24. juni 2011


Tíðarskrá: 
10.00 – 12.00 Ráðsfundur
12.00 – 13.00 Ábit
 
Evnisskrá:
 
1)      Mál nr. 14 – 2010/2011: Sáttmálabundnar trindeildar yrkisútbúgvingar
 
2)      Mál nr. 16 – 2010/2011: Kunning um hvussu regluverkið skal broytast í mun til eindaskipanina (SIT – lógin 2011)
 
3)      Mál nr. 17 – 2010/2011: Førleikameting/menning
 
4)      Mál nr. 18 – 2010/2011: Ársfráðgreiðing 2010/2011
 
Yrkisútbúgvingarráðið var ikki viðtøkuført av tí at bert 5 ráðslimir við atkvøðurætti vóru møttir. 6 limurin kom tó á fund kl. 11.30 at viðgera bæði tey seinastu málini.
 
Ad 1: Mál nr. 14 – 2010/2011: Sáttmálabundnar trindeildar yrkisútbúgvingar
Uppmøttu ráðslimirnir tóku undir við tilmælinum frá Yrkisdeplinum um at: Yrkisútbúgvingarráðið tekur í hvørjari einstakari yrkisútbúgving støðu til, um trin 1 í yrkisútbúgvingini skal góðkennast sum sáttmálabundin yrkisútbúgving, og tilmælir til Landsstýrsmannin í hvørjum einstøkum føri.
 
Ad 2: Mál nr. 16 – 2010/2011: Kunning um hvussu regluverkið skal broytast í mun til eindaskipanina (SIT – lógin 2011)
Mentamálaráðið hevur seinastu tíðina arbeitt við ymsum loysnum fyri, hvussu lógarverkið fyri nýggju eindaskipanina kann skipast. Niðurstøðan frá hesum arbeiði er, at tað er skilabest, at ein lóg verður orðað fyri yrkisútbúgvingarskipanina eftir sama leisti, sum gjørdur er fyri gymnasialu skipanina. Men til tess at tryggja dygdina í nýggju eindaskipanini og at ein komandi lóg fær eina so gjølliga viðgerð sum til ber, er avgerð tikin um, at eindaskipanin fyrst verður roynd í verki og eftirmett við støði í galdandi lógarverki.
 
Mett verður ikki, at eitt royndarskeið krevur broytingar í galdandi lóg um yrkisútbúgvingar, men fyri at eindaskipanin skal kunna fremjast sambært galdandi útbúgvingarkunngerðum, verður helst neyðugt at víðka heimildina í § 21 í SIT-lógini um royndar- og menningarvirksemi. Hesar broytingar verða lagdar fyri tingið á Ólavsøku, og í heyst verður farið undir at smíða nýggja lóg um yrkisútbúgvingar. Miðað verður eftir, at lógaruppskotið kann leggast fyri tingsetuna í 2012.
 
Í arbeiðstilgongdini hevur arbeiðsbólkurin lagt dent á, at innihaldsligu karmarnir fyri útbúgvingarnar í so stóran mun sum til ber verða varðveittir, og at dagføringar verða gjørdar í kunngerðum og námsætlanum. Arbeitt verður framhaldandi við at laga bæði galdandi og nýggjar útbúgvingarkunngerðir og námsætlanir til arbeiðsuppskotið um nýggja eindaskipan. Allar útbúgvingarkunngerðirnar verða lýstar, áðrenn farið verður undir skúlagongdina í august 2012.
 
Uppskotið um nýggja eindaskipan snýr seg fyrst og fremst um bygnaðarligar broytingar, sum koma at hava ávirkan á virksemið á skúlunum. Arbeiðsbólkurin kemur í komandi ári at arbeiða víðari við at ítøkiliggera uppskotið um eindaskipan, so hon kann fáa virkna frá august 2012. Arbeiðsbólkurin verður kallaður inn aftur eftir summarfrítíðina, har kunnað verður nærri um ætlaðu tilgongdina.
 
Ad 3: Mál nr. 17 – 2010/2011: Førleikameting/menning
Ráðið tók undir við Yrkisdeplinum um at:
Yrkisútbúgvingarráðið í september mánaða kallar allar avvarandi partar til fundar at viðgera verkætlanina. Her verður serliga hugsa um tey, ið varða av teimum ófaklærdu tvs. umboð fyri arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevarar.
 
Ráðið fyri Heilsuskúlan og Stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina, sum hava ábyrgdina av hesum málbólki, verða eisini kallað til fundar, fyri at fáa tey við uppí verkætlanina og ítøkiliga verða bundin at henni.
 
Avvarandi landssýrisfólk á skúla-, almanna- og vinnuøkinum vera eisini bjóðaði við á fundin.
 
Hetta umfatar í fyrsta umfari rættiliga nógv fólk:
 
15 fólk frá ymisku arbeiðara-/arbeiðsgevarafeløgunum fyri ófaklærd
·         Samtak
o   Føroya Arbeiðarafelag
o   Havnar Arbeiðsmannafelag
o   Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
o   Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
o   Føroya Fiskimannafelag
·         Havnar Arbeiðskvinnufelag
·         S&K felagið
·         Føroya Arbeiðsgevarafelag (Vinnuhúsið)
 
10 limir í ráðnum fyri Heilsuskúla Føroya
16 limir í Yrkisútbúgvingarráðnum
8 limir frá stýrinum fyri Arbeiðsloysisskipanina
3 landsstýrisfólk og aðalstjórar við fulltrúum
tvs í fyrsta umfarið áleið 55 - 60 fólk.
 
Endamálið við fundinum er at fáa viðkomandi partar av arbeiðsmarknaðinum at kenna ognarskap fyri ein møguligari komandi førleikametingar- / menningarskipan.
Evnið:
·         Arbeiðsmarknaðurin sæð í einum søguligum perspektivi (primær – sekundær – tertier)
·         Hagstovan hvat er hagtalsgrundarlagið
·         ALS hvørja skipanir eru fyri tey ófaklærdu í dag (meting/menning)
·         Samtak umboðandi ófaklærd (hvørjar ætlanir hava arbeiðarafeløgini)
·         Føroya Arbeiðsgevarafelag (er tað brúk fyri ófaklærdum og í hvønn mun ?)
·         Hvussu koma vit víðari (Yrkisdepilin)
·         Kjak
·         Niðurstøða
o   (setan av arbeiðsbólki)
 
Um so er at partarnir á arbeiðsmarknaðinum vilja vera við í hesi royndarverkætlan, so eigur at vera fari ítøkiliga til verka. Partarnir á arbeiðsmarknaðinum eiga at binda seg til at vera við í verkætlanarbólkinum og fylgja við í arbeiðsgongdini.
 
Ad 4: Mál nr. 18 – 2010/2011: Ársfráðgreiðing 2010/2011
Skrivarin greiddi frá ætlanum Yrkisútbúgvingarráðsins í komandi ráðsetu 2011/2012.

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur