Kann lærlingur, sum er byrjaður í einari útbúgving, skifta til aðra útbúgving ella aðra sergrein?


Tað kemur við millumbilum fyri, at lærlingur, sum er byrjaður í læru í ávísari yrkisútbúgving, seinni ynskir at koma í læru í einari aðrari yrkisútbúgving, áðrenn hann/hon er liðugur við ta fyrru útbúgvingina.

Yrkisdepilin fær í slíkum føri spurningin, um hetta kann lata seg gera og hvussu ein skal bera seg at í slíkum føri.

Fyrst er at siga, at hevur ein frammanundan ein lærusáttmála við fyritøku, eigur hesin fyrst at verða settur úr gildi, áðrenn til ber at gera nýggjan sáttmála. Fyri at kunna seta ein lærusáttmála úr gildi eftir at 3-mánaðar royndartíðin er úti, skulu bæði lærlingurin og læruplássið skriva undir upp á, at sáttmálin verður settur úr gildi. Eru hesar treytir loknar, kann lærlingur gera nýggjan lærusáttmála við somu ella aðra fyritøku og byrja yrkisútbúgvingina í tí útbúgvingini, sum hann ístaðin ynskir at koma í læru í.

Er útbúgvingin, sum ein ístaðin fer undir, nærskyld við ta útbúgvingina, ein áður fór undir, kann lærlingurin søkja um at fáa ein part av lærutíðini í nýggju útbúgvingini stytta. Umsóknin skal sendast til Yrkisdepilin, og tekur avvarðandi yrkisnevnd støðu til umsóknina.
 

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur