Stytting fyri gastronomatstøðisútbúgvingina


 

Stytting viðvíkjandi gastromatstøðaraútbúgvingini
 
Eftir áheitan frá Yrkisútbúgvingarráðnum viðgjørdi yrkisnevndin eina ferð enn spurningin um stytting av lærutíðini vegna lokna gastronomatstøðisútbúgving. Yrkisnevndin varð samd um hesar styttingar, treyta av at lærlingurin fær góðskriva skúlagongdina:
 

Næmingur, ið hevur staðið støðisútbúgvingarpartin til gastronomatstøðisútbúgvingina og fer í læru sum kokkur, fær 30 vikur stytting. Styttingin er grunda á frítøku frá grundskeiðnum á 20 vikur og 1. skúlaskeið í høvuðsskeiðnum á 10 vikur. Um lærlingur og lærupláss semjast um tað, kunnu partarnir søkja yrkisnevndin um at stytta lærutíðina upp til 1 ár, og skal tað verða avgreitt áðrenn royndartíðin á 3 mánaðir er úti.

 

Næmingur, ið hevur staðið fulla gastronomatstøðisútbúgving og fer í læru sum kokkur, fær 1 ár stytting. Um lærlingur og lærupláss semjast um tað, kunnu partarnir søkja yrkisnevndina um at stytta lærutíðina upp til 1 ár og 6 mánaðir, og skal tað verða avgreitt áðrenn royndartíðin á 3 mánaðir er úti.

 

 

 

 

Næmingur, ið hevur staðið støðisútbúgvingarpartin til gastronomatstøðisútbúgvingina ella fulla gastronomatstøðisútbúgving og fer í læru sum tænari, fær 20 vikur stytting. Styttingin er grunda á frítøku frá grundskeiðnum á 20 vikur.

 

Næmingur, ið hevur staðið støðisútbúgvingarpartin til gastronomatstøðisútbúgvingina ella fulla gastronomatstøðisútbúgving og fer í læru innan aðra matvøruútbúgving enn kokk og tænara, fær 20 vikur stytting. Styttingin er grunda á frítøku frá grundskeiðnum á 20 vikur.

 

 

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur