Hvør skal gjalda uppihald á skúlaheimi tá lærlingur skal í skúla


Hvør skal gjalda uppihald á skúlaheimi, tá ið lærlingur er í skúla í sambandi við yrkisútbúgvingina?
Tá ið lærlingar skulu til Havnar, Klaksvíkar ella Danmarkar í skúla, er oftast neyðugt at búgva á skúlaheimi. Tí verður ofta spurt, hvør skal gjalda uppihaldið. Í yrkisútbúgvingarlógini er einki ásett um hetta, og merkir hetta tískil, at tað ikki er álagt læruplássinum at rinda hesar útreiðslur. 

Okkum kunnugt rinda flestu læruplássini vistarhaldið fyri lærlingar sínar, men stuðul verður ikki veittur, og heldur ikki verður nakað alment ískoyti veitt.

Tá ið lærlingar fara til Danmarkar í skúla fær læruplássið eitt fast ískoyti til ferðútreiðslurnar, sum í løtuni er kr. 3500 fyri hvørt skúlaskeið. Fyri at fáa ferðagjald, skal oyðublaðið Lønarendurgjald og ferðagjald til lærupláss útfyllast og sendast til Yrkisdepilin. Tað skal undirstrikast, at ein uppgerð skal vera Yrkisdeplinum í hendi í seinasta lagi 8 vikur eftir hvørt skúlaskeið.
 

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur