Formansfrágreiðing 23. november 2011


 

 

 

 

Formansfrágreiðing til ráðsfund nr. 1 – 2011/2012 tann 23. november 2011
 
Til fundin í dag, sum er 1. regluligi fundurin í ráðssetuni 2011/2012, eru hesi mál á skránni:
 
Mál nr. 1 – 2011/2012: Val av yrkisnevnd
Sambært nýggju broytingini í Løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 57 frá 17. mai 2011, so er nú galdandi, at bert ein yrkisnevnd skal veljast fyri alt yrkisútbúgvingarøkið. Henda broyting kemur í gildið, tá nýggj yrkisnevnd er tilnevnd.
Yrkisdepilin hevur í skrivið til avvarandi partar á arbeiðsmarknaðinum biðið um uppskot til limir í yrkisnevndinam og hevur fingið hesi uppskot:
Frá Arbeiðsgevarafeløgunum:
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Fíggjarmálaráðið (lønardeildina) og feløgini í Vinnuhúsinum hava valt Pauli Hofgaard og Súsanna í Stórhúsi sum umboð í yrkisnevndina.
 
Frá arbeiðstakarasíðuni:
Føroya Handverkarafelag
Havnar Arbeiðskvinnufelag
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
Starvsmannafelagið
Føroya Prentarafelag
Omanfyristandandi arbeiðstakarafeløg hava í telduposti, boðað frá at tey taka undir við at velja Henry Olsen og Pætur Niclasen sum lim í yrkisnevndina.
S&K felagið skjýtur Pætur Niclasen upp sum lím í yrkisnevndina
Frá Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag hevur Yrkisdepilin onki hoyrt uttan at kvittan er komin fyri at telduposturin er lisin.
Landsfelag Handverkaranna velur Eli Brimsvík sum yrkisnevndarlim.
 
Mál nr. 2 – 2011/2012: Frágreiðing um arbeiðið við viðurkenning av yrkisútbúgvingunum
Yrkisútbúgvingarráðsskrivarin greiðir frá arbeiðnum viðvíkjandi viðurkenning av yrkisútbútbúgvingunum.
 
Mál nr. 3 – 2011/2013: Frágreiðing um fundin ið YÚR skipar fyri seinnapartin sama dag
Yrkisútbúgvingarráðsskrivarin greiðir frá innihaldinum í fundinum um førleikameting seinnapartin, so Yrkisútbúgvingarráðið er væl ílatið til fundin.
  
november 2011                                                          
Ráðsformaðurin

Gerðabókin 23. november 2011


Við at trýsta á her kemur tú til Gerðabókina fyri fundin

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur