29. februar 2012


Fundarboðini vórðu send frá ráðsfyrisitingini tann 6. februar 2012 við teldupost fráboðan um, at ráðsfundur nr. 2 - 2011/2012 verður tann 29. februar 2012. Fundartilfarið bleiv sent til ráðslimirnar við POSTA og t-posti tann 21. februar 2012.
 
Tíðarskrá:  
10.00 – 13.00 Ráðsfundur í Mentamálaráðnum
 
Evnisskrá:
 
1)      Mál nr. 5 – 2011/2012: Uppskot frá Føroya Handilsskúla um 2 ára FHS
2)      Mál nr. 6 – 2011/2012: Uppskot um góðkenning av yrkisútbúgving gartnara-assistentur
3)      Mál nr. 7 – 2011/2012: Góðkenning av viðtøkum fyri yrkisnevndina
4)      Mál nr. 2 – 2011/2012: Frágreiðing um arbeiðið við viðurkenning av yrkisútbúgvingunum
5)      Mál nr. 3 – 2011/2012: Frágreiðing frá arbeiðnum viðvíkjandi førleikameting /menning
6)      Mál nr. 8 – 2011/2012: Eindaskipanin og regluverkið
7)      Mál nr. 4 – 2011/2012: Viðurskiftini hjá Yrkisútbúgvingarráðnum mótvegis landsstýrismanninum
 
Ad. 1) Mál nr. 5 – 2011/2012: Uppskot frá Føroya Handilsskúla um 2 ára FHS
Yrkisútbugvingarráðið tekur undir við at Føroya Handilsskúli byrjar eina 2 ára FHS útbúgving, sum eisini er heimilað í FHS kunngerðini. Hetta kann vera við til at stuðla undir og verða ein liður í førleikamenningini av arbeiðsmarknaðinum.
Tó skilir Yrkisútbúgvingarráðið eisini støðuna hjá Mentamálaráðnum viðvíkjandi avmarkaðari fíggjarorku á øllum økjum, men vil Yrkisútbúgvingarráðið vísa á, at sparing á útbúgvingarøkinum kann koma okkum øllum aftur um brekku seinni við ov lítlari fakligari arbeiðsmegi, tá konjunktururin gongur uppaftur. Vit mæla tí til, at Føroya Handilsskúli arbeiðir víðari  saman við Mentamálaráðnum og Yrkisdeplinum við  at kanna møguleikarnar fyri at hetta kann gerast so skynsamt sum gjørligt og við møguligari sektorábyrgd, soleiðis at teir næmingar sum eru arbeiðsleysir ella undir almennari forsorg kunna fáa gagnnýtt sín stuðul á bestan hátt.
 
Ad. 2) Mál nr. 6 – 2011/2012: Uppskot um goðkenning av yrkisútbúgving gartnara-assistentur
Yrkisútbúgvingarráðið tók undir við at góðkenna gartnara- assistent útbúgvingina sum eina sáttmálabundna útbúgving.
 
Ad. 3) Mál nr. 7 – 2011/2012: Góðkenning av viðtøkum fyri yrkisnevndina
Yrkisútbúgvingarráðið hevur hesar viðmerkingar til uppskotið:
 
Í § 1 stk. 2 er ikki lógarheimild fyri at hava avmarking fyri hesum í viðtøkunum. Tað eru yrkisfeløgini í koma við uppskoti til lim í yrkisnevndina, og hava tey tí møguleika fyri sjálvi at hava hetta í huganum, tá fólk vera uppskotin sum limir í yrkisnevndini. Tað er síðani Yrkisútbúgvingarráðið, sum velur limirnar í yrkisnevndina, og aftur her eru tað yrkisfeløgini, sum hava sína ávirkan á hvør valdur verður.
Í § 1 stk. 5 var dentur lagdur á, at tað greitt var tilskilað, at tá ið nevndin viðgerð yrki, sum ikki eru umboða av nevndarlimum í nevndini, skal nevndin eftir tørvi innkalla serkøna hjálp at luttaka í viðgerðini av viðkomandi yrki.
 
Í § 2 stk. 1 er ikki neyðugt at hava hesa áseting í viðtøkunum, tá hetta er tilskilað í lógini sí § 22 stk. 9
 
Yrkisnevndin fær nú viðmerkingarnar aftur til viðgerðar og kemur málið fyri aftur á næsta fundi í Yrkisútbúgvingarráðnum.
 
Ad. 4) Mál nr. 2 – 2011/2012: Frágreiðing um arbeiðið við viðurkenning av yrkis-útbúgvingunum
Ad. 5) Mál nr. 3 – 2011/2013: Frágreiðing frá arbeiðnum viðvíkjandi førleikameting / menning
Ad. 6) Mál nr. 8 – 2011/2012: Eindaskipanin og regluverkið
Punkt 4, 5 og 6 vóru viðgjørd undir einum, har ráðsskrivarin greiddi frá um hesi viðurskifti í breiðum høpi og um hví í skipanin verður gjørd eftir tí leisti, sum lagt er upp til.
 
Ad. 7) Mál nr. 4 – 2011/2012: Viðurskiftini hjá Yrkisútbúgvingarráðnum mótvegis landsstýrismanninum
Yrkisútbúgvingarráðið tekur undir við, at øll mál viðvíkjandi yrkisútbúgvingarøkinum fyrst koma í ráðið til viðgerðar. Ráðslimirnir hava síðani møguleika at hoyra síni yrkisfeløg um einstaka málið.

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur