Gerðabók 15. desember 2010


Fundarboðini vórðu send frá ráðsfyrisitingini tann 8. november 2010 við teldupost fráboðan um, at ráðsfundur nr. 2 - 2010/2011 verður tann 15. desember 2010. Fundartilfarið bleiv sent til ráðslimirnar við telduposti og POSTA tann 8. desember 2010.
 
Tíðarskrá:  
09.00 – 12.00 Ráðsfundur
12.00 – 13.00 Jólabuffét
 
Evnisskrá:
1)      Mál nr. 1 – 2010/2011: Viðurskiftini millum Yrkisútbúgvingarráðið og Mentamálaráðið
·         Felags samtykt /niðurstøður.
2)      Mál nr. 2 – 2010/2011: Raðfestingar viðvíkjandi álitinum um yrkisútbúgvingar 2010
3)      Mál nr. 3 – 2010/2011: Nýggj yrkisútbúgvingarskipan
a.       Hvørji skúlaskeið skulu leggjast niður/samskipast
b.      Kravt støðisár
c.       Færri og betri skipað skúlaskeið 
d.      Stytta lærlingatíðina
4)      Mál nr. 4 – 2010/2011: Fíggjarlógaruppskot 2011
5)      Mál nr. 5 – 2010/2011: Broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar 2010
6)      Mál nr. 6 – 2010/2011: Góðkenning av sáttmálagóðkendum útbúgvingum. Føðsluatstøðari og audiologiassistentur (hoyriatstøðari)
7)      Mál nr. 7 – 2010/2011: Upprit frá Mentamálaráðnum til landsstýriskvinnuna um broytingar í kunngerð um maksinsmiðútbúgving og kunngerð um bilsmiðútbúgving
8)      Mál nr. 8 – 2010/2011: Uppskot frá Mentamálaráðnum um ikki at útbúgva fleiri kosmetikarar fyribils
9)      Mál nr. 9 – 2010/2011: Uppskot um nýtt snið til sveina /lærubræv
10) Mál nr. 10 – 2010/2011: Kunning viðvikjandi NKH Nordisk kommité for Handelsundervisinig og valideringsnetværket (realkompetencenetværket)
 
Ad 1) Mál nr. 1 – 2010/2011: Viðurskiftini millum Yrkisútbúgvingarráðið og Mentamálaráðið
·         Felags samtykt /niðurstøður.
 
Av tí at responsumi frá Poul Hansen, advokati, kom seinnapartin dagin fyri fundin, var avgjørt at viðgera hetta í einum minni arbeiðsbólki úr Yrkisútbúgvingarráðnum til næsta fund, og koma við møguligari niðurstøðu tá.
Ad 2) Mál nr. 2 – 2010/2011: Raðfestingar viðvíkjandi álitinum um yrkisútbúgvingar 2010
Tikið var undir við uppritinum frá Yrkisdeplinum, tó við tí viðmerking at íverksetingin av tilmælinum til 2012 kanska var í so optimistisk.
 
Ad 3) Mál nr. 3 – 2010/2011: Nýggj yrkisútbúgvingarskipan
a.       Hvørji skúlaskeið skulu leggjast niður/samskipast
b.      Kravt støðisár
c.       Færri og betri skipað skúlaskeið 
d.      Stytta lærlingatíðina
 
Ein arbeiðsbólkur, við tveimum umboðum úr Yrkisútbúgvingarráðnum, einum frá Yrkisdeplinum, skúlastjórunum fyri Teknisku skúlarnar, eitt umboð fyri Føroya Handilsskúla og eitt fyri Mentamálaráðið, hava sitið og arbeitt við uppskoti um nýggja yrkisútbúgvingaskipan – sokallaða eindaskipanin. Arbeiðsskjalið frá arbeiðsbólkinum var viðgjørt á fundinum og var jaliga móttikið. Viðmerkingar vóru um, at ansast skuldi eftir at almennar lærugreinir ikki fingu ov lítlan týdning, og at tær vóru viðkomandi fyri næmingarnar. Tikið var undir við, at arbeiða víðari við uppskotinum og fylgjandi geva Yrkisútbúgvingarráðnum kunning um arbeiðsgongdina og innihaldið í arbeiðsskjalinum.
 
Ad 4) Mál nr. 4 – 2010/2011: Fíggjarlógaruppskot 2011
Tað vóru ongar viðmerkingar til fíggjarlógaruppskotið, annað enn at arbeiðsmarknaðgjøldini nú nærkaðust teimum 5 prosentunum.
 
Ad 5) Mál nr. 5 – 2010/2011: Broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar 2010
Yrkisútbúgvingarráðið hevur hesa viðmerking til uppskotið: Skotið var upp at  § 22, stk. 2 í staðin fyri at Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um tilnevning av yrkisnevnd, eigur tað at standa í lógini hvørji yrkisfeløg í felag koma við uppskotið um tilnevning av yrkisnevndalimum.
Hetta verður broytt til 2 viðgerð. Yrkisútbúgvingarráðið heldur ikki, at neyðugt er at senda lógaruppskotið út til yrkisfeløgini ella yrkisskúlarnar til hoyringar, tá allir avvarandi partar eru umboðaðir í Yrkisútbúgvingarráðnum.
 
Ad 6) Mál nr. 6 – 2010/2011: Góðkenning av sáttmálagóðkendum útbúgvingum. Føðsluatstøðari og audiologiassistentur (hoyriatstøðari)
Ráðið tók undir við uppritinum um at góðkena audiologi assistent útbúgvingnia, sum eina sáttmálabundna útbúgving og at kalla køksatstøðaran fyri føðsluatstøðara. Ráðið mælti til at bólka útbúgvingina undir tænastu og tilvirkisyrkisnevndina.
 
Ad 7) Mál nr. 7 – 2010/2011: Upprit frá Mentamálaráðnum til landsstýriskvinnuna um broytingar í kunngerð um maksinsmiðútbúgving og kunngerð um bilsmiðútbúgving
Mortan Zachariassen fulltrúi, frá Mentamálaráðnum vildi takað uppritið til Landsstýriskvinnuna upp til nýggja viðgerð við skúlarnar og síðani viðgera tað við yrkisnevndina og venda aftur til Yrkisútbúgvingarráðið.
 
 
 
 
Ad 8) Mál nr. 8 – 2010/2011: Uppskot frá Mentamálaráðnum um ikki at útbúgva fleiri kosmetikarar fyribils
Yrkisútbúgvingarráðið tók undir við ikki at útbúgva fleiri kosmetikarar í løtuni, av tí at marknaðurin er rættiliga “smalur” í Føroyum. Útbúgvingin verður tí bert bjóða út sum sáttmálabundin útbúgving, har skúlagongdin fer fram á donskum góðkendum yrkisskúla.
 
Ad 9) Mál nr. 9 – 2010/2011: Uppskot um nýtt snið til læru/sveinabræv
Yrkisútbúgvingarráðið tók undir við, at Yrkisdepilin tilevnar nýtt uppskot til læru/sveinabræv.
 
Ad 10) Mál nr. 10 – 2010/2011: Kunning viðvikjandi NKH – Nordisk kommité for Handelsundervisinig og Valideringsnetværket (realkompetencenetværket)
Ráðsskrivarin kunnaði Yrkisútbúgvingarráðið um seinasta fundin í NKH  og um ráðsskrivarans luttøku i norðurlendskum netværki Valideringsnetværket.
 

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur