Førleikameting / førleikamenning


Nú arbeiðsloysi er lutfalsliga stórt, og 80% av teimum arbeiðsleysu eru ófaklærd. Eru evni sum førleikameting og førleikamenning uppaftur meira aktuel enn nakrantíð. Mentamálaráðið skipaði í mai fyri ráðstevnu um førleikameting, Yrkisútbúgvingarráðið kallaði 23. november 2011 avvarðandi partar á arbeiðsmarknaðinum inn til fundar at umrøða, hvussu vit best fara undir eina skipaða førleikameting og -menning av okkara ófaklærdu.

 

Yrkisútbúgvingarráðið bjóðaði Útbúgvingarráðnum fyri Heilsuskúla Føroya, Stýrinum fyri Arbeiðsloysisskipanina, umboðum fyri Vinnuhúsið, Samtak, Havnar Arbeiðskvinnufelag, S&K felagnum, Vinnumálaráðnum, Almannamálaráðnum og Mentamálaráðnum til fundar á Hotel Hafnia mikudagin 23. november kl. 13 við hesi dagsskrá: 

 

1.    Formaðurin í Yrkisútbúgvingarráðnum Alfred Petersen bjóðar vælkomin

2.    Arbeiðsmarknaðurin sæð út frá einum søguligum 4.    Heilsuskúlin - Jórun Petersen greiðir frá, hvussu tey praktisera  førleikameting

3.    ALS – Ernst Jacobsen greiðir frá, hvørjar skipanir eru fyri tey ófaklærdu í dag

 

4.    Samtak – Sonja Jógvansdóttir greiðir frá hvørjar ætlanir arbeiðarafeløgini hava viðvíkjandi førleikameting / menning ?

5.   Vinnuhúsið – Niels Winther greiðir frá, um tað er brúk fyri ófaklærdum og í hvønn mun ?  

6.    Yrkisdepilin – Eyðun Gaard gevur dømi um ítøkiligar førleikametingar í Norðurlondum, og eitt boð uppá hvussu vit koma víðari 

7.    Kjak og niðurstøða (setan av arbeiðsbólki)

 

Endamálið við fundinum var, at fáa arbeiðsmarknaðin at taka undir við førleikameting / menning í Føroyum, so politiska skipanin kann fara til verka og smíða lógarverkið.

 

Møguleiki er at taka framløgurnar niður sum pdf fílu undir Fundir á Hotel Hafnia 23. november 2011

 

Úrslitið av fundinum var at ein arbeiðsbólkur var settur at arbeiða víðari við málinum, arbeiðsbólkurin sær soleiðis út:

Niels Winther

Vinnuhúsið

Sonja Jógvansdóttir

Samtak

Høgni í Stórustovu

ALS

Jórun Petersen

Heilsuskúli Føroya

Aina L Knudsen

Føroya Handilsskúli

Jógvan Sørin Hansen 

Tekniski skúli Tórshavn

Eyðun Gaard

Yrkisdepilin

Jenny Lydersen

Mentamálaráðið

Erika Hayfield

Vinnumálaráðið

Heri Petersen

Almannamálaráðið

 



 

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur