Stovnslýsing Yrkisdepilin


Tak alla frágreiðingina niður her - Stovnlýsing Yrkisdepilin

 

Inngangur

Málsøkið lærudreingir varð yvirtikið sum sermál við heimastýrislógini 1948, og bleiv fyrsta lærlingalógin samtykt á Føroya Løgtingi í 1954. Henda lóg bleiv avtikin í 1998 við lógini um yrkisútbúgvingar. Samstundis bleiv Føroya læruráð, ið hevði heimild í ´54 lógini avtikið, og sett bleiv á stovn ein fyrisitingareind eftir §§ 19 og 20 í yrkisútbúgvingarlógini, ið fekk navnið Yrkisdepilin.

 

Tað er hesa fyrisitingareind, eg fari at lýsa og útgreina. Saman við fyrisitingareindini eru tilhoyrandi nevndir og ráð, ið hava tilmælandi og avgerðarrætt á yrkisútbúgvingarøkinum. Sjálv fyrisitingareindin liggur hjá landsstýrismanninum, og hevur hon sum uppgáva m.a. at tæna vinnuni og hennara áhugamálum. Hvussu hetta samspæl virkar í verki, kemur eisini at seta dám á viðgerðina í hesum skjali.

 

Skjalatilfarið, eg komi at leggja sum grund fyri lýsingini, eru yrkisútbúgvingar lógirnar frá ´54 og ´98, umframt tað skjalatilfar, ið er til taks á Yrkisdepilsins heimasíðu og skjalasavni. Serliga er tað viðgerðin í 90´unum, ið førdi fram til ´98 lógina. Eisini vil eg brúka tær lógarbroytingar og viðgerðina av teimum upp gjøgnum 00´ini, umframt samtyktar fíggjarlógir.

 

Yrkisdepilin er á Løgtingsins fíggjarlóg allýstur sum ein: ”Undirkonta 21. Yrkisútbúgvingar-skrivstovan. Yrkisdepilin samskipar yvirskipaða virksemið av yrkisútbúgvingunum, og er fyrisiting/skrivari hjá Yrkisútbúgvingarráðnum og yrkisnevndini sambært ásetingunum í Ll. nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar við seinni broytingum, og í viðtøkum, sum landsstýrismaðurin hevur góðtikið. Landskassin rindar fyrisitingarútreiðslurnar, sum standast av skipanini eftir kap. 5 í yrkisútbúgvingarlógini. Harumframt umsitur Yrkisdepilin yrkisskeið.” Í 2015 er førleikameting so komin afturat umsitingini hjá Yrkisdeplinum.

 

Henda stovnslýsing fer at lýsa, hvussu Yrkisdepilin er blivin til eina undirkonto hjá fyrisitingini Mentamálaráðnum. Hvørjar fylgir hetta hevur fyri Yrkisdepilin, sum fyrisitingareind. Eisini verður vinnunar leiklutur á yrkisútbúgvingarskipanina lýstur.

 

Skriva hevur Eyðun Gaard, fyrisitingarleiðari í Yrkisdeplinum

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur