Formansfrágreiðing 27. september 2010


 

 

 

Formansfrágreiðing til ráðsfund nr. 1 – 2010/2011 tann 27. september 2010
 
Til fundin í dag, sum er 1. regluligi fundurin í ráðssetuni 2010/2011, eru bert tvey mál á skránni:
Mál nr. 1 – 2010/2011: Viðurskiftini millum Yrkisútbúgvingarráðið og Mentamálaráðið
·      Innanhýsis fundur í Yrkisútbúgvingarráðnum
·      Yrkisdepilin (Eyðun) greiðir frá m.a. gegni hjá leiðaranum mótvegis MMR / YÚR
·      Ráðsskipanin lóggávan (tilmælið, ummælið og samtykt) Poul Hansen sakførari setur hetta í eitt løgfrøðisligt perspektiv
·      Felags samtykt /niðurstøður.
 
Omanfyri nevnda mál hevur verið ávegis síðani í vár, og vónar formaðurin, at vit eftir hesa viðgerð koma til felags niðurstøður, so vit í framtíðini sleppa undan at trætast um viðurskiftini millum Yrkisútbúgvngarráðið og Mentamálaráðið.
 
Knúturin liggur serliga í at skilja og góðtaka skipanina sum hon er og fáa staðfest hvønn leiklut vinnan hevur umvegis Yrkisútbúgvingarráðið/yrkisnevndunum yvirfyri Mentamálaráðnum og øvugt.
 
Eisini er av týdningi at fáa staðfest, hvat tað merkir, tá yrkisútbúgvingarlógin sigur, at yrkisnevndirnar góðkenna og gera reglur um viðurskifti á yrkisútbúgvignarøkinum eins og tann tilmælandi leikluturin hjá Yrkisútbúgvingarráðnum yvirfyri Landsstýriskvinnuni skal greinast nærri.
 
Um so er at fundurin kemur til tað niðurstøðu at broytingar eiga at fara fram í yrkisútbúgvingarlógini ella viðtøkunum fyri Yrkisútbúgvingarráðið, so eiga vit at taka málið harfrá og koma víðari.
 
Mál nr. 2 – 2010/2011: Kunning frá Mentamálaráðnum um viðurskifti sum viðvíkja Yrkisútbúgvingarráðnum
 
Mentamálaráðið ynskir at kunna Yrkisútbúgvingarráðið um tey mál, Mentamálaráðið ynskir at fáa viðgjørt í komandi ráðsetu. Hetta er i fyrsta umfari bert ein kunning, sum so seinni kemur til nærri viðgerðar í Yrkisútbúgvingarráðnum.
 
 
september 2010                                                          
Ráðsformaðurin

 

Gerðabókin 27. september 2010


Við at trýsta á her kemur tú til Gerðabókina fyri fundin

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur