uppsøgn av lærusáttmála - kærumál (2002)

 

Kæra um uppsøgn av lærusáttmála - kærumál (2004)

 

Kæra um leinging av lærutíð juni 2004

 

Kæra um góðkenning av lærusáttmála 2007

 

Kæra um talið av lærlingum á læruplássinum 2008

 

Uppsøgn av lærlingum 2008

 

Lærlingur ynskir at uppsiga sáttmálan 2008

 

Kæra um noktandi svar uppá stytting frá yrkisnevndini 2009

 

Kæra um nær lærusáttmálin skal setast í gildið 2010

 

Kæra um uppsøgn av lærlingi 2009

 

Kærumál millum lærling og lærupláss um løn og uppsøgn av lærusáttmála 2010

 

Ósemja um uppsøgn av læusáttmála 2014


Ósemja um uppsøgn av læusáttmála 2016 vár


Ósemja um uppsøgn av læusáttmála 2016

Kæra um uppsøgn av lærusáttmála


Fyritøka, sum er góðkend sum lærupláss leggur niður eina deild, sum hevur lærling í læru. Lærlingurin fær í samráð við fyritøkuna lærupláss á aðrari fyritøku. Lærlingurin kærir, tí hann heldur, at fyritøkan, sum hann upprunaliga varð settur í læru í, als ikki hevur niðurlagt deildina. 

 

Í sínum úrskurði sigur kærunevndin, at lærutíðin ikki kann verða longd orsaka av skiftinum, eins og lærlingurin hevur somu rættindi og skyldur sum frammanundan. Lærlingurin hevur ikki krav upp á yvirtíð, tí sáttmálin sigur einki um hetta, og tískil er hetta ikki ein fíggjarligur missur. Kærarin hevur ikki verið fyri nøkrum inntøkumissi í sambandi við koyring til og frá nýggja læruplássinum, tí hann hevur koyrt saman við øðrum starvsfelaga, eins og koyrifrádráttur kann nýtast..

 

Kærunevndin avvísir tí av nevndu orsøkum kæruna. Fyri at fáa ein enda á málinum í sátt og semju, vildi tann kærdi gjalda kr. 5000 til fulla og endaliga avgerð av øllum millumverandi. Hesa semju góðtók kærarin.
 

Kæra um uppsøgn av lærusáttmála (2)


Lærlingur byrjaði í læru í fyritøku í apríl mánað 2000 og fær lærlingaløn frá byrjunardegnum av. Í juli mánaða árið eftir fær hann at vita, at sáttmálaviðurskiftini ikki eru í lagi, og at sáttmálin í fyrsta lagi kann fáa gildi frá januar mánaða 2001. 

 

Kærunevndin hevði henda niðurskurð: Sambært § 31 í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar, skal lærusáttmáli verða undirskrivaður áðrenn læran byrjar, eins og tað stendur í vegleiðingini til útfylling av lærusáttmálanum, at lærutíðin í fyrsta lagi byrjar tann dag, lærusáttmálin er undirskrivaður av sáttmálapørtunum. Sáttmálin skal verða Yrkisdeplinum í hendi í seinasta lagi 4 vikur, eftir at hann er undirskrivaður. Av tí at undirskrivaður sáttmáli ikki er latin Yrkisdeplinum fyrr enn í januar mánaða 2001, kann lærutíðin ikki byrja fyrr enn tá.

 

Sambært omanfyri standandi verður avgerðin hjá yrkisnevndini sostatt staðfest, sum sigur: Lærusáttmálin kann í fyrsta lagi taka við frá januar 2001.
 

Kæra um uppsøgn av lærusáttmála (3)


Lærupláss hevur sagt lærling upp við teirri grundgeving, at lærlingurin ikki møtir til arbeiðis, hóast bæði munnligar og skrivligar ávaringar. 

 

Lærlingurin kærir uppsøgnina til yrkisnevndina. Av tí at semja ikki fæst í yrkisnevndini, verður málið latið Kærunevndini.

 

Kærunevndin staðfesti, at av tí at semja verður gjørd um, at lærutíðin verður góðkend at verða frá tí at lærlingurin byrjaði í læru til endaliga uppsøgnin er fráboðað Yrkisdeplinum, og at kærarin góðtekur hesa uppsøgnina, verður samtykt, at lærusáttmálin uttan aðrar fylgir verður settur úr gildi.
 

Kæra um læruplássgóðkenning


Fyritøka, sum er góðkend sum lærupláss í maskinyrkinum, søkir um eisini at verða góðkend sum lærupláss í lastbilayrkinum. Yrkisnevndin innan Flutningsyrkið havnar umsøknini.

 

Málið verður kært til Kærunevndina, sum í sínum úrskurði sigur soleiðis: Upplýst er í málinum, at eingin útlærdur lastbilamekanikari ella vanligur bilmekanikari er tøkur á staðnum. Einans vanligir maskinsmiðir arbeiða á verkstaðnum. Eftir at hava umrøtt fakliga førleikan nærri hjá starvsfólkinum, kom kærunevndin til tað niðurstøðu, at ein útbúgving sum maskinsmiður ikki er nøktandi førleiki at átaka sær upplæring av einum lastbilamekanikara. Starvið sum lastbilamekanikari víkir nevnliga so nógv frá yrkinum sum maskinsmiður, at útbúgvingin ikki er sambærlig. Tá eingir vanligir bilmekanikarar eru í starvi, sum hava royndir innan lastbilayrkið, er tað ei heldur grundarlag fyri at gera nakað undantak frá høvuðsreglunum, at ein lastbilamekanikari skal vera í starvi, um verkstaðurin skal verða góðkendur sum lærupláss innan hetta yrki.

 

Kærunevndin staðfesti samsvarandi hesum avgerðina hjá yrkisnevndini um ikki at ganga umsóknini á møti um læruplássgóðkenning til lastbilasmið. Útgangsstøðið fyri niðurstøðuni hjá kærunevndini er, at eitt høgt fakligt støði framhaldandi verður hildið innan alt føroyskt handverk, soleiðis at eitt føroyskt lærupláss altíð skal vera á hædd við læruplássini í okkara grannalondum.

Kæra um uppsøgn av lærusáttmála - kærumál (2002):


Fyritøka avhendir part av virkseminum til aðra fyritøku. Í avhendaða partinum er lærlingur í læru, sum tessvegna kemur í læru hjá tí nýggja eigaranum. Orsaka av, at lærlingurin er misnøgdur við skiftið, søkir lærlingurin um at verða loystur úr lærusáttmálanum.

 

Meirilutin í Kærunevndina heldur, at yvirtøka av rættingum og skyldum eftir lærusáttmálanum ikki kann fara fram uttan góðtøku lærlingsins, og at henda góðtøka skal vera úttrykkilig og ivaleys, helst skrivlig. At áheitan lærlingsins á leiðarin á fyritøkuni, sum hevur yvirtikið virksemið, um ferðapening til skúla í Danmark, ikki uppfyllir nevndu treytir til úttrykkiliga góðtøku av broyttu sáttmálaviðurskiftunum, og at lærlingurin ikki við fráveru síni frá arbeiðsplássinum hevur brotið lærusáttmálan, tí hann hevur verið burtur frá arbeiði í samráð við arbeiðsgevaran, og í hvussu er uttan at hesin hevur mótmælt.

 

Kærunevndin hevði soljóðandi úrskurð: Lærlingurin verður loystur úr lærusáttmálanum og hevur ikki skyldu til at halda fram sum lærlingur í fyritøkuni, sum hevur yvirtikið tann partin av virkseminum, sum lærlingurin upprunaliga varð settur í læru í.

Kæra um uppsøgn av lærusáttmála - kærumál (2004):


Lærlingur søkir læruplássið um at verða loystur úr starvinum sum lærlingur.

 

Læruplássið, sum er eitt smápartafelag, vil ikki seta lærusáttmálan úr gildi uttan so, at felagið kundi gerast skaðaleyst í málinum.

 

Lærusáttmálin hevur verið í gildið í eitt gott ár. Í tí tíðini hevur lærlingurin tikið 1. skúlaskeið (20 vikur) og verið sjúkrameldaður millum 5 og 6 mánaðir.

 

Í sínum úrskurði sigur kærunevndin, at við teimum uppgerðum, sum eru framlagdar, hevur lærlingurin vegna skúlagongd og sjúku verið minni enn 3 mánaðir til arbeiðis í sáttmálatíðini, og at lærlingurin hevur sagt lærusáttmálan upp í royndartíðini smb. grein 38, stk. 2 og er tí leysur av sáttmálanum uttan nakra endurgjaldsskyldu mótvegis læruplássinum.

Kæra um leinging av lærutíð juni 2004


Fyritøka søkir um at lærlingar bert læra í 2 ár, hóast teir arbeiða niðursetta tíð.

Niðurstøðan hjá sáttmálanevndini var at: Málið er serstakt á tann hátt, at talan er ikki um ósemju millum lærling og lærupláss, men millum Yrkisdepilin á aðrari síðuni og lærupláss lærling á hinari síðuni.

Spurningurin er tí, um hetta mál hoyrir heima í sáttmálanevndini, tí grein 40 stk. 1 í løgtingslógini tosar bert um ósemjur millum lærling og lærupláss.

Hóast grein 41 bert nevnir trætur, er ávísingin til grein 41 í grein  40 stk. 2, sum aftur vísir til grein 40 stk. 1.

Kunngerð nr. 86. frá 15/5-01, sum broytt við kunngerð nr. 118 frá 24/8-01 nevnir í grein 1 sáttmálanevndir at viðgera ósemjur millum lærling og lærupláss

Hóast málið neyvan hoyrir heima í sáttmálanevndini, loyva vit okkum at viðmerkja, at sáttmálanevndin annars er samd um niðanfyristandandi faktum, sum er upplýst av Arbeiðsgevaranum.

"Arbeiðsgevarin ger avtaluna við lærlingarnar og metir, at 2 ára útbúgving er nøktandi, hóast arbeiðstakararnir arbeiða niðursetta tíð

Skúlagongdin er tann sama fyri allar lærlingar líka mikið, um teir arbeiða fulla ella niðursetta tíð. Arbeiðið í lærutíðini er stórt sæð tað sama, sum áðrenn lærutíðina.

Niðurstøðan hjá sáttmálanevndini er tí, at fyri henda serstaka homogena bólk, vil ein longd lærtíð í hesum førum ikki økja um førleikan hjá lærlingunum.

Sáttmálanevndin er eisini samd um, at Yrkisdepilin/Yrkisnevndin ikki hevur gjørt eina individuella meting, um serlig viðurskifti eru til staðar ella ikki í hesum máli." 

Harumframt loyvir formaðurin í sáttmálanevndini sær at gera hesar viðmerkingar:

Sum grundgeving fyri at leingja lærutíðina, vísir yrkisnevndin í skrivi ásettan dato til ein fund aðra ásetta dato, tá avgerð varð tikin um, at fyri útbúgving innan fyri skrivstovuyrki er stytsta lærutíð 4 ár, um arbeitt verður hálva tíð og tvey ár, um arbeitt verður fulla tið.

Tit vísa ikki til hvørja lógargrein tykkara avgerð hevur heimild í, men eg rokni við, at tað er grein 23 stk. 1. nr. 2,11 og 12, við ávísingum.

Smb. grein 8 stk. 4 samtykkir yrkisnevndin m.a. útbúgvingartíðina, men smb. grein 23 stk. 1. nr. 2 ásetir landsstýrismaðurin eftir tilmæli frá yrkisnevndunum reglur um útbúgvingartíðina fyri góðkendar útbúgvingar.

Er munurin á grein 8 stk. 4 og grein 23 "góðkendar" soleiðis at yrkisnevndirnar samtykkja fyri ikki gíðkendar útbúgvingar ella hvussu skal hetta skiljast ?

Smb. grein 23 stk. 1 nr. 12 ásetir Landsstýrismaðurin, eftir tilmæli frá Yrkisnevndunum reglur um stytting ella leinging av útbúgvingartíðini, smb. grein 37

Hetta tykist formanninum í sáttmálanevndini eitt sindur løgi, tí grein 37 yvirletur til yrkisnevndina "tá ið serlig viðurskifti tala fyri tí", at meta um og avgera at stytta ella leingja útbúgvingartíðina.

Smb. grein 36 stk. 1 nr. 4 kunnu lærlingur og lærupláss gera avtalu um at leingja útbúgvingina um lærlingurin hevur niðursetta arbeiðstíð.

Við avgerð yrkisnevndarinnar ásetta dato merkir hetta so ikki, at lærlingur og lærupláss ikki kunnu, men skulu leingja útbúgvingartíðina, um lærlingurin arbeiðir niðursetta tið ?

Um grein 37 skal annars viðmerkjast, at eftir mínum tykki, er hetta ein sergrein í mun til grein 23 og hetta er ein grein, har lóggevarin - Løgtingið - yvirletur eina meting til almennu umsitingina at gera.

Í slíkum førum er tað ein beinleiðis skylda hjá umsitingini at gera eina individuella meting í hvørjum einstøkum føri.

Tað hevur Yrkisdepilin/Yrkisnevndin ikki gjørt í hesum føri. Tit hava í staðin við avgerðini ásetta dato sett eina generella reglu, soleiðis at eingin meting er gjørd.

Hetta nevnist á donskum ( og ti føroyskum ) forvaltningsrætti at seta "skøn under regel" og er sum meginregla ikki bert í stríð við góðan forvaltningsrætt, men eisini óheimilað og dømir eru um, at avgerðir tiknar við grundarlagi í slíkum generellum reglum, eru sendar aftur til myndugleikan við boð um at gera tað individuellu meting, sum lógin krevur.

Kæra um noktandi svar uppá stytting frá yrkisnevndini 2009


Lærlingur hevur sókt um stytting í lærutíð vegna arbeiðsroyndir. tí lærlingurin hevur starvast í handli, har hann hevur avgreitt og ráðgivið kundunum. Eisini hevur hann verið í smiðjuni og tá á hevur staðið verið úti við yrkislærdum. Hann hevur arbeitt tilsamans 3670 tímar seinastu 4 árini.

Yrkisnevndin gekk ikki umsóknini á møti, tí hon metti ikki, at arbeiðsroyndirnar hjá lærlinginum vóru nóg viðkomandi fyri læruna. Hesa avgerð kærdu lærlingur og lærupláss til Kærunevndina.

Kærunevndin tók útgangsstøðið í at roknað verður við 173,3 tímum pr. mánað, sum gevur 2080 tímar um árið, og at 3670 tímar ikki røkka til 2 ár.

Læruplássið gjørdi galdandi at, grundarlag var fyri at stytta lærutíðina hjá lærlinginum, tí hann hevur nógvar royndir gjøgnum sína starvstíð hjá læruplássinum og at ein, ið hevur starvast hálva tíð í næstan 4 ár í veruleikanum hevur betri arbeiðsroyndir enn ein, ið hevur starvast fulla tíð í 2 ár.

Limirnir í Yrkisnevndini førdu fram, at tey sum heild meta tað vera rættast at vera afturhaldandi at stytta lærusáttmálar. tey meta eisini at tað trekkir niður, at arbeiðið ikkihevur verið samanhangandi og annars at arbeiðsroyndirnar ikki hava verið fult viðkomandi, men bert nøkunlunda viðkomandi.

Yrkisnevndin metti seg at hava heimild at gera reglur fyri stytting av lærutíðini og vísti til meginreglurnar, har lærlingurin heldur ikki hevði fingið stytting, hóast arbeiðsroyndirnar høvdu verið fult viðkomandi, tí lærlingurin hevði ikki 2 ára arbeiðsroyndir, tá hann fór í læru.

Kærunevndin var samd í grundgevingunum hjá Yrkisnevndini og ger tí henda úrskurð:

Úrskurður:

Avgerðin hjá Yrkisnevndini sum fráboðað í skrivi verður staðfest. 

Kæra um talið av lærlingum á læruplássinum 2008


Eitt lærupláss kærir um úrskurðin hjá Yrkisnevnd um at teir ikki sleppa at seta 4. lærlingin í læru tá teir bert eru 2 yrkislærdir.

Í umsóknini greiðir kærarin frá, hvussu arbeiðið á læruplássinum er skipað.

Í úrskurðinum frá Yrkisnevndini, sum ikki gongur umsóknini á møti, verður í grundgevingini bert víst til grein 3 í reglugerðini fyri góðkenning av læruplássum.

Kærunevndin hevði fund við læruplássið, sum greiddi frá, at umframt hann starvast ein annar yrkislærdur, sum er útbúgving fyri 3-4 árum síðani og hevur nógvar royndir, bæði her og í útlandinum.

Í løtuni eru 3 lærlingar, harav 2 hava mangla 1 ár av lærutíðini, meðan tann triðji hevur verið í 1 ár.

Skipanin er soleiðis at 1 næmingur er í skúla januar til mars, 1 í apríl til juni og juli til september.

Í oktober til desember eru allir lærlingarnir til arbeiðis á læruplássinum. Hesa tíðina hava yrkislærdir og lærlingar høvi til at gera nógv annað og ørðvísi enn tá bert 2 lærlingar eru til arbeiðis ( januar til september) og lærlingarnir læra tí meira hesa tíðina.

Um kærarin fær loyvi til 4 lærlingar, vil tann eini altíð vera á skúla, soleiðis at støðan ikki vil verða øðrvísi enn hon er nú í oktober til desember, sum kærarin greiðir frá, er tann læruríkasta hjá lærlingunum.

Tað er altíð í minsta lagi ein yrkislærdur til arbeiðis og arbeiðið verður diffentiera hvønn mánað.

Yrkisnevndin fekk møguleika til at gera viðmerkingar til frágreiðingina frá læruplássinum.

TIl skrivið frá Yrkisnevndini hevur Sáttmálanevndin hesar viðmerkingar:

Reglugerðin um góðkenning av læruplássum frá 4. mai 2006 er gjørd við heimild í grein 26, stk 1 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 við seinni broytingum.

Í grein 26, stk. 1 stendur:  góðkenning av virki sum lærupláss verður gjørd út frá meting um virkið er ført fyri at lúka tær treytir .....

Í reglugerðini grein 3, stk 2 er ásett, " at virki skal ikki hava fleiri enn 1 lærling meira enn svarandi til talið av yrkislærdum innan viðkomandi yrki á staðnum".

Henda grein gevur ikki pláss fyri meting, sum ásett í grein 26 stk. 1 í áður nevndu løgtingslóg. Her hava yrkisnevndirnar sett lógarásettu metingina undir reglu (skøn under regel) og soleiðis avskorið læruplássið frá metingini, sum tað hevur rætt til.

Niðurstøðan hjá Yrkisnevndini er, at hon metir ikki, at grundgevingarnar hjá læruplássinum eru grundgevingar nokk fyri at víkja frá grein 3 í reglugerðini.

Um kæruna frá læruplássinum skal Sáttmálanevndin viðmerkja:

Tað má leggjast til grund, at tá lærlingarnir hjá læruplássinum eru til arbeiðis er altíð í minsta lagi 1 yrkislærdur á vakt saman við teimum og at sum støðan nú er í oktober til desember, eru 2 lærlignar og 1 yrkislærdur á aðrari vaktini, meðan 1 yrkislærdur og ein lærlingur eru á hinari.

Ein fjórði lærlingur vil altíð vera í skúla soleiðis at støðan í oktober til desember framhaldandi verður óbroytt, meðan í januar til september vilja 3 lærlingar vera á vakt eins og í oktober til desember.

Út frá frágreiðingini og kæruni hjá læruplássinum má eisini leggjast til grund, at um lærlingarnir vóru 4 í tali, verður tað meira tíð til arbeiðið, har næmingarnir læra meira av smálutum í yrkinum.

Av teimum 3 lærlingunum, sum læruplássið hevur í løtuni eru tveir 3. árslærlingar og ein 1. árs lærlingur.

Við omanfyri standandi grundgevingum metir Sàttmálanevndin, at læruplássið er ført fyri at lúka tær treytir, sum ásettar eru í grein 26, smb. grein 16 í áður nevndu løgtingslóg um Yrkisútbúgvingar, eisini um læruplássið setur tann 4. lærlingin og ger tí henda úrskurð.

Úrskurður:

Kærarin læruplássið fær viðhald og fær sostatt loyvi at seta tann 4. lærlingin.

Kæra um góðkenning av lærusáttmála 2007


Lærlingur hevur umvegis Almannastovuna fingið lærupláss, men gloyma lærlingur og lærupláss at senda sáttmálan til Yrkisdepilin. Yrkisdepilin móttekur undir øllum umstøðum ikki lærusáttmálan fyrr enn eitt ár aftaná, at sáttmálin er undirskrivaður pørtunum og sendur aftur til Almannastovuna og ikki Yrkisdepilin.

Kærarin játtar at vilja taka lærlingin í skrivstovulæru og gongur ynski lærlingsins á møti um at arbeiða hálva tið.

Almannastovan ringir til Yrkisdepilin, og fær játtan frá teimum, um at lærlingurin kann fara í skrivstovulæru hálva tið, men at lærlingurin skal ganga fulla tíð í skúlagongdini.

Lærlingurin hevur HH prógv, men orsakað av hálvu arbeiðstiðini, verður lærutíðin 4 ár.

Lærusáttmáli verður undirskrivaður á 1/6-2006 av kæraranum og lærlinginum, sum byrjar læruna beinanvegin.

Yrkisdepilin, sum skal góðkenna sáttmálan, hevur stemplað móttøkudagin til 15/5-2007, góðkennir hann 13/6-2007 og sendir hann aftur til kæraran 13/7-2007.

Kærarin mótmælir, at sáttmálin ikki tekur við fyrr enn 13/6-2007.

Kærarin kærir avgerðina til Yrkisdepilin við skrivi, dagf. 18/7-2007, sum 31/7-2007 sendir kæruna við skjølum og viðmerkingum til Sáttmálanevndina.

 

Sáttmálanevndin hevði fund við innkærda og kæraran:

Kærarin greiddi frá, at lærlingurin byrjaði læruna á 1/6-2006.

Tey høvdu havt samskifti við Almannastovuna, sum hevði havt samskifti við innkærda um málið. tí lærlingurin bert skuldi arbeiða hálva tíð.

Tey sendu beinanvegin lærusáttmálan til góðkenningar hjá innkærda, sum annars eisini - við samskiftinum við Almannastovuna - hevði kunnleika til, at lærlingurin var byrjaður á sumri 2006.

Sáttmálin var journaliseraður í skipanini hjá kæraranum, tann 8/6-2006. 

Kærarin gjørdi galdandi, at sáttmálin tí eigur at fáa gildi frá 1/6-2006 ella í øðrum lagi 8/6-2006.

Fyri innkærda greiddi Yrkisdepilin frá, at smb. teirra skjølum varð sáttmálin ikki komin til teirra fyrr enn 15/5-2007.

Innkærdi fekk tá beinanvegin at vita, at umsitingargjaldið ikki var goldið. Hetta var síðani goldið og sáttmálin góðkendur 13/6-2007.

Yrkisdepilin hevði ongan møguleika at góðkenna sáttmálan, fyrr enn hann var komin til teirra og umsitingargjaldið goldið. Yrkisdepilin vísti annars til frágreiðing  teirra frá 31/7-2007.

Kærarin ynskti at fáa alt samskifti við Almannastovuna framlagt fyri Sàttmálanevndina.

 

Sáttmálanevndin kom til hesa niðurstøðu:

Sáttmálanevndin skal viðmerkja, at sambært grein 8 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 15 frá 16. mars 2006, verður lærutíðin at rokna frá tí degi sáttmálin hevur gildi, tó i fyrsta lagi frá tí degi lærusáttmálin er góðkendur av góðkenningarmyndugleikanum.

Kærarin hevur próvbyrðuna av, at lærusáttmálin varð sendur innkærda áðrenn 15/5-2007, og tá innkærdi ikki sigur seg hava móttikið sáttmálan áðrenn 15/5-2007, kann ikki leggjast til grund, at lærusáttmálin er komin til innkærda fyrr enn 15/5-2007.

Sambært vegleiðingini um útfylling av lærusáttmálanum skal umsitingargjaldið vera innkærda í hendi, áðrenn lærusáttmálin verður góðkendur.

Smb. grein 22, stk. 8 í áðurnevndu lægtingslóg skal læruplássið rinda eitt umsitingargjald til landskassan fyri hvønn góðkendan sáttmála.

Smb. hesum orðaljóði skal læruplássið ikki rinda umsitingargjaldið fyrr enn sáttmálin er góðkendur og Sáttmálanevndin metir tí ikki, at innkærdi kann útseta at góðkenna ein sáttmála til umsitingargjaldið er goldið.

 

Úrskurður:

Lærusáttmálin dagfestur 1/6-2006 millum kæraran og lærlingin fær gildi frá 15/5-2007.

Uppsøgn av lærlingum 2008


Lærlingarnir eru í læru sum handilsatstøðingar. Báðir lærlingar hava veri í læru ávíkavist 6 og 8 mánaðir, tá teir vera burturvístir av lærumeistara, tí at teir sambært læruplássinum hava framt brot á samstarvsviðurskiftini hjá pørtunum, við at gera kappingaravlagandi arbeiði uttanfyri arbeiðstíðina.

Burtursæð frá, at tann eini lærlingurin tíðliga í lærutíðini fekk at vita frá leiðsluni, at tað ikki varð góðtikið, at hann hevði annað arbeiði hvønn dag aftaná arbeiðstíð, og at hann í januar fekk ávaring um ringa uppmøting, er einki av týdningi í málinum fyrr enn hendingarnar í mai mánaða 2008, tá lærlingarnir við skrivi vera burturvístir. Teir fingu fyrst eina munnliga burturvísing og tveir dagar aftaná eina skrivliga.

Málskravið hjá kærarunum er at burturvísingin verður dømd ógyldug og at læruplássið verður dømt at gjalda lærlingunum løn fyri leypandi mánaða (mai 2008) og 3 mánaðir fram, umframt frítíðarløn (frá 1/4 til 31/8-08).

Kærararnir gera galdandi, at burturvísingin er óheimilað bæði tí, at kærarnir høvdu fingið munnligt loyvi frá læruplássi at læna nevndu amboð og tí, at kærarnir ikki hava verið í kapping við viðskiftafólk felagsins ella á annan hátt hava framt óreiðiligan atburð móti felagnum.

Um so er, at Sáttmálanevndin heldur at kærarnir hava ført prógv fyri, at loyvið var givið, verður gjørt galdandi, at innkærdi longu í vikuskiftinum frammanundan var vitandi um, at kærarin brúkti amboðini og um so var, at tað var burturvísingargrund skuldi tað verið gjørt beinanvegin og ikki bíða til seinnapart týsdag.

Hinar grundgevingarnar í burturvísingarskrivinum eru heldur ikki grundarlag undir burturvísing, og tær eru í øllum førum settar ov seint fram.

Innkærdi ger galdandi, at burturvísingin var heimilað, tí kærararnir móti betri vitandi framdu virksemi í kapping við viðskiftafólk teirra, at kærararnir avgjørt ikki høvdu fingið loyvi at læna amboðini til egið arbeiði hetta vikuskifti og at kærararnir vóru burturvístir, beinanvegin innkærdi fekk kunnleika til tað, sum fór fram.

Sáttmálanevndin hevur hesar viðmerkingar:

Partarnir eru samdir um sjálva gongdina í málinum, tó undantikið um loyvið var givið ella ikki.

Tá innkærdi noktar at hava givið kæraranum loyvi at nýta amboðini og lastbilin, kann tað ikki leggjast til grund, at kærararnir høvdu fingið loyvi frá innkærda til lánið.

Tað kann heldur ikki leggjast til grund, at innkærdi visti ella átti at vita, at tað vóru kærararnir, sum skuldu brúka amboðini, sum vóru lastaði viðkomandi kvøld.

Hinvegin kann tað leggjast til grund, at í seinasta lagi leygardagin varð innkærdi kunnigur við ella átti at verið kunnugur við, at kærararnir nýttu amboðini í privatum ørindum.

Hóast hetta verða kærararnir ikki burturvístir fyrr enn seinnapartin týsdagin.

Undir hesum umstøðum metir Sáttmálanevndin ikki, at hendingin leygardagin frammanundan kann nýtast sum grundgeving fyri burturvísing 3 dagar seinni.

Hinar grundgevingarnar í burturvísingarskrivinum eru heldur ikki nóg haldgóðar til at burturvísa lærlingunum og Sàttmálanevndin ger tí henda úrskurð:

Úrskurður:

Lærusáttmálarnir frá september 2007 og november 2007 millum lærupláss og lærlingarnar verða settir úr gildi.

Í endurgjaldi til hvønn av lærlingunum skal innkærda lærupláss rinda løn fyri leypandi mánað (mai2008) og 3 mánaðar fram umframt frítíðarløn.

Lærlingur ynskir at uppsiga sáttmálan 2008


Málskravið hjá kæraranum (lærlinginum) er, at lærusáttmálin verður settur úr gildi.

Kærarin møtti á fundi, men innkærdi (læruplássið) møtti ikki og hevur heldur ikki svarað 2 teldupostum, sum formaðurin hevur sent honum.

Málskravið hjá kæraranum má lesast út frá telduposti frá honum til yrkisnevndaskrivaran í Yrkisdeplinum í desember 2008.

Í nevnda skrivi sigur hann í reglubroti, at tá maður kæraran segði við seg at kærarin ikki tímdi longur at læra innan yrkið "tók læruplássið tað til eftirtektar".

Eisini skrivar hann "at hann undirskrivar ikki nakað sum helst".

Hvørgin partur krevur endurgjald frá hinum.

Um málið skal sigast, at partarnir undirskrivaðu lærusáttmála í desember 2007.

Kærarin ynskti í september 2008 at sleppa burtur úr sáttmálanum, men innkærdi sýtti fyri hesum.

Síðani samdust tey um, at arbeiðsgongdin á virkinum skuldi broytast, men einki hendi.

Lærlingurin valdi tí at gevast.

Lærlingurin fekk lærlingaløn alla tíðina, lærlingurin arbeiddi hjá innkærda.

Sáttmálanevndin ger henda úrskurð.

Úrskurður:

Lærusáttmálin millum kæraran og innkærda verður hervið settur úr gildi.

Hvørgin parturin rindar endurgjald til hin partin.

Kæra um uppsøgn av lærlingi 2009


 Lærusáttmaáli varð gjørdur millum læruplássið XX og lærlingin AA í juni 2008 og goðkendur í oktober 2008.

 

Í september 2009 sendir læruplássið Yrkisdeplinum teldubræv, har boðað verður frá, at AA ikki er ynskt aftur til arbeiðis og at nærri frágreiðing kemur vikuna aftaná.

 

Fundur var í Yrkisnevndini ultimo september har ongin semja var gjørd.

 

Aftaná skriving aftur og fram við Yrkisdepilin sum millumliði, sendir læruplássið 28. oktober 2009 umsókn um broyting í lærusáttmála og 9. november sendir lærlingurin somu umsókn, tó við øðrum treytum.

 

Tann 27. november 2009 verður málið sent Sáttmálanevndini.

 

8. december 2009 fær Sáttmálanevndin teldupost frá XX, har hann boðaði frá, at læruplássið var hildið uppat og fer í konkurs.

 

Sáttmálanevndin tosaði við XX sum vísti til advokatin hjá sær.

 

Advokaturin hjá XX greiddi frá, at felagið ikki var farið í konkurs tá og bað lærlingin AA fráboða sínum kravi, tí felagið hevið eitt sindur av peningi.

 

Sáttmálanevndin fór tá beinanvegin til S&K felagið við skjølunum og innkallaði til fund dagin ella annan dagin aftaná, men perónurin á skrivstovuni segði, at tey høvdu sent málið til sín advokat til innkrevjingar. Kærunevndin tosaði síðani við advokatin hjá S&K og bað hana fáa kravið til advokatin hjá læruplássinum beinanvegin.

 

Seinni er felagið fari í konkurs.

 

Sáttmálanevndin hevur ikki havt nakran fund um málið, tí tað útviklaði seg soleiðis, men sáttmálin skal setast úr gildi 9. november 2009, tá AA sendur umsøknina um broyting í lærusáttmála inn til Yrkisdepilin, tí tá hevði læruplássið longu latið sína umsókn inn, og spurningurin um hvat lønarkrav AA hevur, verður avgjørdur av Skiftirættinum.

Kæra um nær lærusáttmálin skal setast í gildið


Málskravið hjá kærarunum er, at lærutíðin hjá lærlinginum byrjar tann 15/5 2007 og endar 15/7 2010

 

Yrkisdepilin og Yrkisnevndin avgera, at lærutíðin ikki kann byrja fyrr enn tann 18/9 2007, tá lærusáttmálin er góðkendur av Yrkisdeplinum.

 

Kærarnir upplýsa, at lærlingurin byrjaði sum lærlingur tann 15/5 2007 á Læruplássinum.

 

Kunngerðin um yrkisútbúgvingina hjá viðkomandi var ikki lýst tá og læruplássið ikki góðkent sum lærupláss. Í skrivi frá Yrkisdeplinum til Læruplássið, dagf. 16/7 2007 verður læruplássið góðkent sum lærupláss, treytað av, at útbúgvingarkunngerðin verður endaliga kunngjørd og at lærusáttmálin verður við afturvirkandi kraft, orsakað av, at man hevur bíðað so leingi eftir kunngerðini.

 

Hóast hetta fær lærusáttmálin ikki gildi fyrr enn 18/9 2007, tá Yrkisdepilin góðkennir hann.

 

Yrkisdepilin harmast orðingina í skrivinum frá 16/7 2007, sum ikki er í samsvar við lógina og letur seg ikki gera.

 

Í Kærunevndini hava verið Páll Nielsen, adv. fyri Føroya Arbeiðarafelag, Tummas Magnussen, Fiskimálaráðið fyri Arbeiðsgevarar og Poul Hansen.

 

Kærunevndin var samd um, at heilt greiða orðaljóðið í grein 8 í løgtingslóg nr. 15 frá 16/3 2006, har tað stendur, at sáttmálin hevur í fyrsta lagi gildi frá tí degi lærusáttmálin er góðkendur av góðkenningarmyndugleikanum, forðar fyri at kærararnir kunnu fáa viðhald.

 

Lógin heimilar ikki undantøk og nevndin er tí samd um at staðfesta úrskurðin hjá Yrkisdeplinum.

Kærumál millum lærling og lærupláss um løn og uppsøgn 2010


 Við skrivi frá Yrkisdeplinum, dagf. 3/2-2010 var nevnda kærumál sent Sáttmálanevndini. 

 

Í sáttmálanevndini eru:

Esther Dahl fyri arbeiðsgevarar, Henry Olsen frá Føroya Handverkarafelag og Poul Hansen formaður.

 

Sáttmálanevndin hevur 21.04.2010 gjørt soljóðandi úrskurð í málinum.

Við lærusáttmála dagf. 7/1-2008 og góðkendur sama dag fór lærlingurin AA í læru hjá XX sum elektrikari.

Vegna áður lokna lærutíð var lærutíðin stytt við 4 mðr.

Tann 12/1-2010 undirskrivar AA umsókn um broyting í lærusáttmála, har hann vil seta lærusáttmálan úr gildi tí, at lønin hevur verið óstabil í 7-8 mánaðir.

Hann upplýsir eisini, at hann tá manglaði løn fyri 5 vikur, sum fullu til gjaldingar 27/11-2009 og 8/1-2010 umframt pensjon frá sept. 2009.

 

Notat, dagf. 18/1-2010 frá Yrkisdeplinum har fyrisitingarleiðarin 14/1-2010 hevur tosað við stjóran á læruplássinum, har hann sigur seg hava goldið skyldugu lønina, hóast hon er flutt alt ov seint og sigur seg ikki vilja skriva undir broytingina í lærusáttmálanum, har lærlingurin vil verða leysur av sáttmálanum.

 

Yrkisdepilin og XX avtala at tosa saman aftur mánadagin 18/1-2010, tá XX skal hava tosað við lærlingin einaferð afturat. Mánadagin boðar XX frá, at læruplássið stendur fast við ikki at undirskriva broyting í lærusátttmálanum.

 

Málið varð tí latið Yrkisnevndini at royna semju. Yrkisnevndin hevði fund 25/1-2010. Frásøgn er skrivað, har viðmerkingarnar frá báðum pørtum framganga.

 

Har upplýsir AA, at lønirnar hava verið sera óstabilar teir síðstu 7-8 mánaðirnar og at tað ikki er broytt hóast nógvar áheitanir til læruplássið. Tá hann 13/1-2010 letur umsóknina um at seta lærusáttmálan úr gildi inn til Yrkisdepilin, manglaði hann løn fyri 5 vikur, sum hann skuldi havt fingið útgoldið ávíkavíst 27/11-2009 og 8/1-2010, eisini manglar hann pensión frá sept. 2009. Íalt o.u. kr. 25.000,00 kr.

Beint eftir, at umsóknin var latin inn, rindaði XX honum írestandi lønina. AA gjørdi at enda greitt, at hann undir ongum umstøðum vil halda fram á læruplássinum.

 

Stjórin greiddi á fundinum frá, at tað høvdu verið truplar tíðir hjá Læriplássinum, og at hetta eisini hevði ávirkað lønarútgjaldingarnar, har ímillum tær hjá AA, og eru tær ikki endaliga komnar uppá pláss enn, tí vantandi eftirløn ikki er argreidd endaliga. Ongir samstarvstrupulleikar hava verið millum AA og læruplássið, og XX heldur, at einasta orsøk til, at málið er enda á henda hátt er, at annað lærupláss hevur sett seg í samband við AA fyri at bjóða honum at gera læruna lidna hjá teimum. Samstundis hevur AA fingið bjóðað betri sømdir frá teimum, tí hann sleppur at arbeiða í Suðuroy, har hann býr. XX heldur sostatt, at uppsøgnin hjá AA onki hevur tið tær óstabilu lønarútgjaldingarnar at gera, men einans tí, at hann kann sleppa í læru hjá einum virki, ið kann bjóða honum at arbeiða í Suðri.

 

Tann 23/2-2010 sendir pápi AA - teldupost til Yrkisdepilin, har hann sigur, at fundarfrásøgnin beinleiðis endurgevur AA skeivt, tí tá umsóknin var latin Yrkisdeplinum manglaði hann 25.000,00 kr. í løn frá læruplássinum.

 

Aftaná, at umsóknin er latin, hevur læruplássið rinda løn 12/1, 15/1,21/1 og 5/2-2010 og upplýsir annars, at AA framvegis ikki hevur fingið alla løn sína útgoldna og 16/2-2010 fekk hann skriv frá LÍV, har tey upplýsa honum, at trygging hansara er sett í gjaldsskáa vegna manglandi inngjald frá arbeiðsgevara hansara.

 

Sáttmálanevndin hevur í fleiri umførum verið í samband við læurplássið og sakføraran, sum umboðar lærlingin um nærri upplýsingar í málinum.

 

Frá læruplássinum er upplýst, at lønin sum er goldin:

21/1-2010      er fyri viku 1-2 + 69 tímar + yvirtíð

5/2-2010        er fyri viku 3-4

24/2-2010      er fyri viku 5-6

8/3-2010        er fyri viku 7-8

 

Frá lærlinginum er yvirlit sent yvir nær lønirnar skuldu verið goldnar og nær tær eru goldnar. Tað framgongur, at lønarútgjaldingarnar hava verið óstøðugar, men um tað er eisini semja partanna millum.

 

Harumframt upplýsir lærlingurin, at tann eina sáttmálalønin fyri okt. verður ikki goldin fyrr enn 15/1-2010. Lønin sum skal vera goldin 7/1-2010 verður ikki goldin fyrr enn 12/1- 2010. Lærlingurin hevur ikki verið til arbeiðis á læruplássinum síðani 12/1-2010. Lærlingurin hevur framlagt kontoavrit, sum vísir nær lønin er inngoldin, umframt skriv frá P/f Føroya Lívstrygging, dagf. 16/2-2010, har upplýst verður, at trygging hansara er sett í gjaldsskáa í eitt ár vegna manglandi inngjald.


Sáttmálanevndin skal viðmerkja:

 

Tað má leggjast til grund - báðir partar eru samdir um tað, - at lønin til lærlingin gjøgnum alt 2009 hevur ofta ikki verið útgoldin til ásettu tíðina.

Tað má eisini leggjast til grund, at tá lærlingurin lat umsóknina dagf. 12/1-2010 um broyting í lærusáttmálanum inn til Yrkisdepilin, sum mottók hana 13/1-2010, hevði hann o.u. kr. 25.000,00 til goðar í løn frá læruplássinum, sum verður goldin ávíkavist 12., 15. og 21. januar 2010 umframt møguliga 5/2-2010.

 

Harumframt hevur lærlingurin prógvað, at samlags- og eftirlønartrygging hansara er sett í gjaldsskáa í eitt ár vegna manglandi inngjald. 

Viðvíkjandi lønarútgjaldingum hevur arbeiðsgevarin - læruplássið - skyldu at syrgja fyri, at lønin verður útgoldin til tíðina. Ger hann ikki tað, er tað brot á setanarsáttmálan. Tá slíkt kemur fyri, hevur løntakarin tó skyldu at reklamera yvir fyri arbeiðsgevaranum og geva honum eina freist at fáa lønina goldna.

Lærlingurin upplýsir, at hann fleiri ferðir hevur gjørt vart við, at løni9n ikki varð goldin til tíðina og seinast var áðrenn jól 2009. Tá lønin ikki verður goldin til ásettu tíðina søkir lærlingurin, um at verða loystur úr sáttmálanum.

 

Undir hesum umstøðum hevur læruplássið brotið sínar skyldur á ein slíkan hátt, at lærlingurin hevur krav uppá at vera loystur úr sáttmálanum.

Tað, at lærlingurin meira ella minni gjøgnum alt 2009 hevur funnið seg i, at lønarútgjaldingarnar hava verið óstøðugar, merkir ikki, at hann hevði skyldu at tola tað framyvir eisini.

Hvør orsøkin er til, at lærlingurin móti jólum 2009 krevur sín rætt til, at løruplássið heldur sína skyldu, er málinum óviðkomandi.

 

Sáttmálanevndin ger tí henda úrskurð:

 

Lærusáttmálin, dagf. og góðkendur 7/1-2008 millum læruplássið XX og lærlingin AA, verður hervið settur úr gildi.

 

 

 

 

Ósemja um uppsøgn av lærusáttmála 2014


 Úrskurður.

 

Viðvíkjandi sáttmálaósemju millum AA, frisørlærling og XX lærumeistara. AA hevur heitt á XX um, at verða loyst úr lærlingasáttmála sínum. Hesum hevur XX ikki vilja eftirlíka.

 

Yrkisnevndin hevur viðgjørt trætumálið og hevur roynt at funnið semju partanna millum. Niðurstøðan hjá Yrkisnevndini varð, at partarnir standa ov langt frá hvørjum øðrum til at semja kann finnast. Tí hevur Yrkisnevndin beint málið til Sáttmálanevndina til endaliga støðutakan.

 

Sáttmálanevndin er sett við heimild í lóg um yrkisútbúgvingar, § 41. Fundur varð hildin á skrivstovuni hjá Faroe Law 27. mai 2014. Umboðandi sáttmálanevndina vóru til staðar Niels Winther (vegna Føroya Handverksmeistarafelag), Súni Simonsen (vegna Føroya Handverkarafelag) og Jens Vang, formaður.

 

Á fundi 27. mai 2014 greiddi AA Sáttmálanevndini frá, at hon bleiv sjúkrameldað vegna ringa viðferð tann 11. desember 2013. Hon var sjúkrameldað til 14. mars 2014, tá hon fór í barsil. Hon metir, at hon hevur minnið enn ein mánaða eftir av lærutíðini. Hon legði dent á, at hon ynskir ikki at halda áfram við samstarvinum við XX undir nøkrum umstøðum. Hon metir, at tað fer at bera til hjá sær, at fáa írestandi lærutíðina á øðrum staði, um hon verður loyst úr verðandi lærusáttmála.

 

Á fundi sama dag greiddi XX Sáttmálanevndini frá, at hon í veruleikanum ikki veit hvør trupulleikin er, og hvat hetta mál snýr seg um. Hon var ikki vitandi um, at hon og AA høvdu nakra illstøðu sína millum. Tí varð hon kløkk, tá hon seint á kvøldi 12. desember 2013 fekk eina uppsøgn handaða, har boða varð frá, at AA fór ikki at koma aftur til arbeiðis. Hon hevur síðani umvegis onnur skilt, at AA kendi seg illa viðfarna. Hon legði dent á, at hon ynskir ikki at halda áfram við samstarvinum við AA undir nøkrum umstøðum, tí hon kennir seg illa viðfarna av AA. Hon ynskir sum er ikki at skriva undir uppá eina felags uppsøgn av lærusáttmálanum við AA.

 

Viðkomandi lóggáva í hesum máli er serliga § 40 - 42 í lóg um yrkisútbúgvingar og Kunngerð nr. 86 frá 15. mai 2001 um sáttmálanevnd við seinni broytingum. Sambært § 42, stk. 1 í lóg um yrkisútbúgivngar kann Sáttmálanevndin seta lærusáttmála úr gildi. Viðmerkingarnar til lógina útdýpa ikki nærri undir hvørjum umstøðunum hetta kann henda.

 

Sáttmálanevndin ásannar eftir fundirnar við partarnar, at hvørgin teirra undir nøkrum umstøðum ynskir, at samstarvi teirra millum heldur áfram. AA ynskir at verða loysr úr lærusáttmálanum, so hon kann enda lærutíðina á øðrum læruplássi. XX ynskir sum er ikki at skriva undir uppá, at AA verður loyst úr lærusáttmálanum.

 

Við heimild í lóg um Yrkisútbúgvingar § 42, stk 1 avgerð Sáttmálanevndin, at lærusáttmálin millum AA og XX skal setast úr gildi við virknaði frá 30. mai 2014. hetta verður gjørt við tí grundgeving, at báðir partar í málinum undir ongum umstøðum ynskja, at samstarvi teirra millum heldur áfram. 

 

Henda avgerð kann skjótast inn fyri Føroya Rætt í seinasta lagi 8 vikur eftir dagfestingini á hesi avgerð.

Ósemja um uppsøgn av lærusáttmála 2016


Úrskurður
Málið snýr seg um sáttmálaósemju millum A, hárfríðkanarlærling og læruplássið Salong X. Lærusáttmálin millum partarnar tók við 1. Januar 2014. A hevur við at útfylla og undirskriva umsókn um broyting í lærusáttmála, dagfest 1. November 2016, einsíðugt uppsagt lærusáttmálan partanna millum við tí grundgeving, at lærumeistarin er ikki til staðar, at sálarliga arbeiðsumhvørvið er vánaligt v.m. Salong X hevur ikki ynskt at uppsiga lærusáttmálan og vil tí ikki undirskriva umsóknina um broyting í lærusáttmála.


Yrkisnevndin upplýsir, at hon hevur viðgjørt trætumálið, og hevur roynt at funnið semju partanna millum við at hoyra báðar partar hvør sær á fundir og umvegis telefon 27. Og 28. oktober 2016, tó uttan at hetta hevur eydnast. Av tí at eingi útlit eru fyri semju, hevur Yrkisnevndin beint málið til Sáttmálanevndina til endaliga støðutakan.


Við skrivi frá Yrkisdeplinum 7. november 2016 varð heitt á Sáttmálanevndina at viðgera málið.
Sáttmálanevndin er sett við heimild í lóg um yrkisútbúgvingar, §41 og hon hevur 3 limir.


Samskifti við málspartarnar
Fundir vórðu hildnir um sáttmálaósemjuna í fundarhølinum hjá Faroe Law við B, lærumeistara og eitt annað umboð, umboðandi Salong X tann 8. desember 2016, kl. 10 og við A, lærlingin tann 22. desember 2016, kl. 14. Umboðandi Sáttmálanevndina vóru til staðar, Esther Dahl (vegna Føroya Handverksmeistarafelag), Palli Djurhuus (vegna Landsfelag Handverkanna) og Jens Wang, advokatur sum formaður.


Á fundinum 8. desember 2016 greiddu umboðini fyri Salong X frá, at A var í ALS- starvi á salongini frá 1. juni til 31. desember 2013. Hon tók hareftir av tilboði um lærupláss frá 1. januar 2014. Tá royndartíðin var liðug, fekk hon at vita, at framhaldandi lærupláss er sum eitt hjúnaband, har partarnir arbeiða saman í góðum og illum. Lærumeistarin B hevur verið frisør í 55 ár og hevur havt 95 lærlingar. A fekk eitt visitkort, hon kundi geva kundunum við tí fyri eyga, at hon skuldi royna at uppbyggja sín egna kundahóp, til tá hon varð útlærd. A helt tað var skomm, at biðja modellir um telefon nummar og fáa modellir at biðja onnur modellir bjóða seg fram sum modell. Tað er dýrt at hava ein lærling. Tað er undirskot fyrstu árini, og vónar lærumeistarin so at tjena missin inn aftur síðsta árið ella so í lærutíðini.


Í mai 2016 gavst A í eina viku, men kom so aftur í læru. A setti orð á, at hon viðhvørt saknaði, at sveinur var til staðar á salongini. Ein sveinur varð hereftir sett í starv. B heldur fast frí kl 11- 13 og viðhvørt onkur onnur tíðspunkt eisini. Men sum oftast er tá ein annar sveinur á salongini. A hevur fingið at vita, at um eingin sveinur er á salongini, skal hon brúka tíðina til, at venja seg at klippa dukkuhøvd og at læra seg at klippa skjótt. A fekk viðhvørt serundirvísing frá frisørum, ið komu inn á salongina bert fyri at læra frá sær.


Í seinnu helvt at september 2016 skuldi B skurðviðgerast í eyganum, samstundis sum 2 lærlingar skuldu koma uttanífrá á skeið. B greiddi A frá, at henni tørvaði at A var til staðar á salongini hesar dagarnar. A segði seg vera móða, og B bjóðaði henni at fara í ½ tíð, men A tók ikki av. Men knappliga ein dagin so rímur A aftur. Hetta stillaði B í eina trupla støðu. A segði at hon var troytt av fakinum. Hon fekk fyrst eina læknaváttan fram til 25. Oktober 2016. Nú hevur hon fingið læknaváttan fram til 30. juni 2016, tá lærutíðin skuldi enda.


B er ikki samd í, at A ongan hevur havt at læra seg, og at hon hevur verið undir nógvum trýsti. Hon er heldur ikki samd í, at hon skal hava verið niðurgerandi. Tað, at tað hevur verið nakað av útskifting í mun til sveinar, sær B sum ein fyrimun, tí tá fekst frálæra frá sveinum við ymsum royndum. Heilsølan kann heldur ikki vera ein trupulleiki, tí har eru bert 2 kundar um dagin í miðal.


Um A ikki kemur aftur i læru, ætlar salongin at krevja endurgjald frá A fyri mista inntøku. Salongin hevur rindað fyri fleiri eyka skeið til A. Hesi skeið hevði salongin ikki rindað fyri, um salongin ikki væntaði at tjena uppá tey.
Tað undrar B, at Yrkisnevndin ikki hevur gjørt meira við málið. Eingin semingsfundur e.l. hevur verið.


Á fundinum 22. desember 2016 greiddi A frá, at hon hevur verið í læru í knapt 3½ ár og at hon síðstu tvey árini, so at siga ikki hevur nakran svein at læra seg fakið. Skiftandi sveinar hava verið á salongini í kanska ½ dag pr. mánaða síðstu langu tíðina. Ein sveinur var á salongini fyrsta árið og helt A í fyrstuni at hon var lærumeistari, men tað vísti seg, at tað var hon ikki. Læran er als ikki nøktandi, tí B dugir ikki at læra frá sær í mun til klipping. Hon fær bert lært frá sær í mun til at rulla upp. B stendur sambært A skrásett sum lærumeistari, men hon er ógvuliga lítið til staðar. Hon kemur oftast eina lítla løtu framvið um morgnarnar og er so burtur aftur tað mesta av degnum, uttan tá hon tekur sær at egnum kunda fríggjamorgun. Hon er hvønn dag heilt burtur frá kl. 11- 13.


Samstarvstrupulleikarnir snúgva seg sambært A m.a. um, at B er frek, niðurgerandi og fyri tað mesta neilig. B hevur t.d. sagt við hana, at hon er vánaligasti lærlingurin av øllum 96 lærlingum, hon hevur havt. Tað hava verið umleið 15 hjálparfólk í starvi á salongini í hennara lærutíð, men øll eru givin aftur. Tað er ikki rætt, at hon hevur verið strongd vegna flyting, hon hevur verið strongd vegna atburðin hjá B.


Hon hevur bet verið á einum Wellaskeiði, annars hevur hon ikki verið á skeiðum, annað enn 4 skeið á salongini við fólki úr Danmark, har hon sjálv mátti arbeiða yvir uttan løn. Partarnir hava á fundum fleiri ferðir tosað um trupulleikarnar, men tað hevur ikki hjálpt. Endin varð, at lækni hennara sjúkrameldaði hana. Hon hevur ikki annað starv, men hevur fingið lærupláss, har hon kann gera seg lidna við læruna.


A tekur ikki undir við, at salongin hevur nakað endurgjaldskrav móti henni. Tað ber ikki til at samanlíkna hana við ein svein, tí hon er ikki sveinur, hon er lærlingur við lærlingaløn. Hon metir ikki, at salongin hevur havt útreiðslur av sær,- salongin hevur tvørturímóti spart løn til svein, at læra seg upp.
Linda sær ongan møguleika fyri, at samstarvið kann halda áfram við Salong X.


Tann 22. desember 2016 hevði Sáttmálanevndin fund við D, ið er í frisørlæru á somu salong. D greiddi frá, at tað hevur verið ein trupulleiki í allari lærutíðini, at hon hevur ongan veruligan lærumeistara havt og har hevur heldur ikki verið nakar sveinur, at læra hana upp í fakinum annað enn onkur avloysari nú og tá. Hon metir ikki, at lærumeistarin dugir at læra nøktandi frá sær og er ónøgd um, at lærumeistarin er alt ov lítið á salongini. Hon hevur í stóran mun sjálv verið noydd at leita sær vitan á netinum umvegis Google og Youtube.


Sáttmálanevndin hevur móttikið eitt skriv frá Salong X, dagfest 30. november 2016, har ymsu uppáhaldini hjá A í umsókn um broyting í lærusáttmála verða víst aftur, og har heitt verður á A um at koma aftur til arbeiðis. Salongin nevnir eisini, at u
m lærusáttmálin hjá A verður hevaður verður endurgjald uppá kr. 95.988,19 kravt frá A.


Sáttmálanevndin hevur móttikið avrit at umsókn um læruplássgóðkenning dagfest 18. juni 2010, ið Salong X hevur latið Yrkisdeplinum. Góðkenning av virki sum lærupláss verður latin fyri 5 ár í senn. Har stendur m.a. at Salong X hevur 2 fulltíðar sveinar í starvi og haraftrat 2 parttíðar sveinar í starvi, har B er ein teirra.


Sáttmálanevndin hevur eisini móttikið avrit av umsókn um læruplássgóðkenning dagfest 24. oktober 2016, ið Salong X hevur latið Yrkisdeplinum. Har stendur, at Salong X hevur 1 yrkislærdan frisør í fulltíðarstarvi.


Umframt nakað av tpost samskifti hevur Sáttmálanevndin eisini móttikið skriv frá Salong X saman við 27 skjølum (lønarseðlar o.l.), dagfest 18. januar 2017. Í skrivinum sigur Salong X m.a. at B hevur arbeitt fulla tíð árini 2014 til 2016. Í 2016 arbeiddi B 2.080 tímar. Harumframt hava aðrir sveinar verið á salongini so mikið nógv, at eingin trupulleiki hevur verið í mun til at A hevði tøkan svein at læra seg fakið nøktandi.


Sáttmálanevndin steðfestir út frá hesum skrivi at í tíðarskeiðnum 1. januar til 20. September 2016 hava tríggir útifrákomandi yrkislærdir frisørar fingið løn frá Salong X svarandi til 110, 5 tímar, tvs. fyri umleið 3 vikur samanlagt. Tað er ikki lagt fram skjalprógv fyri arbeiðstíðini hjá B og hvørt hon er nýtt á salongini ella aðra staðni.

 

Viðgerð og úrskurður
Viðkomandi lóggáva í hesum máli er serliga §39 -42 í lóg um yrkisútbúgvingar og Kunngerð nr. 86 frá 15. mai 2001 um sáttmálanevnd við seinni broytingum.


Sambært §39, stk. 1 í lóg um yrkisútbúgvingar kann annar parturin siga lærusáttmálan upp, um hin parturin ikki heldur skyldur sínar og sambært §42 stk. 1 kann Sáttmálanevndin seta lærusáttmálan úr gildi.


Sáttmálanevndin ásannar, at partarnir eru ósamdir um, í hvønn mun tøkur lærumeistari hevur verið nøktandi til staðar á salongini at læra frá sær. Staðfestast kann, at B næstan alt 2016 hevur verið einsamøll sum lærumeistari hjá 2 lærlingum. Tá hon er burtur 2 tímar til døgurða hvønn dag merkir tað, at hon í øllum førum ikki er á salongini 10 tímar um vikuna. Tá hon harumframt ikki er á salongini allar dagar í viku, er talið av tímum B ikki er tøk á salongini hægri enn 10 tímar um vikuna.


Sáttmálanevndin ásannar eisini, at A og hin lærlingurin, ið báðar eru í læru á salongini siga, at lærumeistarin B er sera lítið til staðar á salongini og tær tí so at siga ikki hava ein lærumeistara.


Út frá upplýsingunum í málinum, metir Sáttmálanevndin, at omanfyrinevndu sveinar á Salong X hava arbeitt so mikið lítið í 2016, at teir ikki kunnu roknast sum partar av føstu manningini á salongini og tí ikki kunnu hava ábyrgd av at læra lærlingar upp.


Havandi í huga at tveir lærlingar samstundis eru í læru á Salong X, leggur Sáttmálanevndin til grund, at B sum lærumeistari hevur verið ov lítið til staðar á salongini í 2016 til at sigast kann, at Salong X heldur sínar skyldur sum lærumeistari í mun til læruna hjá A.


Við heimild í lóg um yrkisútbúgvingar §42, stk. 1 avgerð Sáttmálanevndin tí, at lærusáttmálin millum Salong X og A skal setast úr gildi við virknaði frá dagfestingini av hesi avgerð. Hetta verður gjørt við tí grundgeving, at B sum lærumeistari hevur verið ov lítið til staðar á salongini í 2016 til at sigast kann, at Salong X heldur sínar skyldur sum lærumeistari í mun til læruna hjá A.


Sáttmálanevndin metir ikki, at Salong X hevur rættarkrav um fíggjarligt endurgjald frá A.

Ósemja um uppsøgn av lærusáttmála 2016 vár


Úrskurður
Málið snýr seg um sáttmálaósemju millum Sp/f X og A, handilslærling. Sp/f X hevur við at útfylla og undirskriva umsókn um broyting í lærusáttmála, dagfest 6. juli 2016, einsíðugt uppsagt lærusáttmálan partanna millum. A hevur ikki ynskt at uppsagt lærusáttmálan og vil tí ikki undirskriva umsóknina um broyting í lærusáttmála.
Yrkisnevndin hevur viðgjørt trætumálið og hevur roynt at funnið semju partanna millum. Niðurstøðan 21. juli 2016 varð, at yrkisnevndin ikki sá seg føran fyri at fáa nakra semju í lag. Tí hevur Yrkisnevndin beint málið til Sáttmálanevndina til endaliga støðutakan.


Við skrivi frá Yrkisdeplinum 16. august 2016 varð heitt á Sáttmálanevndina at viðgera málið.


Sáttmálanevndin er sett við heimild í lóg um yrkisútbúgvingar, §41 og hevur hon 3 limir.


Fundur varð hildin á skrivstovuni hjá Faroe Law 24. august 2016 um málið. Umboðandi Sáttmálanevndina vóru til staðar, Esther Dahl (vegna Føroya Handverksmeistarafelag), Palma Petersen (vegna S&K Felagið) og Jens Wang, advokatur, sum formaður.


Á fundi 7. september 2016 greiddi stjórin á Sp/f X frá, at A varð settur í starv sum lærlingur í viku 4 í 2015. Hann varð settur eftir fyriskipan frá Almannaverkinum og varð løntur eftir S&K sáttmálanum fyri útlærd. X fekk allar lønarútreiðslur endurgoldnar frá Almannaverkinum. Fyrstu tríggjar mánaðirnar, sum var royndartíð, arbeiddi A væl og pliktupfyllandi. Men so kom ein tíð, har hann varð burtur alt ov ofta, uttan loyvda fráveru. Hetta viðførdi, at mennirnir hann arbeiddi saman við, blivu irriteraðir og byrjaðu at fylgja við, nær hann arbeiddi. Eftir nakrar mánaðir segði hann seg feila ymiskt. Síðani lærusáttmálin varð undirskrivaður hevur hann verið burtur umleið 1.500 tímar. Síðani viku 8 í 2016 hevur hann ikki verið til arbeiðis yvirhørvur. Tann 18. februar 2016 fekk hana eina ávaring vísandi til, at arbeiðsinnsatsurin ikki var góður nokk, at uppmøtingin var alt ov vánalig, at A skuldi lata inn læknaváttanir um hann var sjúkur og at hann skuldi biðja um loyvi, áðrenn hann fekk sær frí. Sambært X hevur lønarspurningurin ikki verið nevndur sum nakar trupulleiki fyrr enn nú í seinastuni. 6. juli 2016 uppsegði X lærusáttmálan einsíðugt. Um sama mundi steðgaði Almannaverkið fyriskipanini, so at lønarrefusiónin til X fall burtur. Frá 1. august 2016 hevur X ikki rindað løn longur. Stjórin leggur dent á, at tað er eingin møguleiki fyri, at X tekur A inn aftur.


Sáttmálanevndin hevur móttikið eitt yvirlit frá X yvir fráveruna hjá A og avrit at teldupost samskifti millum partarnar.


Á fundi sama dag greiddi A Sáttmálanevndini m.a. frá, at hann bleiv álvarsliga sjúkur í desember 2015, sum viðførdi sjúkramelding. X bleiv kunnað um heilsutrupulleikarnar so hvørt alla tíðina við brøvum frá sjúkrahúsinum og læknaváttanum. Fyrstu heilsukanningarnar byrjaðu beint áðrenn Ólavsøku í 2015. Seint í 2015 blivu partarnir ósamdir um løn. Hann føldi seg illa viðfarnan og viðførdi tað, at hann fekk strongd í januar 2016 og bleiv sjúkrameldaður. Partarnir eru enn ósamdir um lønarviðurskifti. A metir ikki, at tað er rætt, at hann skal hava verið burtur meira enn ½ av lærutíðini. Hann metir, at hann hægst hevur verið burtur 20% av lærutíðini. Tað einasta A vil í hesum máli er, at fáa gjørt lærutíðina lidna og at fáa rindað restlønina o.l., ið hann metir seg hava til góðar hjá X. Hann metir seg vera fult arbeiðsføran aftur.


Viðkomandi lóggáva í hesum máli er serliga §40- 42 í lóg um yrkisútbúgvingar og Kunngerð nr. 86 frá 15. mai 2001 um sáttmálanevnd við seinni broytingum. Sambært §42, stk. 1 í lóg um yrkisútbúgvingar kann Sáttmálanevndin seta lærusáttmála úr gildi. Viðmerkingarnar til lógina útdýpa ikki nærri undir hvørjum umstøðum hetta kann henda.


Sáttmálanevndin ásannar eftir fundirnar við partarnar, at X undir ongum umstøðum ynskir, at samstarvið teirra millum heldur fram, sjálvt um A sigur seg vera kláran at byrja aftur uppá læruna.


Við heimild í lóg um yrkisútbúgvingar §42, stk. 1 avgerð Sáttmálanevndin, at lærusáttmálin millum X og A skal setast úr gildi við virknaði frá dagfestingini av hesi avgerð. Hetta verður gjørt við tí grundgeving, at X hevur boðað frá, at X undir ongum umstøðum kann halda fram við samstarvinum og at Sáttmálanevndin ikki metir tað møguligt í praksis, at ein lærlingur heldur fram í læru, har hann er óynsktur.


Av tí at lærusáttmálin verður settur úr gildi, tí X undir ongum umstøðum vil halda fram við samstarvinum, og av tí at Sáttmálanevndin á fundi hevur hoyrt partsfrágreiðingarnar hjá pørtunum, hevur nevndin ikki mett tað sum viðkomandi formliga harumframt, at hoyra partarnar hvør sær um sjónarmiðini hjá hinum partinum.
Henda avgerð kann skjótast inn fyri Føroya rætt í seinasta lagi 8 vikur eftir dagfestingini á hesi avgerð.

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur