Formansfrágreiðing 15. desember 2010


 

 

Formansfrágreiðing til ráðsfund nr. 2 – 2010/2011 tann 15. desember 2010
 
Til fundin í dag, sum er 2. regluligi fundurin í ráðssetuni 2010/2011, eru hesi mál á skránni:
 
Mál nr. 1 – 2010/2011: Viðurskiftini millum Yrkisútbúgvingarráðið og Mentamálaráðið
·         Felags samtykt /niðurstøður.
 
Mál nr. 2 – 2010/2011: Raðfestingar viðvíkjandi álitinum um yrkisútbúgvingar 2010
Yrkisdepilin heldur tað vera skilagott at gera eina raðfesting av teimum tilmælum, sum eru i álitinum um yrkisútbúgvingar frá apríl 2010. Uppskot um raðfestingar er tí tilskila í uppritinum til yrkisútbúgvingarráðið.
 
Mál nr. 3 – 2010/2011: Nýggj yrkisútbúgvingarskipan
a.       Hvørji skúlaskeið skulu leggjast niður/samskipast
b.      Kravt støðisár
c.       Færri og betri skipað skúlaskeið 
d.      Stytta lærlingatíðina
 
Ein arbeiðsbólkur, við tveimum umboðum úr Yrkisútbúgvingarráðnum, einum frá Yrkisdeplinum, skúlastjórunum fyri Teknisku skúlarnar, eitt umboð fyri Føroya Handilsskúla og eitt fyri Mentamálaráðið, hevur sitið og arbeitt við uppskoti um nýggja yrkisútbúgvingaskipan – sokallaða eindarskipanin. Arbeiðsskjalið frá arbeiðsbólkinum er sent yrkisútbúgvingarráðnum og er til viðgerðar á hesum fundi.
 
Mál nr. 4 – 2010/2011: Fíggjarlógaruppskot 2011
Ráðsskrivarin leggur, sum tilskila í viðtøkunum fyri yrkisútbúgvingarráðið § 3 stk. 2 fíggjarlógaruppskotið fyri 2011 fram. Hetta skal sambært viðtøkunum fyri Yrkisútbúgvingarráðið verða gjørt áðrenn 31. mai í sama ári, men er av broyttum fyrisitingarligum orsøkum, ikki gjørt fyrr enn í dag.
 
Mál nr. 5 – 2010/2011: Broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar 2010
Sum skrivað í álitinum um yrkisútbúgvingar 2010 verður mælt til at fara frá 9 niður til 1 yrkisnevnd. Uppskot um lógarbroyting verður tí løgd fyri yrkisútbúgvingarráðið til 1. viðgerð.
 
Mál nr. 6 – 2010/2011: Góðkenning av sáttmálagóðkendum útbúgvingum. Føðsluatstøðari og audiologiassistentur (hoyriatstøðari)
Yrkisdepilin hevur fingið eina umsókn um læruplássgóðkenning at taka audiologiassistentlærling, henda umsókn kann ikki endaliga avgreiðast fyrr enn yrkisútbúgvingarráðið hevur tilmælt landsstýrismanninum at stovnseta hesa útbúgving sum eina góðkenda sáttmálabundna útbúgving.
Eisini verður mælt til at broyta navnið á yrkisútbúgvingini køksatstøðari til føðsluatstøðari, tað er heitið í vanliga verður nýtt um útbúgvingina ”ernæringsassistent” í dag sambært vinnuni.
 
Mál nr. 7 – 2010/2011: Upprit frá Mentamálaráðnum til landsstýriskvinnuna um broytingar í kunngerð um maksinsmiðútbúgving og kunngerð um bilsmiðútbúgving
Mælt verður til at broyta kunngerðirnar um maskinsmiðútbúgving og bilsmiðútbúgving, so talið av próvtøkum í almennum lærugreinunum verður eins í handverksútbúgvingunum. Somuleiðis er endamálið, at gera tað lættari hjá skúlunum at samskipa undirvísingina í almennum lærugreinum hjá lærlingunum.
Mál nr. 8 – 2010/2011: Uppskot frá Mentamálaráðnum um ikki at útbúgva fleiri kosmetikarar fyribils
Av tí at vit í løtuni útbúgva fleiri kosmetikarar enn arbeiðsmarknaðurin hevur brúk fyri, verður mælt til at steðga á við skúlagongdini til kosmetikara í Føroyum, og bert bjóða útbúgvingina út sum sáttmálabundna útbúgving, skúlagongdin fer so fram á donskum góðkendum yrkisskúla.
 
Mál nr. 9 – 2010/2011: Uppskot um nýtt snið til læru/sveinabræv
Yrkisdepilin hevur biðið um uppskot til nýtt snið til læru/sveinabræv. Nýggja útgávan verður løgd fyri yrkisútbúgvingarráðið til góðkenningar.
 
Mál nr. 10 – 2010/2011: Kunning viðvikjandi NKH – Nordisk kommité for Handelsundervisinig og Valideringsnetværket (realkompetencenetværket)
Ráðsskrivarin kunnar yrkisútbúgvingarráðið um seinasta fundin í NKH  og um luttøku i norðurlendskum netværki Valideringsnetværket.
 
Sum vant á seinasta fundinum áðrenn jól, bjóðar ráðsfyrisitingin til jólabuffét aftaná fundin, og ynskir ráðsformaðurin øllum eini Gleðilig jól og eitt eyðnuberandi nýggjár – við tøkk fyri tað brátt farna.
 
Desember 2010                                                          
Ráðsformaðurin

Gerðabókin 15. desember 2010


Við at trýsta á her kemur tú til Gerðabókina fyri fundin

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur