Formansfrágreiðing 26.apríl 2010


Formansfrágreiðing til ráðsfund nr. 5 – 2009/2010 tann 26. apríl 2010
 
Til fundin í dag, sum er 5. regluligi fundurin í ráðssetuni 2009/2010, eru hesi mál á skránni:
 
 
 
Mál nr. 12 – 2009/2010: Kosmetikaraútbúgvingin á Tekniska skúla Tórshavn
Mál nr. 13 – 2009/2010: Klædnatilvirkaraútbúgvingin á Tekniska skúla Tórshavn
2. viðgerð av umsókn frá Tekniska skúla í Tórshavn um at broyta 2 ára SIT- útbúgvingina við sergreinini Klædnatilvirkara- og Kosmetikara til eina ávíkavist 3 og 2½ ára útbúgving við skúlapraktikk. Málið fær í løtuni lógartekniska viðgerð í Mentamálaráðnum. Yrkisútbúgvingarráðið skal tí í dag bert takað støðu til útbúgvingarnar við lærusáttmála.
 
Mál nr. 16 – 2009/2010: Uppskot til kunngerð um støðisútbúgving innan tøkni (SIT-kunngerðin)
Mentamálaráðið hevur lagt nýtt uppskot til kunngerð um støðisútbúgving innan tøkni (SIT- kunngerðin) fyri Yrkisútbúgvingarráðið til ummælis. Málið var til viðgerðar á seinasta ráðsfundi, men bleiv viðgerðin útsett til henda fundin.
 
Mál nr. 17 – 2009/2010: Uppskot til broyting av FHS kunngerð
Mentamálaráðið hevur lagt uppskot til broytingar í FHS-kunngerðini fyri Yrkisútbúgvingarráðið til ummælis.
 
Mál nr. 18 – 2009/2010: Álit um matvøruútbúgvingar
Arbeiðsbólkurin, sum hevur viðgjørt matvøruútbúgvingarnar, hevur tann 15. apríl handað landstýriskvinnuni álitið, sum er viðlagt fundartilfarinum.
 
 
Mál nr. 19 – 2009/2010: Viðurskiftini millum Mentamálaráðið og Yrkisútbúgvingarráðið
Avrátt var á seinasta fundi at taka uppaftur viðurskiftini millum Mentamálaráðið og Yrkis-útbúgvingarráðið á hesum fundinum. Mælt verður tó til at hetta verður lagt í ein sjálvstøðugan fund. Har bert hesi viðurskifti verða viðgjørd.
 
Ymiskt
 
·         Uppskot til kunngerð um maskinsmiðútbúgving (aug. 07)
Kunngerðin verður lýst saman við teimum broyttu útbúgvingarkunngerðinum til el-, bil- og hárútbúgvingina.
 
·         Góðkenning av kunngerð um kærunevnd
 
·         Tilmælið um endurnýggjan av kunngerð nr. 101 frá 18. juni 2001 um lærusáttmálar o.a. og kunngerð nr. 73 frá 8 august 2002 um umsitingargjald vinnunar
Mentamálaráðið avgreiðir hesar kunngerðir sum skjótast.
 
·         Góðkenning av kunngerð um grundskeið í kokkayrkinum.
Nýtt álit er gjørt um hesi viðurskifti og er tað álitið til viðgerðar á hesum fundi.
 
apríl 2010                                                       
Ráðsformaðurin

 

Gerðabókin 26. apríl 2009


Við at trýsta á her kemur tú til Gerðabókina fyri fundin

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur