Formansfrágreiðing 2. februar 2011


Formansfrágreiðing til ráðsfund nr. 3 – 2010/2011 tann 2. februar 2011
 
Til fundin í dag, sum er 3. regluligi fundurin í ráðssetuni 2010/2011, eru hesi mál á skránni:
 
Mál nr. 1 – 2010/2011: Viðurskiftini millum Yrkisútbúgvingarráðið og Mentamálaráðið
·         Felags samtykt /niðurstøður.
Sum avgjørt var á seinasta yrkisútbúgvingarráðsfundi, hevur ein minni bólkur í ráðnum viðgjørt responsumið, sum kom til fundin í desember mánaða. Niðurstøðan av hesum er viðgjørt í uppritinum til fundin.
 
Mál nr. 3 – 2010/2011: Nýggj yrkisútbúgvingarskipan
a.       Hvørji skúlaskeið skulu leggjast niður/samskipast
b.      Kravt støðisár
c.       Færri og betri skipað skúlaskeið 
d.      Stytta lærlingatíðina
 
Arbeiðsbólkurin við umboðum úr Yrkisútbúgvingarráðnum heldur fram við at arbeiða við  uppskotinum um nýggja yrkisútbúgvingaskipan  – sokallaða eindaskipanin. Arbeiðsskjalið frá arbeiðsbólkinum er ikki broytt síðani seinasta fund, men verður tað nýggjasta í málinum lagt  fram á sjálvum fundinum. Fundarfrágreiðingin frá fundinum við yrkisnevndirnar 17. januar 2011 liggur eisini við sum upplýsandi tilfarð.
 
Mál nr. 5 – 2010/2011: Broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar 2010
Gerðabókin sigur soleiðis frá fundinum 15. desember 2010:
“Ad 5) Mál nr. 5 – 2010/2011: Broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar 2010
Yrkisútbúgvingarráðið hevur hesa viðmerking til uppskotið: Skotið var upp at § 22, stk. 2 í staðin fyri at Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um tilnevning av yrkisnevnd, eigur tað at standa í lógini hvørji yrkisfeløg í felag koma við uppskotið um tilnevning av yrkisnevndalimum.
Hetta verður broytt til 2 viðgerð. Yrkisútbúgvingarráðið heldur ikki, at neyðugt er at senda lógaruppskotið út til yrkisfeløgini ella yrkisskúlarnar til hoyringar, tá allir avvarandi partar eru umboðaðir í Yrkisútbúgvingarráðnum.”
Hetta er nú broytt í lógaruppskotinum, so tað fylgir ynskinum hjá Yrkisútbúgvignarráðnum.
 
Mál nr. 11 - 2010/2011: Nýggjur próvtalsstigi
Uppskot til kunngerð um nýggjan próvtalsstiga er sent Yrkisútbúgvingarráðnum til hoyringar.
 
 
Mál nr. 12 – 2010/2011: Góðkenning av sáttmálabundnari útbúgving fitnessinstruktørur
Yrkisdepilin hevur fingið fyrispurning um læruplássgóðkenning at taka fitnessinstruktør lærling, men henda umsókn kann ikki endaliga viðgerðast, fyrr enn yrkisútbúgvingarráðið hevur til/frámælt landsstýrismanninum at stovnseta hesa útbúgving – sum eina góðkenda sáttmálabundna útbúgving.
 
januar 2011                                                    
Ráðsformaðurin

Gerðabókin 2. februar 2011


Við at trýsta á her kemur tú til Gerðabókina fyri fundin

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur