Lærusáttmáli


Lærusáttmálaskjalið er at fáa frá Yrkisdeplinum; virkið kann fáa tað sent ella koma eftir tí, skjalið kann eisini takast niður av heimasíðu Yrkisdepilsins www.yrkisdepilin.fo undir oyðibløð.

Síðani verður lærusáttmálin útfyltur og undirskrivaður av sáttmálapørtunum. Lærusáttmálin skal undirskrivast áðrenn læran byrjar, t.v.s. at sáttmálin kann í fyrsta lagi taka við, sama dag hann er undirskrivaður.

Umsitingargjaldið á 3000 kr. skal rindast áðrenn Yrkisdepilin sendir lærusáttmálan aftur til partarnar.

Yrkisdepilin eftirkannar um sáttmálin er rætt útfyltur og um læruplássið lýkur treytirnar, t.d. um talið av yrkislærdum og talið av lærlingum samsvara, (vanliga skal ein yrkislærdur verða fyri hvønn lærling). Eisini skal framganga hvussu lønin er avtalað millum sáttmálapartarnar, og hvussu nógvar tímar vanliga arbeiðstíðin er um vikuna.

Um lærlingurin hevur lokið prógv aftaná fólkaskúlan, skulu avrit av hesum leggjast við lærusáttmálanum, og um partur av læruni fer fram í øðrum virki (útisetavirki), skal viðmerkjast hvat virki talan er um, v-tal og tíðarskeið.

Báðir sáttmálapartar skulu skriva undir lærusáttmálan, og um lærlingurin er undir foreldramyndugleika, skal verji lærlingsins eisini skriva undir. Um alt er í lagi, letur Yrkisdepilin Mentamálastýrinum lærusáttmálan til góðkenningar. Tá góðkenningin er farin fram, verður sáttmálin skrásettur og sáttmálapartarnir fáa hvør sítt avrit av góðkenda lærusáttmálanum.

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur