27. apríl 2011


Tíðarskrá:  
10.00 – 13.00 Ráðsfundur
 
Evnisskrá:
 
1)      Mál nr. 3 – 2010/2011: Nýggj yrkisútbúgvingarskipan
a.       Hvørji skúlaskeið skulu leggjast niður/samskipast
b.      Kravt støðisár
c.       Færri og betri skipað skúlaskeið 
d.      Stytta lærlingatíðina
 
2)      Mál nr. 13 – 2010/2011: Gastronomatstøðis útbúgvingin á Tekniska skúla í Klaksvík útvíðkast til eisini at umfatað føðsluhjálparaútbúgvingina
 
3)      Mál nr. 15 – 2010/2011: Góðkenning av sáttmálabundnari útbúgving anlægs-gartnerassitent
 
 
Ad 1: Mál nr. 3 – 2010/2011: Nýggj yrkisútbúgvingarskipan
a.       Hvørji skúlaskeið skulu leggjast niður/samskipast
b.      Kravt støðisár
c.       Færri og betri skipað skúlaskeið 
d.      Stytta lærlingatíðina
 
Yrkisútbúgvingarráðið tekur undir við tilmælinum um nýggja yrkisútbúgvingarskipan, tó við hesum viðmerkingum:
·         Tað er óheppið, at skúlaskeiðini bert verða útboðin einaferð um árið, tað eiga tí treytir at vera lagdar inn í skipanina, tvs. at tá konjunktururin er høgur, og nokk av lærlingum eru til at stovna ein flokk, kann eind 1 eisini byrja í januar mánaða, eind 2 í august mánaða osv.
·        Tað er óheppið, at næmingar sleppa í gjøgnum allar eindirnar á E- stigi uttan lærusáttmála, orsøkin er at ein næmingur, sum bert tekur E-stig, bara kann brúka skúlagongdina sum grundarlag undir at fara í læru á læruplássi. At taka allar skúlaeindirnar áðrenn lærusáttmáli er skrivaður, er eisini ímóti grundregluni í skiftisskipanini. Lærlingur sum bert hevur E- stig, eigur tí at steðga eftir eind 2, og kann taka eind 3 tá hann hevur fingið lærusáttmála við lærupláss.
·         Eind 4 eigur at verða lagað bæði til “KVU” styttri víðari útbúgvingar og til 2 árið í gymnasialu skipanini.
 
Yrkisútbúgvingarráðið tekur tí undir við, at Mentamálaráðið og Yrkisdepilin fara at smíða nýggju lógina eftir tí tilmæli og teimum viðmerkingum sum fyriliggja, og koma nýggja lógin og kunngerðirnar allar aftur til viðgerðar í Yrkisútbúgvigarráðnum, sum fyriskrivað er í verandi lóggávu. Áðrenn uppskotið til nýggja lóg verður borið í Løgtingið væntandi í heyst og kunngerðirnar til einstøku útbúgvingarnar verða lýstar væntandi næsta vár. Yrkisnevndirnar eru eisini ein nattúrligur partur í arbeiðinum at gera kunngerðirnar. Sostatt fær øll skipanin høvi til at viðgera og hava ávirkan á alt regluverkið, áðrenn tað er liðugt.
 
Ad 2: Mál nr. 13 – 2010/2011: Gastronomatstøðis útbúgvingin á Tekniska skúla í Klaksvík útvíðkast til eisini at umfatað føðsluhjálparaútbúgvingina
Yrkisútbúgvingarráðið tók undir við at arbeiðast kundi víðari við at leggja ernæringsassistent útbúgvingina inn í uppskotið til gastronomhjálparakunngerðina. Málið verður tikið fram aftur, tá hinar útbúgvingarnar verða broyttar eftir nýggju yrkisútbúgvingarlógini.
 
Ad 3: Mál nr. 15 – 2010/2011: Góðkenning av sáttmálabundnari útbúgving anlægs-gartnerassitent
Avgjørt var at taka málið upp í einum breiðari samanhangi, og kanna hvussu í tær donsku trin 1 útbúgvingarnar skulu góðkennast, sum sáttmálabundnar útbúgvingar í Føroyum. Ein av orsøkunum er, at tað er rættiliga ymiskt hvussu royndirnar fara fram á donskum yrkisskúlum, og hvørt tað er ein innanhýsis roynd fyri at standa trin 1 ella ein uttanhýsis roynd. Mælt var tí til at kanna hesi viðurskifti nærri, og hava í huga, hvat er tað fyri eitt sveina/lærubræv viðkomandi fær útskrivað.
 

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur