Formansfrágreiðing 24. juni 2011


Formansfrágreiðing til ráðsfund nr. 5 – 2010/2011 tann 24. juni 2011
 
Til fundin í dag, sum er 5. regluligi fundurin í ráðssetuni 2010/2011, eru hesi mál á skránni:
 
Mál nr. 14 – 2010/2011: Sáttmálabundnar trinddeildar yrkisútbúgvingar
Sambært Løgtingslóg nr. 94 frá 29.12.1998 um yrkisútbúgvignar við seinni broytingum § 5 stk. 1. So setur Landstýrismaðurin á stovn, leggur niður og tekur av yrkisútbúgvingar eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum. Og við kunngerð nr 26 frá 23 apríl 2010 um sáttmálaskylduga útbúgving, upptøku í skúla, floksbýtistal og skúlasamstarv § 1 stk. 1. Tær yrkisútbúgvingar, ið nevndar eru í fylgiskjali 1 til hesa kunngerð koma undir sáttmálaskyldu.
 
Tað er tí uppgávan hjá yrkisútbúgvingarráðnum at taka støðu til – um ein sáttmálabundin útbúgving skal góðkennast ella ikki.
 
Hetta sær í sjálvum sær út til at vera rættuliga ómakaleyst, men vit vera noydd at fyrihalda okkum til donsku útbúgvingarskipanina, og har verða yrkisútbúgvingarnar deildar upp í trin. Aftaná hvørt trin hevur næmingur / lærlingur í Danmark møguleika at enda sína útbúgving og fara út á arbeiðsmarkanaðin. Hetta hevur við sær, at vit í Føroyum mugu taka støðu til donsku trindeilingina. Skal hon vera galdandi í Føroyum á sama hátt sum í Danmark, fyri teir næmingar / lærlignar sum við føroyskum lærusáttmála taka skúlagongdina í Danmark ?
 
Í Danmark er tað ikki nýtt at trindeila útbúgvingarnar, Yrkisdepilin hevur lagt við til hetta upprit ein úrdrátt úr Rapport fra Udvalget om fremtidssikring af erhvervsuddannelserne, oktober 2006 s. 38 til 45. Henda rapport er úrslitið av tí arbeiði, sum danska globaliseringsráðið setti í verk í 2005. Rapportin lýsir ógvuliga væl, hví í danir trindeila sínar yrkisútbúgvingar.
 
Spurningurin er, um tað er nøkur forðing í føroyska regluverkinum fyri, at vit fylgja donsku trindeilingini fyri tær útbúgvingar, har okkara lærlingar taka skúlagongdina á donskum yrkisskúlum. Meira um hetta í uppritinum til málið.
 
Sambært danska Undervisningsministeriet siga teir soleiðis um trindeiling og eftirmeting:
 
”Reglerne om afslutning af trin 1 og dermed følgende eksamination fremgår af uddannelses-bilagerne, som er vedlagt de enkelte fællesindgange. Der er forskellige regler for de enkelte uddannelser, men fælles for alle trin 1 uddannelserne gælder, at eleven bliver testet og modtager bevis for gennemført uddannelse. Endvidere gælder det, at uddannelserne giver eleverne en arbejdsmarkedskompetence, som kan anvendes direkte efter afslutningen af trin 1. Dette er også grund til, at eleverne kan optages i en a-kasse, såfremt de ikke kan finde arbejde efter endt trin 1 uddannelse.”
(e-mail 21-05-2011: Dennis Lindberg Laursen, Fuldmægtig, Undervisningsministeriet )
 
Mál nr. 16 – 2010/2011: Kunning um hvussu regluverkið skal broytast í mun til eindaskipanina (SIT – lógin 2011)
Ráðsskrivarin vil saman við Mentamálaráðnum kunna Yrkisútbúgvingarráðið um, hvussu regluverki verður skipa í mun til eindaskipanina. Ein møgulig lógarbroyting av SIT – lógini saman við kunngerðum kemur seinni til viðgerðar í Yrkisútbúgvingarráðnum.
 
Mál nr. 17 – 2010/2011: Førleikameting/menning
Yrkisdepilin hevur gjørt uppskot um, hvussu vit kunna íverkseta førleikameting / menning í Føroyum. Hugsað verður um at byrja við einari royndarverkætlan, men verður mett at sjálvur ognarskapurin í skipanini skal fáast uppá pláss fyrst, tí verður mælt til, at Yrkisútbúgvingar-ráðið, um tað tekur undir við uppritinum frá Yrkisdeplinum, kallar allar avvarandi partar inn til fundar í september mánaða 2011, at viðgera ítøkiliga uppskotið, ið er lagt fyri Yrkisútbúgvingarráðið í dag.
 
Mál nr. 18 – 2010/2011: Ársfráðgreiðing 2010/2011
Ársfrágreiðingin fyri hesa ráðssetuna er við í útsenda tilfari, og vil ráðsskrivarin leggja hana fram við atliti at, hvat dentur skal leggjast á – í næstu ráðssetu.
 
Ymiskt
 
Formaðurin skal bjóða Yrkisnevndarskrivaranum, Oystein Sørensen og umboðnum fyri Mentamálaráðið, Mortan Zachariassen vælkomnum á fund, og vónar at lógarbroytingin vil styrkja samstarvið millum Yrkisútbúgvingarráðið, Mentamálaráðið og Yrkisnevndafyrisitingina.
 
Formaðurin skal boða frá at fyrisitingin Yrkisdepilin er flutt uppá 1. hædd í Mentamálaráðnum, har sum Vinnu og miðnámsskúladeildin helt til fyrr. Nakrar umbyggingar skulu til, áðrenn Yrkisdepilin er komin heilt uppá pláss, og vónandi verður hetta gjørt í summarfrítíðini. Orsøkin til at Yrkisdepilin er fluttur uppá í Mentamálaráðnum er, at stovnurin Nám skal brúka mest sum alla niðaru hæddina í Mentamálaráðnum.
 
Formaðurin skal minna á, at Landstyriskvinnan, sambært Løgtingslóg um yrkisútbúgvingar frá 1998 við seinni broytingum § 20, skal tilnevna limir í Yrkisútbúgvingarráðið, og sambært viðtøkunum stendur helvtin av limunum fyri vali í ár. Tey eru Alfred Petersen formaður, Magnus Magnussen ráðlimur / Eydna S. Mikkelsen varalimur, Durita Tausen ráðslimur / Ingibjørg Berg varalimur, Suni Simonsen ráðslimur / Harald Østerø varalimur og Anna Johannesen ráðslimur / Selma Ellingsgaard varalimur. Ráðsfyrisitingin fer at senda umbøn út til avvarandi yrkisfeløg, um at fáa tilnevnt somu ella nýggj umboð í Yrkisútbúgvignarráðið.
 
Loksins skal eg nevna, at hetta er seinasti ráðsfundur í inniverandi ráðssetu, og bjóðar Yrkisútbúgvingarráðið, sum siðvenja hevur verið øll árini, til samveru og ábit í fundarhøli 2 og 3 eftir ráðsfundin. Til hesa løtuna hava vit eisini bjóða landsstýriskvinnuni, aðalstjóranum, deildarstjóranum og avvarðandi fulltrúum í Mentamálaráðnum og starvs­fólkunum í Yrkisdeplinum við.
 
juni 2011                                                        
Ráðsformaðurin

 

Gerðabókin 24. juni 2011


Við at trýsta á her kemur tú til Gerðabókina fyri fundin

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur