Læruplássgóðkenning


Trýst á her og tú sær reglurnar fyri at fáa læruplássgóðkenningina

Avrit av Læruplássgóðkenning


Umsókn um læruplássgóðkenning verður útfylt og latin Yrkisdeplinum saman við skrásetingarprógvi frá vinnuskránni og sveina-/lærubrævi hjá yrkislærdum á virkinum. Eisini skal váttan um, at yrkislærdur hevur minst 3 ára starvsroyndir innan yrkið, sendast við umsóknini.
Innan handils- og skrivstovuyrkið er eitt ófaklært fólk við í minsta lagi 10 ára viðkomandi og skjalprógvaðum starvsroyndum líkastillað við ein avlærdan. 

Nærri upplýsingar um læruplássgóðkenning eru at finna í Reglugerð um góðkenning av læruplássum.

Umsóknin verður viðgjørd á fundi í viðkomandi yrkisnevnd, og virkið fær sendandi skriv um niðurstøðuna hjá nevndini.

Um virkið er góðkent sum lærupláss, kann sáttmáli gerast við lærling í sama yrki og/ella í somu sergrein, sum nevnd er í gókenningini.

Ein læruplássgóðkenning varir í 5 ár. Tá ið tey 5 árini eru liðin, skal søkjast av nýggjum.
 

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur