2. februar 2011


Fundarboðini vórðu send frá ráðsfyrisitingini tann 12. januar 2011 við teldupost fráboðan um, at ráðsfundur nr. 3 - 2010/2011 verður tann 2. februar 2011. Fundartilfarið bleiv sent til ráðslimirnar við telduposti og POSTA tann 26. januar 2011.
 Evnisskrá:
1)         Mál nr. 1 – 2010/2011: Viðurskiftini millum Yrkisútbúgvingarráðið og Mentamálaráðið
• Felags samtykt /niðurstøður.
2)         Mál nr. 3 – 2010/2011: Nýggj yrkisútbúgvingarskipan
a.     Hvørji skúlaskeið skulu leggjast niður/samskipast
b.    Kravt støðisár
c.     Færri og betri skipað skúlaskeið 
d.    Stytta lærlingatíðina
3)         Mál nr. 5 – 2010/2011: Broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar 2010
4)         Mál nr. 11 - 2010/2011: Nýggjur próvtalsstigi
5)         Mál nr. 12 – 2010/2011: Góðkenning av sáttmálabundnari útbúgving fitnessinstruktørur
6)         Ymiskt
 
Ad. 1: Mál nr. 1 – 2010/2011: Viðurskiftini millum Yrkisútbúgvingarráðið og Mentamálaráðið
·         Felags samtykt /niðurstøður.
 
Í uppritinum til fundin var gjørd henda felags niðurstøða av viðurskiftinum millum Yrkisútbugvingarráðið og Mentamálaráðið:
 
Fundarluttakararnir vóru samdir um, at stýrisskipanin er galdandi fyri Mentamálaráðið Yrkisútbúgvingarráðið og yrkisnevndirnar. Responsum frá 14. desember 2010 leggur upp til at yrkisnevndirnar eru “suverenar” sambært § 23, har tær samtykkja reglur viðvíkjandi útbúgvingunum. Hetta merkir tó ikki, at yrkisnevndirnar kunna gera, sum tær vilja, viðvíkjandi hesum ásetingum. Yrkisútbúgvingarráðið setur Yrkisnevndirnar og góðkennir viðtøkurnar fyri tær. Yrkisútbúgvingarráðið er tilmælandi til Landsstýrismannin í øllum fakligum málum á yrkisútbúgvingarøkinum sambært yrkisútbúgvingarlógini frá 1998. Í praksis er hetta ikki ein stórur trupulleiki, og er samstarvið millum partarnar gott. Vinnan er partur av báðum organum, og eru tað somu interessentar hvørs áhugamál, sum oftast vera sameind. Eru trupulleikar ber til at tosa um teir. Um so er at hetta í framtíðini fer at elva til størri trupulleikar, eigur ein møgulig lógarbroyting hesum viðvíkjandi at koma uppá tal, soleiðis at skilja, at hesin “suverænitetur” verður fluttur til Yrkisútbúgvingarráðið. Tó verður ikki hildið, at hetta eigur at gerast, sum støðan er.
 
Viðurskiftini millum Mentamálaráðið og Yrkisútbúgvingarráðið:
Fundarluttakarnir eru samdir um, at Mentamálaráðið ikki eigur at halda seg aftur í at kunna og spyrja Yrkisútbúgvingarráðið til ráðs um øll viðurskiftið á yrkisútbúgvingarøkinum. Heldur eigur at vera kunnað og ráðført seg ov nógv enn ov lítið.
Fundarluttakarnir eru samdir um, at viðurskiftini millum Mentamálaráðið og Yrkisútbúgvingarráðið sum heild eru góð. Og gevur nýggja lógarbroytingin í yrkisútbúgvingarlógini møguleika fyri einum enn betri samstarvi, nú Mentamálaráðið, umframt at hava umboðan í sjálvum ráðnum, eisini fær møguleika at hava umboðan í ráðnum uttan atkvøðurætt. Hetta gevur møguleika fyri einum styrktum samstarvi og kunning millum partarnar um viðurskifti av felags áhuga.
 
Viðmerking var til tær seinastu 3 reglurnar í niðurstøðuni. Umboðið hjá Mentamálaráðnum er valt sambært yrkisútbúgvingarlógini § 20 stk. 3 punkt 2 Landsstýrismaðurin velur ein lim. Hesin limur er tó umboðandi arbeiðsgevaran, sum § 20 stk. 3 eisini sigur, at Landsstýrismaðurin skal velja 4 limir sum umboða arbeiðsgevarar. Tí er umboðið hjá Landsstýrismanninum, sum er avvarandi av yrkisútbúgvingunum, eitt umboð fyri Fíggjarmálaráðið, sum umboðar arbeiðsgevaran í lønarspurningum.
 
Seinastu 5 reglurnar í niðurstøðuni verða tí orðaðar soleiðis:
Og gevur nýggja lógarbroytingin í yrkisútbúgvingarlógini møguleika fyri einum enn betri samstarvi, nú Mentamálaráðið, umframt at Landsstýrismaðurin við einum umboði frá Fíggjarmálaráðnum í sjálvum Yrkisútbúgvingarráðnum. So fær Landsstýrismaðurin í Mentamálum eisini møguleika at hava umboðan í ráðnum uttan atkvøðurætt. Hetta gevur møguleika fyri einum styrktum samstarvi og kunning millum partarnar um viðurskifti av felags áhuga.
 
 
Ad 2:Mál nr. 3 – 2010/2011: Nýggj yrkisútbúgvingarskipan
a.       Hvørji skúlaskeið skulu leggjast niður/samskipast
b.      Kravt støðisár
c.       Færri og betri skipað skúlaskeið 
d.      Stytta lærlingatíðina
 
Ein viðmerking var komin inn til fundin við telduposti um, at ein ikki skilti hví í FHS skipanin skuldi blandast uppí eina rationaliseringsætlan á teknisku skúlunum. Eisini vóru spurningar settir um hvørja ætlan Mentamálaráðið hevði við hesum uppskotinum (rationaliseringsuppskotinum).
 
Fyri at fáa svara hesum spurningum var fulltrúin, ið varar av yrkisútbúgvingunum boðin við inn at viðgera evnið. Fulltrúin bar fram, at Mentamálaráðið, allatíðina síðani viðgerðin byrjaði í september mánaða, hevði roynt at verið so opið um tilgongdina, sum tað nú einaferð letur seg gera.
 
Á yrkisútbúgvingarfundinum tann 27. september legði aðalstjórin í Mentamálaráðnum út við at greiða frá viðurskiftinum viðvíkjandi punktunum a. til d. Seinni kom landsstýriskvinnan Helena Dam á Neystabø og greiddi nærri frá somu málum. Hetta var byrjanin til eina tilgongd, sum Yrkisútbúgvingarráðið í oktober mánaða bleiv partur av í einum arbeiðsbólki, sum byrjaði at orða eitt arbeiðsskjal um nýggja yrkisútbúgvingarskipan.
 
Í november mánaða høvdu umboð fyri skúladeildina í Mentamálaráðnum og Yrkisdepilin fund við Føroya Handilsskúla, fyri at greiða teimum frá viðurskiftunum, ið arbeiðsbólkurin arbeiddi við á teknisku yrkisútbúgvingunum. Avtalað var tá eisini at hyggja at FHS skipanini og kanna møguleikarnar fyri hvat kundi gerast á tí økinum – nú royndarætlanin við 3 ára HH útbúgvingini var við at skulu íverksetast. Landsstýriskvinnan hevur ynskið um, at til ber at hava ein samanhang í millum yrkisliga partin og gymnasiala partin, so ongin blindvegur er í útbúgvingarleiðini.
 
Eisini hevur verið greitt yrkisútbúgvingarráðnum frá hesum arbeiðsskjalið í desember, og yrkisnevndirnar av avvarandi útbúgvingum blivu kallaðar inn til fundar 20. januar fyri at greiða teimum frá ætlanunum við nýggju skipanini. So opinleikin viðvíkjandi hesum arbeiði hevur verið ein partur av arbeiðsætlanini allatíðina, so ongin skal uppfata tað sum nakra skjúlda dagsordan. Allíkavæl eru misskiljingar komnar í, men eru tær vónandi burtur nú. FHS – skipanin er til viðgerar í arbeiðsbólkinum, men hvussu hon í framtíðini kemur at síggja út, vera allir avvarandi partar við til at viðgera.
 
Enn fyriliggur bert eitt arbeiðsskjal, so áðrenn neyðuga tilfari fyriliggur er heldur ikki skilagott at taka endaliga avgerð viðvíkjand íverksetan av eini skipan, sum ikki er fyrireika til fulnar.Yrkisútbúgvingarráðið tekur tí undir við yrkisnevndunum í, at ikki er skilagott at íverkseta nýggju yrkisútbúgvingarskipanina enn og í fyrsta lagið í august 2012, soleiðis at tíð verður til at gera neyðuga regluverkið til skipanina, um hon verður sett í verk.
 
Ad 3: Mál nr. 5 – 2010/2011: Broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar 2010
Hugt eigur at vera at hvussu almenna arbeiðsgevaraumboði er valt, tað stendur bara í § 20 stk. 3 punkt 2) Landsstýrismaðurin velur 1 lim. Hvør landsstýrismaður er tað ?
 
Ført var fram at Kommunala arbeiðsgevarafelagið KAF eisini eigur at koma inn í lógina saman við hinum arbeiðsgevarafeløgunum til at geva uppskot til yrkisnevndalim.
 
Ráðslimur førdi fram, at tað eru flest handverkarar sum fara í læru, býti er at umleið 2/3 av øllum lærusáttmálum eru í handverksyrkinum. Tí eigur eitt umboð frá hesum bólki at vera í yrkisnevndini. Ført var tó fram at hetta ikki eigur at standa í sjálvari lógini, tað er í síðsta enda YÚR sum velur yrkisnevndalimirnar.
 
Í tráð við valið av yrkisnevndalimum og umboðanina í yrkisnevndini, bleiv ført fram at í uppskotinum § 22 stk. 8 eigur “kann yrkisnevndin” at vera broytt til “skal yrkisnevndin” soleiðis at tað stendur: Yrkisnevndin skal eftir tørvi innkalla serkøna hjálp til at møta á fundum. Um tað so samstundis verður innført í viðtøkurnar fyri yrkisnevndirnar, at tey serkønu koma frá avvarandi yrkisfelag, so eigur umboðanin av yrkisfelagnum at vera í lagi.
 
Hugsanin er, at valda yrkisnevndin hevur ein lista av serkønum at velja í millum. Yrkisfeløgini kunna vera við til at gera henda listan við serkønum.
 
Ad 4: Mál nr. 11 - 2010/2011: Nýggjur próvtalsstigi
Spurnigur bleiv settur við § 9 stk. 2 í kunngerðini – hví var stk. 2 orða soleiðis, sum tað var, og hvat vísti tað til.
 
Svarið kom seinni á fundinum og var, at tað er serligt fyri yrkisútbúgvingar at hava við í karakterunum “staðið” ella “ikki staðið”, og er tað ikki møguligt beinleiðis at yvirføra hesi met til 7 tals stigan.
 
 
Ad 5: Mál nr. 12 – 2010/2011: Góðkenning av sáttmálabundnari útbúgving fitnessinstruktørur
Yrkisútbúgvingarráðið tók undir við at tilmæla landsstýriskvinnuni at góðkenna útbúgvingina til fitness instruktør sum eina sáttmálabundna útbúgving.
 
Ad 6: Ymiskt - Kunning frá Mentamálaráðnum:
Mentamálaráðið hevði ætlanir um at fáa lógaruppskotið um gymnasiala útbúgvingarnar fyri Løgtingið í hesi tingsetuni. Hetta uppskotið er tó tikið av løglistanum 2010. Ístaðin er eitt ávíst ynskið um, at fáa alt miðnámsskúla økið í eina lóg. Tvs. gymnasiala økið, yrkisútbúgvingarøkið og yrkisskúlaøkið.
 
Fulltrúi frá skuladeildini í Mentamálaráðnum var tí við á fundinum og greiddi yrkisútbúgvingarráðnum frá, hvussu hetta var skipað í Íslandi, Noregi, Svøríki og Danmark – munurin millum Danmark og hini Norðurlondini er, at í Danmark er miðnámsskúlaøkið regulera við 13 lógum, men hini londini hava eina til tvær lógir. Noregi hevur enntá fólkaskúlan við inni í somu lóg.
 
Yrkisútbúgvingarráðið hevði ein jaligan hugburð til viðurskiftini, men vildi fegið síggja bæði fyriliggjandi gymnasiala lógaruppskotið og ein møguligan leist yvir, hvussu Mentamálaráðið hugsaði hesi viðurskiftið skipaði. Og um Mentamálaráðið fer í gongd við at fyrireika alt í eina lóg, so vildi Yrkisútbúgvingarráðið hava fólk við í arbeiðsbólkin, so arbeiðsgongdin neyvt kundi vera uppfylgd. Hetta merkir ikki, at Yrkisútbúgvignarráðið tekur undir við at leggja alt í eina lóg. Tað má koma til viðgerðar sum serstakt mál á einum seinni fundi, tá ið m.a. fyrimunir og vansar eru lýstir.

 

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur