2. juli 2012


Fundarboðini vórðu send frá ráðsfyrisitingini tann 23. mai 2012 við teldupost fráboðan um, at ráðsfundur nr. 3 - 2011/2012 verður tann 2. juli 2012. Fundartilfarið bleiv sent til ráðslimirnar við POSTA og t-posti tann 25. juni 2012.
 
Tíðarskrá:  
10.00 – 12.00 Ráðsfundur í Mentamálaráðnum
12.00 – 13.00 Ábit saman við landsstýrismanninum
                           
Evnisskrá:
 
1)      Mál nr. 2 – 2011/2012:   Frágreiðing um arbeiðið við viðurkenning av yrkisútbúgvingunum
2)      Mál nr. 3 – 2011/2012:   Frágreiðing frá arbeiðnum viðvíkjandi førleikameting /menning
3)      Mál nr. 7 – 2011/2012:   Góðkenning av viðtøkum fyri yrkisnevndina
4)      Mál nr. 9 – 2011/2012:   Uppskot til kunngerð um felagsreglur fyri yrkisútbúgvingar
5)      Mál nr. 10 – 2011/2012: Uppskot til kunngerð um timburmansútbúgving
6)      Mál nr. 11 – 2011/2012: Uppskot til kunngerð um skrivstovuútbúgving við grein innan fyrisiting
7)      Mál nr. 12 – 2011/2012: Ársfrágreiðing 2011/2012
8)      Ymiskt
 
 
Ad. 1) Mál nr. 2 – 2011/2012: Frágreiðing um arbeiðið við viðurkenning av yrkis-útbúgvingunum
Ad. 2) Mál nr. 3 – 2011/2013: Frágreiðing frá arbeiðnum viðvíkjandi førleikameting / menning
Hesi mál koma fyri á hvørjum fundi til tey eru avgreidd. Ráðsskrivarin greiddi frá málunum, og heldur arbeiði við fram. Væntnadi fyriliggur eitt álit við tilmælum um førleik-/førleika-menning við ársskiftið. Ætlanin er at fáa certificat supplement sett í verk í samráð við Internationale uddannelser í Danmark. Yrkisdepilin arbeiðir víðari við málinum og kann hetta gerast innan rímuliga tíð um ikki heilt serligar forðingar gera seg galdandi.
 
 
Ad. 3) Mál nr. 7 – 2011/2012: Góðkenning av viðtøkum fyri yrkisnevndina
Ráðið tók undir við tilmælinum frá ráðsfyrisitingini,, um at strika § 1 stk. 2 í viðtøkunum, eins og tað løgfrøðiliga varð tilmælt. Yrkisútbúgvingarráðið sendir tí viðtøkurnar aftur til yrkisnevndina, og vónar at yrkisnevndin tekur undir við tí løgfrøðiliga tilmælinum. Um yrkisnevndin er samd, eru viðtøkurnar fyri yrkisnevndina góðkendar.
 
 
Ad. 4) Mál nr. 9 – 2011/2012:   Uppskot til kunngerð um felagsreglur fyri yrkisútbúgvingar
Viðmerkingar av týdningi verða send ráðsskrivaranum við telduposti. Uppskotið kemur fyri aftur í heyst.
 
Ad. 5) Mál nr. 10 – 2011/2012: Uppskot til kunngerð um timburmansútbúgving
Tað vóru ongar viðmerkingar til fyriliggjandi uppskot. Uppskotið kemur fyri aftur á næsta fundi.
 
 
Ad. 6) Mál nr. 11 – 2011/2012: Uppskot til kunngerð um skrivstovuútbúgving við grein innan fyrisiting
Yrkisútbúgvingarráðið tók undir við uppskotinum, men nevnt var, at bókhald og búskapur ikki eru heilt við í kunngerðini.
Í sama viðfangi var nevnt FHS kunngerðin má broytast nú til 1. mars 2013, so hon passar inn til nýggju gymnasialu skipanina.
 
Ad. 7) Mál nr. 12 – 2011/2012: Ársfrágreiðing 2011/2012
Ongin viðmerking
 
Ad. 8) Ymiskt
Arbeðsfundurin í settur var at verða seinast í september er broyttur til at vera í januar mánaða 2013.

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur