Formansfrágreiðing 27. apríl 2011


Formansfrágreiðing til ráðsfund nr. 4 – 2010/2011 tann 27. apríl 2011
 
Til fundin í dag, sum er 4. regluligi fundurin í ráðssetuni 2010/2011, eru hesi mál á skránni:
 
Mál nr. 3 – 2010/2011: Nýggj yrkisútbúgvingarskipan
a.       Hvørji skúlaskeið skulu leggjast niður/samskipast
b.      Kravt støðisár
c.       Færri og betri skipað skúlaskeið 
d.      Stytta lærlingatíðina
 
Arbeiðsbólkurin, við umboðum úr Yrkisútbúgvingarráðnum, er nú komin undir land við  uppskotinum um nýggja yrkisútbúgvingarskipan  – sokallaða eindaskipanin. Arbeiðsskjalið er liðugt,  og verður lagt  fram á fundinum. Yrkisútbúgvingarráðið hevur higartil verið jaligt viðvíkjandi arbeiðinum, at skipa teknisku útbúgvingarnar í eindaskipan, men hevur ikki tikið endaliga støðu í málinum, Tað er nú komið so langt, at Yrkisútbúgvingarráðið, út frá fyriliggjandi tilfari, má taka støðu, so arbeiðið kann halda fram, at gera tær lógarbroytingar sum skulu til og tillaga kunngerðinar til nýggju skipanina. Tíðarætlanin fyri arbeiðið er lýst í tilmælinum og verður alt arbeiðið væntandi liðugt í januar/februar mánaða 2012.
 
Mál nr. 13 – 2010/2011: Gastronomatstøðisútbúgvingin á Tekniska skúla í Klaksvík útvíðkast til eisini at umfata føðsluhjálparaútbúgvingina
Yrkisdepilin hevur havt samband við Uddannelsescentret i Roskilde – Slagteriskolen, í samband við avriksflutning fyri gastronomatstøðisútbúgvingini á Tekniska skúla í Klaksvík, um næmingur ferð í læru sum føðsluatstøðari. Tað vísir seg, at innihaldi í núverandi matvøruútbúgving í Klaksvík er so mikið breitt, at næmingar, ið fara í læru sum føðsluatstøðarar, kunna fáa góðskriva “grundforløbet” og 1. skúlaskeið í  “hovedforløbet”, hetta er tað sama sum gastronomnæmingarnir fáa. Tó mangla teir samfelagsfak. Tí hevur Yrkisdepilin skotið upp at leggja samfelagsfak inn í kunngerðina, so útbúgvingin umfatar profilarnar Gastronomhjálpara og Føðsluhjálpara útbúgvingina ella trin 1 í somu donsku útbúgvingum.
 
Mál nr. 15 – 2010/2011: Góðkenning av sáttmálabundnari útbúgving anlægs-gartnerassitent
Yrkisdepilin hevur fingið fyrispurning frá lærlingin og læruplássi um at broyta útbúgving anlægsgartnari til gartnerassistent, henda útbúgving er fyrsta trin í gartnara útbúgvingi og tekur 1 ár og 6 mðr til 1ár og 11 mðr. Umsóknin kann ikki endaliga viðgerðast, fyrr enn yrkisútbúgvingarráðið hevur til/frámælt landsstýrismanninum at stovnseta hesa útbúgving – sum eina góðkenda sáttmálabundna útbúgving.
 
 
Fundurin í dag verður hildin á Tekniska skúla í Klaksvík, ein orsøk til hetta er, at næmingarnir á matvøruútbúgvingini hava áhugað í, at vinnan veit av, at nú er ein nýggj útbúgving verksett í Føroyum, og at tað í summar koma 25 næmingar út frá hesi útbúgving, sum skulu finna sær lærupláss innan matvøruyrkið. Hetta er galdandi bæði fyri privata og almenna arbeiðsmarknaðin. Tað verið seg matstovur, ellis- og røktarheim, sjúkrahús, barnagarðar v.m.
 
 
Vinnuhúsið hevur biðið  Landsstýriskvinnuna Helenu Dam á Neystabø um, vegna innanhýsis tillagingum av arbeiðsuppgávum í Vinnuhúsinum, at broyta umboðanina í Yrkisútbúgvingar-ráðnum. Hetta hevur við sær at Niels Winther verður nýggjur ráðslimur, í staðin fyri Esther Dahl, hon verður tó framhaldandi varalimur. Formaðurin fer at takka Esther Dahl fyri tíðina, og tað góða arbeiðið, hon hevur lagt eftir seg, sum ráðslimur í Yrkisútbúgvignarráðnum. Og ynskja vit at bjóða Niels Winther hjartaliga vælkomnan sum nýggjan ráðslim.
 
apríl 2011                                                       
Ráðsformaðurin

Gerðabókin 27. apríl 2011


Við at trýsta á her kemur tú til Gerðabókina fyri fundin

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur