Formansfrágreiðing 19. november 2012


Formansfrágreiðing til ráðsfund nr. 1 – 2012/2013 tann 19. november 2012

Til fundin í dag, sum er 1. regluligi fundurin í ráðssetuni 2012/2013, eru hesi mál á skránni:
 Mál nr. 1 – 2012/2013: Uppskot til kunngerð um elektrikaraútbúgving
Mál nr. 2 – 2012/2013: Uppskot til kunngerð um bilsmiðútbúgving
Mál nr. 3 – 2012/2013: Uppskot til kunngerð um hárfríðkanarútbúgving
 Í samband við gerð av regluverkinum til broyttu SIT lógina og galdandi Yrkisútbúgvingarlóg, verða kunngerðirnar til elektrikara-, bilsmið-  og hárfríðakanarútbúgvingina løgd fyri  
 yrkisútbúgvignarráðið til viðgerðar. Hetta er 1. viðgerð av hesum kunngerðum.
 
 Mál nr. 4 – 2012/2013: Uppskot til kunngerð um matvøruútbúgving
 Uppskotið til nýggja matvøruútbúgving varð viðgjørd á ráðsfundi 25. juni 2010. Av ymiskum orsøkum er kunngerðin ikki lýst enn, men verður hon nú løgd aftur fyri     yrkisútbúgvingarráðið til viðgerar, saman við hinum kunngerðunum, ið vera broyttar í mun til eindaskipanina. Matvørukunngerðin er ikki broytt í mun til eindaskipanina, tí har er   ongin síðuleypandi lærlingaútbúgving, og tí er matvøruútbúgvingin rímuliga rakstrarvinarlig. Kunnast skal eisini um, at um stutta tíð verður arbeiðsbólkur settur at kanna, um tað er ráðiligt at hava alla matvøruútbúgvingina til kokk og føðsluatstøðara í Føroyum, landsstýrimaðurin hevur gjørt arbeiðssetning hesum viðvíkjandi, vinnan er umboðað í arbeiðsbólkinum, meira um tað á fundinum.
 
Mál nr. 5 – 2012/2013: Uppskot til nýggja FHS kunngerð
Á seinasta fundi í Yrkisútbúgvingarráðnum 2. juli 2012 var nevnt, at FHS kunngerðin mátti broytast í mun til gymnasialu skipanina, sum kemur í gildið frá august 2013. Eitt uppskot til nýggja FHS kunngerð frá arbeiðsbólkinum, ið hevur umboðan frá handilsskúlunum og Yrkisdeplinum verður lagt fyri ráðið til viðgerðar á hesum fundi.
 
Mál nr. 6 – 2012/2013:   Uppskot til kunngerð um skrivstovuútbúgving við grein innan fyrisiting
Yrkisútbúgvingarráðið tók undir við uppskotinum til kunngerð á seinasta fundin 2. juli 2012, men nevnt var, at bókhald og búskapur ikki eru heilt við í kunngerðini, greiða er nú fingin á hesum viðurskiftum.
 
Mál nr. 7 – 2012/2013: Kunning um arbeiðið viðvíkjandi førleikameting / menning
Arbeiðsbólkur varð settur á fundinum 23. november 2011 at arbeiða víðari við førleikameting / menning, ráðsskrivarin kunnar yrkisútbúgvingarráðið um, hvussu gongur við hesum arbeiði. Samstundis hevur yrkisútbúgvingarráðið møguleika at koma við íkasti til evnið.
 
Mál nr. 8 – 2012/2013: Kunning um arbeiðið viðvíkjandi viðurkenning av yrkisútbúgvingunum
Ráðsskrivarin greiðir frá arbeiðnum viðvíkjandi viðurkenning av yrkisútbúgvingunum.
 
Mál nr. 9 – 2012/2013: Kunning um arbeiðsfundin á Hotel Norð 18. og 19. januar 2013
 
Ymiskt
Greitt verður frá nýggjum bygnaði í Mentamálaráðnum, og at tað í løtuni verður sókt eftir nýggjum yrkisnevndarskrivara í farloyvisstarv frá 1. desember 2012 til 1. juli 2013. Eisini er ætlanin, um alt gongur væl, at hava tveir fundir afturat fram til jóla – ein 5. desember og ein 19. desember. Hetta fyri at flest allar kunngerðir eru viðgjørdar áðrenn ársskiftið.
 
november 2012, Ráðsformaðurin

 

Gerðabókin 19. november 2012


Við at trýsta á her kemur tú til Gerðabókina fyri fundin

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur