Ráðið og fyrisitingin


Ráðið

--------------------------------------------------------------------------------
Uppgáva ráðsins er at viðgera mál viðvíkjandi arbeiðamarknaðar- og yrkisútbúgvingum og at geva landsstýrismanninum tilmæli hesum viðvíkjandi.


Ráðið er tilnevnt av landsstýrismanninum í mentamálum.

 

Formaðurin er tilnevndur av landsstýrismanninum, sum eisini hevur tilnevnt 4 limir, ið eru valdir av arbeiðsgevarafeløgunum og 4 limir, valdir av løntakarafeløgunum.

 

Ráðslimirnir eru valdir fyri eitt 4 ára skeið.

 

Ráðið hevur sínar vanligu ráðsfundir seinasta mikudag í hesum mánaðum: mars, mai, september og november.


Fyrisitingin
--------------------------------------------------------------------------------

Yrkisdepilin er fyrisiting hjá yrkisútbúgvingarráðnum.


Fyrisitari er:
Eyðun Gaard, fyrisitingarleiðari
Teldup. eydung(a)yrkisdepilin.fo
 

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur