Viðtøkur fyri ráðið


 

Viðtøkur fyri Yrkisútbúgvingarráðið
 

Samsvarandi § 19 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar eru hesar ráðsviðtøkur galdandi fyri Yrkisútbúgvingarráðið:

 

 

 

Bygnaður, endamál og játtan

 

§ 1. Yrkisútbúgvingarráðið er skipað við heimild í § 19 í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar.
Stk. 2. Fyriskipanarliga er Yrkisútbúgvingarráðið óheft av Mentamálaráðnum.
Stk. 3. Fyrisitingarliga er ráðsfyrisitingin í fyrisitingareindini: "Yrkisdepilin", undir Vinnu- og Miðnámsskúladeildini í Mentamálaráðnum.

 

§ 2. Endamál ráðsins er í høvuðsheitum at tilmæla og at ummæla mál viðvíkjandi yrkis- og arbeiðsmarknaðarútbúgvingum, samanber § 21, stk. 1 í yrkisútbúgvingarlógini, at tilnevna yrkisnevndir og at góðkenna viðtøkurnar hjá yrkisnevndunum, samanber § 21, stk. 2, nr. 2 og nr. 3 í nevndu lóg, og at ráðgeva landsstýrismanninum um, hvussu útbúgvingarskipanin eigur at leggjast til rættis, so at sett mál og krøv verða nádd, samanber § 21, stk. 2, nr. 6 í nevndu lóg.

 

§ 3. Játtanin til útreiðslur, ið standast av virksemi ráðsins, herundir samsýning til ráðslimir, rakstur av ráðsfyrisitingini og útreiðslur í sambandi við virksemi ráðsins annars, er á játtanini til Yrkisdepilin sum partur av játtanini á løgtingsfíggjarlógini til undirvísingar- og mentamál.
Stk. 2. Uppskot um fíggjarætlan fyri virksemið ráðsins fyri komandi fíggjarár, sum er álmanakkaárið, verður í mai mánaði lagt fyri ráðið til góðkenningar. Í seinasta lagi 31. mai skal ráðið lata Mentamálaráðnum samtykta uppskotið til viðgerðar.
Stk. 3. Øll materiell virði í ráðsfyrisitingini, herundir skrivstovuinnbúgv og útbúnaður, eru ogn hjá Mentamálaráðnum.

 

Ráðsskipan, fundarskipan og málsviðgerð

 

§ 4. Ráðsformaður, ráðslimir og varalimir verða valdir samsvarandi ásetingunum í § 20 í yrkis-útbúgvingarlógini. Valskeiðið fyri hvønn er 4 ár. Tó er fyrsta valskeiðið hjá formanninum og umboðnum fyri Føroya Handverksmeistarafelag, umboðnum fyri landstýrismannin, umboðnum fyri Føroya Handverkarafelag og umboðnum fyri Starvsmannafelagið fram til 30. juni 2003, og fyrsta valskeiðið hjá umboðunum fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag, umboðnum fyri S&K felagið og umboðnum fyri Føroya Arbeiðarafelag fram til 30. juni 2005.
Stk. 2. Ráðslimur kann av serligum orsøkum biðja ráðsformannnin um farloyvi. Verður farloyvið játtað, biður ráðsfyrisitingin varalimin um at møta ístaðin.
Stk. 3. Ráðslimirnir uttan formaðurin fáa fundarpening og ferðaútreiðslur endurgoldnar eftir galdandi reglum fyri tænastumenn. Hesi endurgjøld verða gjørd upp av ráðsfyrisitingini og útgoldin limunum eftir hvønn ráðsfund. Ráðsformaðurin fær fasta samsýning eftir avtalu við Mentamálaráðið.
Stk. 4. Skúlaumboðini verða vald samsvarandi § 20, stk. 5 í yrkisútbúgvingarlógini og tilnevnd fyri 1 skúlaár í senn av skúlastjóranum í tí einstaka yrkisskúlanum. Ráðsformaðurin kann heita á serkønan um at møta á fundi til viðgerð av ávísum máli.
Stk. 5. Galdandi almennar reglur um gegni og tagnarskyldu eru galdandi fyri ráðslimirnar og skúlaumboðini.

 

§ 5. Fundarætlan fyri eina ráðssetu, sum er frá 1. juli til 30. juni árið eftir, verður løgd fyri ráðið á fyrsta fundinum í ráðssetuni. Um ráðsformaðurin heldur tað verða neyðugt, ella um 3 ráðslimir skrivliga ynskja tað, kunnu broytingar verða gjørdar í fundarætlanini.
Stk. 2. Formaðurin innkallar ráðslimirnar til ráðsfundir og leiðir fundirnar. Um tað í serligum føri berst formanninum frá at luttaka á ætlaðum fundi, kann hann skrivliga heimila øðrum ráðslimi at leiða fundin. Fundarboð til ráðsfundir skulu sendast ráðslimunum og skúlaumboðunum í seinasta lagi 10 dagar fyri fundin.
Stk. 3. Ráðið er viðtøkuført, tá í minsta lagi 6 ráðslimir eru møttir til fundar. Av uppmøttu ráðslimunum skulu í minsta lagi 5 atkvøða fyri, um mál skulu verða samtykt.
Stk. 4. Fundarsamtyktir verða førdar í gerðabók.

 

§ 6. Mál verða býtt upp í hesi viðgerðastig: a) tilmælismál, b) góðkenningarmál, c) ummælismál, d) kunningarmál og e) aðalorðaskifti. Tilmælismál skulu hava viðgerð í minsta lagi á tveimum ráðsfundum. Ráðið kann samtykkja, at tilmælismál í serligum føri kunnu fáa viðgerð á bert einum ráðsfundi. Ummælismál og kunningarmál skulu leggjast fyri ráðið á fyrstkomandi ráðsfundi eftir at málini eru móttikin av ráðsfyrisitingini. Góðkenningarmál, ummælismál og kunningarmál eiga vanliga at fáa viðgerð á bert einum ráðsfundi. Ráðið tekur í hvørjum einstøkum føri støðu til, hvussu aðalorðaskifti um ávís mál verður skipað.
Stk. 2. Saman við fundarboðunum sambært § 5, stk. 2, skulu ráðslimirnir og skúlaumboðini hava a) skrá fyri fundin, b) uppskot um mál til viðgerðar og c) upprit og annað tilfar, sum lýsa tey einstøku málini. Tá ið mál koma til aðru ella seinni viðgerð, skal upprit, við avriti av gerðabókini frá seinasta fundinum um tað ávísa málið og møgulig broytingaruppskot til upprunauppskotið sambært b), fylgja við.
Stk. 3. Tilmælismál sambært stk. 1 a) skulu vanliga hava seinastu viðgerð áðrenn ein ráðseta endar.

 

Aðrar ásetingar

 

§ 7. Á seinasta fundinum í einari ráðsetu leggur ráðsformaðurin fyri ráðið til góðkenningar eina frágreiðing við samandrátti av virkseminum fyri farna árið og væntað virksemi eitt ár fram.
Stk. 2. Ráðið kann, saman við øðrum ella einsamalt, skipa fyri og luttaka á kunningarfundum, ráðstevnum o.l. Tílík tiltøk skulu í hvørjum einstøkum føri góðkennast av ráðnum.
Stk. 3. Ráðsfyrisitingin skal hava eina dygdarmenningarskipan, sum neyvt lýsir allar mannagongdir í virkseminum hjá ráðnum. Skipanin skal góðkennast á regluligum ráðsfundi í apríl mánaði hvørt ár. Mannagongdirnar í dygdarmenningini skulu skrásetast í serligari dygdarmenningarhandbók.

 

Ráðsfyrisitingin

 

§ 8. Yrkisdepilin, samanber § 1, stk. 3, veitir ráðnum ráðsskrivara. Uppgáva skrivarans undir ábyrgd ráðsins er í høvuðsheitum:

at fyrisita fíggjarviðurskifti ráðsins sambært § 3, og at fyrisita málsøki ráðsins annars,

at fyrireika og avgreiða fundarmál og at vera skrivari á ráðsfundum, samanber §§ 4-6, og

at fyrireika annað virksemi ráðsins og at umsita dygdarmenningarskipanina, samanber § 7.

 

Gildiskoma

 

§ 9. Hesar viðtøkur eru samtyktar á ráðsfundi tann 29. januar 2003 og góðkendar av landsstýrismanninum við gildi frá 1. mars 2003.

 

Høgni Hoydal, landsstýrismaður
/Petur Petersen, sign.

 


 

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur