Formansfrágreiðing 25. juni 2010


 

 

Formansfrágreiðing til ráðsfund nr. 6 – 2009/2010 tann 25. juni 2010
 
Til fundin í dag, sum er 6. regluligi fundurin í ráðssetuni 2009/2010, eru hesi mál á skránni:
 
Mál nr. 16 – 2009/2010: Uppskot til kunngerð um støðisútbúgving innan tøkni (SIT-kunngerðin)
Í samband við matvøruútbúgvingina í Klaksvík, sum skal vera eitt støðisár bygt á SIT – lógina, verður mælt til at gera nakrar broytingar í stiginum í almennu lærugreinunum í SIT-útbúgvingini Í verandi uppskoti til SIT-kunngerð er ikki møguligt at taka føroyskt á E-stigið. Talan er um føroyskt, enskt, og støddfrøði á einum E-stigi við møguleika fyri C-stigi. Eisini verður mælt til, fyri at tryggja at allir næmingar, sum hava tikið 1. skúlaskeið hava verið eftirmettir av vinnuni, verður fyrsta skúlaskeið skipað, sum ein roynd við uttanhýsis metingardómara, sum Yrkisdepilin tilnevnir.
 
Mál nr. 20 – 2009/2010: Uppskot til kunngerð um gastronomhjálparaútbúgving
Mentamálaráðið hevur tilevnað uppskot til nýggja kunngerð innan gastronomhjálparaútbúgving, hetta er framhald av tí álitið, sum var handað landsstýriskvinnuni í apríl mánaða.
 
Mál nr. 21 – 2009/2010: Eftirmeting av skúlagongdini innan smásølu- / logistikyrkið á Føroya Handilsskúla
Føroya Handilsskúli hevur royndarkoyrt útbúgvingina innan smásølu-/logistikyrkið við 15 lærlingum. Skúlin hevur ynskið um at halda fram við útbúgvingini í Føroyum. Eftirmeting er tí gjørd av royndarárinum, og verður hetta viðgjørt á fundinum.
 
Ymiskt
 
·         Uppskot til kunngerð um maskinsmiðútbúgving (aug. 07)
Kunngerðin var lýst 23. apríl 2010
 
·         Góðkenning av kunngerð um kærunevnd
 
·         Tilmælið um endurnýggjan av kunngerð nr. 101 frá 18. juni 2001 um lærusáttmálar o.a. og kunngerð nr. 73 frá 8 august 2002 um umsitingargjald vinnunar
Mentamálaráðið avgreiðir hesar kunngerðir sum skjótast.
 
Hetta er seinasti ráðsfundurin í ráðssetuni 2009/2010, og fer formaðurin tí at takka ráðslimunum fyri ári í fór. Vanligt hevur verið at bjóða Landsstýriskvinnuni saman við umboðum fyri Mentamálaráðið við á fundin, men er hetta útsett til fyrsta fund í næstu ráðsetu 2010/2011, sum verður í september mánaða. Góða summarferiu.
 
juni 2010                                                        
Ráðsformaðurin

Gerðabókin 25. juni 2010


Við at trýsta á her kemur tú til Gerðabókina fyri fundin

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur